hósdagur 21. september 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
»Eftir eina slíka uppliving gongur tú jú støðugt og hugsar, hvat
tað er, sum gongur fyri seg í høvdunum hjá slíkum fólki«
Alex José Dos Santos, B36
Til viðgerðar beinanveg
Í morgin hava formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum
fund. Hesin snýr seg ikki serstakt um trupulleikan, sum
verður nevndur á hesum síðum, men FSF-forsetin, Óli
Holm, er ikki í iva, tá vit tosa við.
- Um tað er so, at rasisma er við at vinna seg fram í
føroyskum fótbólti, so eigur tað at steðgast alt fyri eitt.
Tað er eitt fyribrigdi, sum avgjørt ikki hoyrir heima
innan ítróttin – og heldur ikki aðrastaðni – og eitt nú
hava bæði FIFA og UEFA gjørt nógv fyri at steðga
hesum.
- Satt at siga, so havi eg ikki hildið, at trupulleikin
hevur verið somikið stórur her hjá okkum. Sjálvandi
hava vit hoyrt um einstøk dømi, men er talan um ein
generellan trupulleiki, skal hetta steðgast alt fyri eitt!
Men dugir tú ítøklilga at siga, hvørji stig eiga at verða
tikin?
- Fyrst og fremst, so er tað nakað, sum ljós má varpast
á. Við at gera tað, kunnu vit siga bæði spælarum,
leiðarum og áskoðarum, at hetta verður ikki góðtikið.
Og at fáa tann boðskapin út, má vera fremsta málið. So
eru sjálvandi fleiri hættir, sum hetta kann gerast uppá.
Í so máta er fundurin í morgin eitt gott høvi, og hetta
er eitt mál, sum skal takast upp alt fyri eitt, sigur Óli
Holm.
-mørk
Ikki nakað við rasismu
at gera
Tveir av spælarunum, sum Alex José Dos Santos sigur
seg vera háðaðan av mikukvøldið, vóru brøðurnir,
Ronnie og Hans Pauli Samuelsen.
Tá vit tosa við teir báðar, siga teir, at teir ikki á nakran
hátt vilja skírast sum rasistar.
- Tað, sum hendir í júst hasum førinum, er, at hann
tekur ein mann hjá okkum. Og tí farið eg eftir honum.
Tað hevði eg gjørt, líka mikið hvør mótstøðumaðurin
var, sigur Ronnie.
Eftir dystin skeldaðust teir báðir spælararnir eina
góða løtu, men Ronnie slær fast, at heldur ikki hetta
hevði nakað við húðarlit at gera, sigur Ronnie.
- Eg kenni sum sagt ikki nakað til handan trupulleikan.
Sjálvandi verður nógv sagt á einum vølli, sum ikki
verður sagt í vanligari talu. Og eg skal avgjørt ikki
gera meg betri enn onnur. Men eg vil afturvísa, at eg
í so máta havi verið atvoldin til beinleiðis rasismu á
vøllinum, sigur hann.
Og yngri beiggin, Hans Pauli, er sum so ikki
ósamdur.
- Rasisma er sjálvandi nakað, sum eg harðliga vil
taka frástøðu frá. Eg veit væl, at nógv verður sagt á
vøllinum, og sjálvur fái eg eisini mítt oman yvir meg.
Men tá dysturin er av, er hetta liðugt. Og sum sagt, so
taki eg persónliga kraftiga frástøðu frá rasismu, sigur
Hans Pauli.
-mørk
Kann ikki góðtakast
Egil á Bø, sum er liðskipari hjá EB/Streymi, sigur seg
ikki kenna nakað til, at viðmerkingar millum spælarar
hava verið serliga óndsinnaðar á Eiði.
- Men tað er klárt, at er hetta ein trupulleiki, so kann
tað á ongan hátt forsvarast. Rasisma er nakað, sum ikki
hoyrir heima á einum vølli. Sjálvandi vilja tað altíð vera
støður, har spælarar ilskast á hvønn annan. Men er hetta
so, so má hetta henda út frá hendingum á vøllinum. Og
ikki tí ein persónur hevur ávísan uppruna ella húðarlit.
- Og er tað ein trupulleiki, so eigur fokus at verða
sett á hann. Tað er í øllum førum ein av mátunum, sum
kann vera við til at loysa ein slíkan trupulleika, heldur
Egil.
-mørk
Jákup í Stórustovu,
spælaraumboð
smaður, sigur seg
kenna trupulleikan
við rasismu aftur.
Og hann slær fast,
at hetta er nakað,
sum ikki bert
rakar fremmandar
fótbóltsspælarar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup í Stórustovu hevur
nógv samband við nógvu
av fremmandu spælarunum
í Føroyum, og hann kennir
væl
trupulleikan,
sum
Santos nevnir, aftur.
- Tað er ein trupulleiki,
sum
eg
kenni
aftur.
Rasisma finst í fleiri før
um, men serstakliga er tað
húðarliturin, sum oftani
verður nýttur. Og hetta er
ein trupulleiki. Hvørki á
vøllinum ella í samfelagnum
sum heild er hetta nakað,
sum kann góðtakast, og tí
mugu vit gera nakað við
hendan trupulleikan.
- Men tað eru ikki bara
útlendskir spælarar, sum
eru offur fyri hesum. Vit
hava fleiri dømi úr yngru
deildunum
við
sama
trupulleika. Tað er jú púra
vanligt, at ættleidd børn eru
partar av liðnum, og har eru
dømi um, at bæði spælarar,
venjarar og foreldur koma
við slíkum rópum.
- Og her hava vit øll
eina ábyrgd. Foreldur og
spælarar í fremstu deild
unum hava eina stóra
ábyrgd í so máta. Talan er
um fyrimyndir fyri ungar
spælarar, og tí eiga vit øll
eina stóra ábyrgd í at loysa
trupulleikan, sigur Jákup í
Stórustovu.
Alex José Dos Santos
hjá B36 sigur seg
hava fingið nokk.
Mikukvøldið á Eiði
var serliga ringt,
men at kalla hvønn
dyst sigur hann, at
racisman sleppur at
blóma á vøllinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Sjálvandi eru provokatiónir
ein partur av spælinum.
Tað er einki óvanligt í, at
spælarar illneitast á hvønn
annan, men aloftast er hetta
gloymt, tá dysturin er farin.
Fyri mítt viðkomandi vil
eg siga, at dysturin á Eiði
í gjár var nógv verri enn
vanligt. Men tá tú støðugt
upplivir primitiva racismu
á vøllinum, fært tú nokk
fyrr ella seinni. Og eg havi
fingið nokk.
Stórtrívist í Føroyum
Alex José Dos Santos
leggur
ikki
fingrarnar
ímillum.
Seinastu
trý
árini hevur vinstrabeinti
brasiliumaðurin verið ein
av avgjørdu favorittunum
hjá B36-viðhaldsfólkunum.
Trygt verjuspæl saman við
drønandi raidum niðan
eftir síðulinjuni seta hann
langt upp á listan, tá besti
bakkurin í landinum skal
finnast, og hann sigur seg
eisini stórtrívast í havnar
felagnum.
- Eg havi tað gott við bæði
fótbóltinum og í tilveruni
annars. Fyri stuttum eri eg
byrjaður í starvi á nýggja
ítróttarfrítíðarskúlanum, og
eg stórtrívist við hesum.
Racisman
oyðileggur nógv
Men hann hevur ein stóran
trupulleika, tá spælt verður.
Stútt og støðugt er hann
offur fyri racistiskum við
merkingum, og hann leggur
dent á, at hann langt ífrá er
einasti spælarin í so máta.
- Tað er ein trupulleiki,
sum allir littir spælarar
her á landi hava. Fyri mítt
viðkomandi var dysturin
í gjár dropin í so máta,
og hetta kann ikki standa
ósvarað, sigur hann.
- Eg veit væl, at enda
málið er, at eg skal missa
tamarhaldið á mær sjálvum,
og tað er eisini nær við
viðhvørt.
Sum
oftast
klári eg tó at halda fokus
á spælinum. Ikki minst tí
liðfelagarnir í nógvar mát
ar eru fantastiskir stuðl
ar. Men tað er sera hart
persónliga. Eftir eina slíka
uppliving gongur tú jú
støðugt og hugsar, hvat tað
er, sum gongur fyri seg í
høvdunum hjá slíkum fólki.
Samstundis royni eg at vera
sterkur, soleiðis at familjan í
Brasil heldur alt standa væl
til. Eg vil jú ikki hava, at
tey skulu kenna seg ótrygg,
og tí latið eg altíð væl at, tá
eg tosi við tey. Men í løtum
kann tað vera serstakliga
hart, sigur hann.
Viðurkennið
trupulleikan
Spurdur, um hann hevur
nakra loysn upp á trupul
leikan, sigur Alex, at
sjálvandi er einki gandaorð,
sum uttan víðari kann loysa
hetta.
- Men í mínum huga
heimi er hetta ein trupul
leiki fyri føroyskan fótbólt.
Og tað er ein trupulleiki,
sum fótbólturin eisini má
viðurkenna. Tað er ein upp
gáva, sum FSF, fótbólts
feløgini sjálvi og ikki minst
dómararnir mugu viður
kenna. Og royna at gera
nakað við. Sjálvandi kann
ein dómari ikki fáa alt við,
men allir dystir verða í dag
tiknir upp á sjónbandi. Og
eins væl og hendingar av
øðrum slag kunnu revsast,
átti hetta eisini at verið
nakað, sum ansað verður
eftir, sigur Alex.
Tað hendir næstan
hvønn dyst
Vit eiga øll ábyrgdina
– Eg eri langt ífrá einasti spælarin, sum
upplivur hesar trupulleikar. Tvørtur ímóti,
so er hetta nakað, sum allir littir spælarar í
landinum kennast við, sigur Alex José Dos
Santos
Mynd: Jens Kr. Vang