hósdagur 21. september 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
Eftir at teir vórðu
fullkomuliga úrlætnir
í Havn, var støðan
ein heilt onnur á
Skála. KÍ er ílætið
bæði pulshosum,
dýnujakka og langum
undirbuksum undan
seinnu hálvfinaluni
í kappingini um
Løgmanssteypið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ein dreymabyrjan,
sum klaksvíkingar fingu á
Skála í kvøld. Eftir bara
seks minuttum hevði Símun
Joensen stúta klaksvíkingar
framum, og tá Paul Clapson
sjey minuttir seinni sendi
næsta bóltin í Skála-málið
eftir sera vakurt álop, lá
finaluluttøkan at kalla beint
til høgra beinið.
Skuldu vaskast
Framúr byrjanin hjá KÍ var
kanska úrslit av avsmurn
inginum, sum liðið var fyri
í Gundadali sunnudagin.
Í øllum førum tóktist tað,
sum vóru menn heilt uppi
í snúningum, nú stóra eyð
mýkingin móti arvafígg
indunum skuldi vaskast
burtur.
Júst tann reaktiónin var
uttan iva væntandi, og tí
kundi tað undra, at vertirnir
ikki vóru klárari enn tað
sama, nú KÍ kom buldrandi
við 200 km/t ferð. Ikki tí.
Skála hevði kanska verið
liðið, sum hevði bóltin
meira hesa fyrstu løtuna,
men tað var munur á, hvør
vilji og intensitetur var í
spælinum, tá liðini hvør í
sínum lagi høvdu vunnið
bóltin.
Skelkurin varð tó sodnað
ur so líðandi, og Skála tók
so við og við alt meira yvir
á vøllinum. Hugburðurin
gjørdist sum fráleið alt
betri, og meðan gestirnir
dúvaðu upp á kontra, trýsti
Skála av øllum alvi fyri
málinum, sum aftur kundi
skapa spenning.
At KÍ so samstundis fall í
klassisku felluna at detta ov
langt aftur, gjørdi ivaleyst
eisini
støðuna
spentari
enn neyðugt. Hóast teir ta
einu ferðina høvdu góðan
kontra-møguleika, so var
tað ein stórur trupulleiki hjá
KÍ, at liðið sakk somikið
djúpt. Snøgt sagt, so var
vegurin niðan eftir vøll
inum ov langur í kontra-
fasuni, og tí gjørdist talan
mest sum einvegis ferðslu
seinasta korterið unndan
steðginum.
Liðavrik
Við at hvør maður alla
tíðina gav alt fyri liðið,
eydnaðist tó at hóra undan
trýstinum, og eftir steðgin
tóktist greitt, hvar sigurin
skuldi enda. Tony Paris
hevði snarað knarvanum á
liðnum somikið, at KÍ nú
í nógv størri mun megnaði
at standa rætt, heldur enn at
klumpa seg í brotsteiginum.
Og tá Skála í steðginum
hevði skifti Paula G. Hansen
út, misti teirra miðvøllur
samstundis stóran part av
momentinum, sum støðugt
hevði trýst bóltin á KÍ-
hálvuna.
Gaman í vóru klaksvík
ingar fyri tað nógva fram
vegis í verjustøðu. Men í
mun til fyrra hálvleik, stóð
slagið nú væl longur uppi á
vøllinum. Símun Joensen,
Hjalgrím Elttør og Heðin á
Lakjuni arbeiddu við stórari
orku, og samstundis gav
tað meira frið yvir spælið,
at garvaði og bólttryggi
Christian Lundberg nú varð
trektur longur aftur á vøll
in.
Og við at flyta liðið hesar
10-15 metrarnar longur
niðan, vóru fortreytirnar
til kontra-spælið nú eisini
munandi betri. Ofta skuldi
bara ein ella tvær sendingar
til, áðrenn KÍ hótti mót
støðumálið, og eitt mál til
0-3 var nú eins upplagt,
sum eitt til 2-1 var tað.
Triðja málið kom tó
ikki, fyrr enn 10 minuttir
undan leikloki, tá Hjalgrím
Elttør setti krúllin á enn
eitt vakurt kontra. Kanska
eisini hóskandi, tí sami Elt
tør mundi við góðari grund
kenna seg snýttan, tá hann
ikki fekk brotsspark, tá
hann rann langa sending
upp, áðrenn hann inni í
brotsteiginum varð sópaður
niður aftanífrá.
Europa er heilt nær
0-3- á heimavølli ber utt
an iva við sær, at Skála
er at kalla liðugt í steypa
kappingini. Og upp á sín
hátt merkir tað eisini, at
tað nú helst er so sum so
við motivatiónini tað, sum
eftir er av kappingarárinum
sum heild. Sjálvandi skal
skinnið ikki seljast, fyrr enn
bjørnin er skotin, og tað
eru helst fáir klaksvíkingar,
sum vilja kanna sær bitan
longu nú, soleiðis sum KÍ-
avrikini á heimavølli hava
sveiggjað. Hesa ferð er tó
eingin stevna ella festivalur,
sum kann spilla spælið í so
máta, og við úrslitinum í
hinari hálvfinaluni í huga,
er lítið at ivast í, at bara
finaluplássið í sjálvum sær
er ein heilt stór gularót.
Hetta kann nevnliga vísa
seg um »fríbillett« út í
Europa, um EB/Streymur
megnar at halda fast um sín
fyrimun.
Henrik verður fuppaður
Sjónvarpshyggjarar hjá 3+ sleppa í kvøld at mýkja láturvøddarnar, tá
fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin verður gjørdur fyri gjøldur.
Saman við John ”Faxe” Jensen er Henrik Larsen nevnliga eitt av
offurunum, tá væl umtókta ”Rent Fup” fer í luftina í kvøld.
Tær báðar donsku EM-hetjurnar taka lut í eini spurnarkapping,
har vinningurin er ein ferð til Las Vegas. Mótstøðumenn eru onside-
vertirnir, Carsten Werge og Per Friman. Men tað sum Stóri og Faxe
ikki vita av, er at teir báðir sjónvarpsvertirnir hava eina avtalu við
quiz-master, Jakob Kjeldberg.
Sendingin verður at síggja á 3+ klokkan 19.00 í kvøld.
-mørk
Skála-KÍ 0-3 (0-2):
KÍ fann klæðini aftur
Hava enn vónina
Hóast teir orangju-littu hingu við høvdunum, tá
dómarin hevði blást av á Skála, fekst eingin váttan
fyri, at hetta var tað fyri teirra viðkomandi.
- sjálvandi verður tað trupult nú, men vit trúgva upp
á møguleikan. Ein dystur er eftir enn, og tá teir kunnu
vinna 3-0 her, kunnu vit væl gera tað sama í Klaksvík,
segði Jónhard Fredriksen eftir dystin.
Men hann iðraði seg tó um, at teir høvdu givið
klaksvíkingum somikið góð kort undan seinna dystin
um.
- Teir fáa tvey kontra-mál mest sum alt fyri eitt, og
so verða tað teir, sum seta dagsskránna. Serliga fyri
steðgin trýsta vit nógv, men teir verja seg væl, og í
øllum førum sleppa vit ikki nóg væl ígjøgnum verjuna
hjá teimum. Og tað rinda vit so eisini prísin fyri í
seinasta enda, helt Jónhard.
-mørk
Liðavrik
Ein av málskjúttunum og stríðsmonnunum hjá KÍ,
Símun Joensen, var sum vera man ovur fegin eftir
trygga sigurin á Skála.
- Hatta var heilt ótrúliga gott hjá okkum 3-0 í eini
hálvfinalu gevur okkum í øllum førum eitt sera gott
útgangsstøði, og efitr tapið í Havn var hetta akkurát
tað, sum vit høvdu brúk fyri.
Var tapið í Havn á sín hátt eisini viðvirkandi til góða
avrikið hesaferð?
- Tað var tað helst. Vit vildu fyri alt í verðini reisa
okkum aftur, og sum so var hetta kanska meinlíkt
støðuni, sum HB var í seinasta sunnudag. Tá gekk tað
út yvir okkum, meðan tað hesa ferð var Skála, sum
fekk sekkin.
Símin helt annars, at teir fyri steðgin høvdu verið
dekan ov bangnir, eftir at teir høvdu skotið tvey mál.
- Vit detta helst ov langt aftur, og tí verður trýstið
øgiligt eina góða løtu. Eftir steðgin fáa vit tó rættað
upp á hetta. Og tá vit so skora til 3-0, er at kalla leyst
og liðugt.
Somikið leyst og liðugt, at finaluplássið nú er
tryggjað?
- Tað fært tú meg ikki at siga. Vit hava jú akkurát tapt
við fleiri enn trimum málum, so vit skkulu framvegis
arbeiða hart. Tað gjørdi alt liðið í dag, og tað er eisini
tann hugburðurin, sum vit skulu hava við okkum, tá
vit spæla seinnu hálvfinaluna, staðfesti Símun.
-mørk
Arbeiðsavrikið hjá KÍ var í hæddini, tá
teir á útivølli smurdu Skála av. Her er
Heðin á Lakjuni í nærdysti við Bjarna
Jørgensen og Nenad Stankovic
Mynd: Álvur Haraldsen
Dómarin vildi ikki
hoyra um racismu
Michael Winer, týskur fótbóltsdómari, er í øllum førum ein av
teimum, sum veruliga vil gera nakað við trupulleikan við racistiskum
rópum móti spælarunum. Leygardagin spældu Aachen og Gladbach
í Bundesliguni við Weiner sum dómari. Heimaáskoðararnir róptu
støðugt háandi róp móti Kahé hjá Gladbach. Weiner gjørdi skjóta
prosess, og so máttu áskoðararnir finna seg í, at eingin dystur varð
spældur á hesum sinni. Nýggjur dystur verður ásettur, og so fæst at
vita, hvørt áskoðararnir til ta tíð duga sær betri hógv.
-mørk