hósdagur 21. september 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 182 - 21. september 2006
tíðindi
Tá heimasíðan
Faroedating.fo
velur at útihýsa
orð inum samkynd
av heimasíðu síni,
so er talan um eitt
innpakkað lýsing
arátak fyri fun d
amentalistiskum
kristindómi, metur
Fróði Hol m Knudsen
markantur forsprák
ari fyri javnrætt
indum fyri samkynd
samkynd
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá vit spurdu Fróða Holm
Knudsen um eina viðmerk
ing til tíðindini, ið Útvarpið
bar í gjárkvøldið, um at
samkynd ikki kundu boða
frá síni kynsligu sannføring
á heimasíðuni Faroedating.
fo, legði hesin markanti for
sprákari fyri javnrættindum
fyri samkynd ikki fingrarnar
ímillum.
- Hettar er jú bara enn ein
roynd hjá fundamentalist
unum at brúka samkynd í
teirra egna stemmufiskaríi.
Hettar er reint spin. Og hvør
veit, um ikki tann “sam
kynda”, ið ringdi til útvarp
ið ikki í veruleikanum bara
var ein partur í hesum miðla
stuntinum, sum var lagt til
rættis niður í minstu detalju?
spyr Fróði og heldur fram:
- Tí ongin trýr væl av álv
ara, at hendan datingsíðan
fer at føra til, at føroysk pør
finna hvønn annan?
- Vit samkyndu hava sim
pulthen fingið høvuðsleik
lutin hjá kristnu fundament
alistunum í teirra roynd at
fáa fleiri við innan fyri girð
ingina, sigur hann.
- Sannleikin er jú, at onki
dagblað tímir at skriva á for
síðuni, at nú er Jesus aftur á
veg, vit fara singlandi niður í
helviti, um vit ikki venda við
og akta Guðs orð, soleiðis
sum fundamentalistarnir
tulka Guðs orð. Ongin blað
keypari vil rinda pengar
fyri eina slíka forsíðu, og
tað skapar onki orðaskifti.
Ein sovorðin útsøgn hevði
hægst fingið eitt lítið pláss á
síðu 34 í Dimmalætting ella
Sosialinum. Boðskapurin er
simpulthen for ósexuttur,
heldur Fróði og sigur:
- Tí skulu heilt aðrar met
odir brúkast fyri at seta
dagsskránna hjá fundament
alistunum – og hvat er meira
leskiligt enn vit samkyndu?
Vit hava jú alt – eru sexutt
og eru ein minniluti, sum
øll skilagóð fólk halda
skulu hava javnrætt. - Við
at leypa á okkum fær mann
tað neyðugu øsingina og tá
roykurin hevur lagt seg stend
ur boðskapurin eftir um, at
fundamentalistarnir finnast
og standa klárir við opnum
ørmum at taka ímóti teimum
vilstu sálunum.
- Soleiðis fingu funda
mentalistarnir aftur ræði á
dagsskránni í nakrar dagar.
Tað keðiligasta sum kundi
hent fyri fundamentalist
arnar var, at allir føroysk
ir fjølmiðlar valdu heilt
at síggja burtur frá øllum
innleggum, sum tvinna
fundamentalistiskan krist
indóm við samkynd. So
hevði kreppa komið í í
fundamentalista-høvuðs
borgini har spinnið verður
skapt, tí hvussu skulu vit
nú lýsa við fundamentalism
uni?
Bárður Bærentsen, ið er
ein av monnunum handan
heimasíðuna Faroedating,
grundgav við sínum kristna
uppvøkstri sum orsøk fyri,
at hann og hinir handan
síðuni, mettu tað vera skeivt,
at fólk søgdu frá at tey vóru
samkynd á síðuni, ið annars
er til fyri at fólk skulu finna
hvør annan. Hetta hendi í
samrøðu í útvarpstíðindunum
í gjárkvøldið.
Hóast hetta metti Bárður
Bærentsen, at samkynd
vóru vælkomin á síðuna.
Hann metti heldur ikki, at
hetta var at gera mismun,
tí samkynd kundu jú nýta
síðuna eins og øll onnur.
Útvarpið visti at siga
frá, at ein brúkari hevði
fingið sín profil strikaðan,
tí viðkomandi hevði valt
navnið
samkynd,
sum
brúkara
navn.
Bárður
Bærentsen
viðgekk
somuleiðis, at samkynd við
hesum ongan hátt høvdu
at viðmerkja, at tey eru
samkynd, tí teir loyvdu
heldur ikki, at tú slapp at
siga, at tú vart áhugaður í
tínum egna kyni. Spurdur
um tú kundi skriva, at tú
ikki vart áhugaður í hinum
kyninum. Svaraði hann
útvarpsvertinum, at tað
kundi kanska var í lagi.
nud
Faroedating:
Vil ikki hava or ðið samkynd á síni heimasíðu
Eitt lýsingarátak fyri funda
mentalistiskum kristindómi
- Vit samkyndu hava simpulthen fingið høvuðsleiklutin hjá kristnu fundamentalistunum í teirra
roynd at fáa fleiri við innan fyri girðingina, sigur Fróði Holm Knudsen, markantur forsprákari
hjá samkyndum føroyingum
Seinastu tvær vikur
nar hava næmingar
úr Runavíkar
skúli verið í starvs
venjing. Petur
Meinhard Magnus
sen, sum hevur ver
ið í starvsvenjing á
Sosialinum, hevur
hitt tríggjar næm
ingar, sum hava ver
ið í starvsvenjing
hjá FJM í Runavík
starvsvenjing
Petur Meinhard
Magnussen
Navn: Arnhold
Troest Davidsen
Aldur: 15.
Flokkur: 10. B.
Runavíkar skúli.
Hví valdi tú FJM?
- Ja, tað er tí, mær dámar
sera væl jarnsmíð.
Er hetta nakað, tú ætlar
at gera í framtíðini?
- Ja, tað er ein góður
møguleiki.
Lýs trý góð ting:
- Arbeiðsfólkið,
døgurðin, og at tað altíð
er nógv at gera.
Navn: Rógvi á
Lava Olsen
Aldur: 16.
Flokkur: 10. B.
Runavíkar skúli.
Hví valdi tú FJM?
- Tað er tí, at hinir valdu
tað, men
eisini, tí mær dámar væl
at arbeiða hart.
Er hettar nakað, tú ætlat
at gera í framtíðini?
- Ja, eg ætli mær kanska
at biðja um lærupláss,
men
tað er bara, um eg ikki
fari at søkja um at verða
aspirantur í Mærsk.
Navn: Fríði Magnusson
Olsen
Aldur: 16.
Flokkur: 10. A.
Runavíkar skúli
Hví valdi tú FJM?
- Mær dámar alt arbeiði,
har man brúkar hamara
og onnur amboð.
Er hettar nakað, tú ætlar
at gera í framtíðini?
- Ja, men nú havi eg ikki
verið her so leingi, so
møguleikarnir eru
nógvir.
Lýs trý góð ting:
- Sjókafein, Tonny og
arbeiði sum heild.
10. flo ksnæmingar
í starvsvenjing