hósdagur 21. september 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
Start kom ikki í finaluna
Tað verður ikki í ár, at Start skal spæla sína fyrstu steypafinalu nakrantíð.
Start spældi í gjár á útivølli móti Fredrikstad, og hendan dystin vann heimaliðið 3-2.
Talan var um ein sera hendingaríkan dyst, har Start legði seg á odda 1-0, áðrenn Fredriksstad
við tveimum málum tók leiðsluna. At Start á vegnum misti málverjan, bøtti sjálvandi ikki um
støðuna, og hetta tóktist eisini blíva endaliga úrslitið.
Tíðin var um teir 92 minuttirnar, men sjey sekund áðrenn dómarin bríkslaði av, var Todi
Jónsson upp á spæl. Og við einum góðum máli vissaði hann Start longda leiktíð. Við tíggju
monnum gjørdist uppgávan tó sera tung, og tá Fredrikstad aftur legði seg á odda, sá meira
enn svart út. Start spenti tó álopsbogan sera høgt, og tað kanska eyka trúgv, tá Frerikstad
misnýtti brotsspark. Men tað í sjálvum sær var ikki nóg mikið hjá Start, sum nú er úti úr
steypakappingini.
-mørk
Mál úr 65 metrum
Dirk Kuyt skeyt sítt fyrsta mál í Liverpool
búnanum, tá siðvanda felagið í gjárkvøldi
tók seg upp á ovaru hálvu á stigatalvuni við
sigri á Newcastle. Sigurin hjá Liverpool var
uppiborin, men fram um alt, so verður tað
málið til 2-0, sum tosið fer at snúgva seg um.
Xabi Alonso hevði sæð, at Steve Harper var
nakað langt út málinum, og úr 65 metrum sendi
hann bóltin avstað. Given royndi at bakka, men
ov seint var, og so stóð 2-0 á talvuni.
-mørk
Leikliga sást yvir
høvur ikki, at tað
var oddaliðið í
Formuladeildini,
sum tók í móti B36.
Gestirnir vóru oman
á frá byrjan til enda,
men kortini var tað
heimaliðið sum í
síðsta enda sat við
sigrinum í fanginum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bæði B36 og EB/Streymur
máttu byrja við hvør sínum
lyklaleikara sitandi uttan
fyri. Bárður Olsen hjá EB/
Streymi og Bergur Midjord
vóru báðir skaddir. Men
meðan Bárður Olsen als
ikki var við hjá EB/Streymi,
so kom Bergur Midjord inn
í seinna hálvleiki fyri B36.
Allan dystin á tamb var
spenningurin
øgiligur.
Heimaliðið var undir stór
um trýsti meginpartin av
dystinum, men kortini vóru
tað teir ríputtu úr Sunda
lagnum, sum stóð eftir við
sigrinum.
B36 spældi ein fínan
dyst, men teir vóru ikki nóg
neyvir, tá møguleikarnir
komu, og hóast dysturin
leikliga var eitt tað lakasta
avriki hjá EB/Streymi í ár,
so høvdu teir neyuðuga
hepni við sær, sum í síðsta
enda eisini tryggjaði teim
um sigurin.
Vertirnir
vandamiklari
B36 var betra liðið í fyrra
hálvleiki, ongin ivi um
tað, men kortini vóru tað
vertirnir, sum vóru vanda
miklari.
Teir kjansirnir B36 fekk,
komu sum oftast eftir klossut
verjuspæl, men ongantíð
gjørdist veruligur vandi á
ferð hjá René Tórðgarð í
EB/Streymamálinum.
EB/Streymur hevði hin
vegin heldur ikki so nógv
at bjóða upp á frameftir
vøllinum. Og tó, tá hálvur
tími var leiktur fingu teir
bóltin í kassan aftan fyri
Jákup Mikkelsen.
Marni Djurhuus missur
bóltin á miðvøllinum, men
vinnur hann skjótt aftur og
setir álopið í gongd.
Marni kemur sjálvur allan
vegin framvið, og tað er
eisini hann, ið leggur bóltin
tvørtur um brotsteigin til
Hans Paula Samuelsen,
sum lættliga kann leggja
heimaliðið framum.
Eftir hetta var um reppið,
at EB/Streymur fekk okkurt
málið aftrat, tí Arnbjørn
Hansen rakti træverkið
kring landsliðsmálverjan
tvær ferðir áðrenn steðgin,
men uttan at nakað meiri
spurdist burtur úr.
Seinastu royndina fyri
steðgin
hevði
Mikkjal
Thomassen, men René
Tórgarð var vakin og vardi
fyri frálíka skotinum frá
Mikkjali.
B36 á øllum
Í seinna hálvleiki sat B36
á øllum, og EB/Streymur
hevði ikki ein erligan mál
møguleika í seinna hálv
leiki. Tað hevði B36 hin
vegin.
Fyrst er Egil á Bø ikki
nóg avgjørdur, tá hann
undir trýsti frá Sylla, let
ur
Fróða
Benjaminsen
bóltin, sum tó skjýtur beint
framvið málinum. Og lítla
løtu seinni er tað Sylla
sjálvur, sum er nær við,
men hansara stútari fer
beint upp um.
Nakað inn í seinna hálv
leik fekk Fróði Benjaminsen
ein góðan møguleika aftrat,
men hann skjýtur mitt á
René Tórgarð.
Og seinasta stóra møgu
leikan átti Sylla aftur,
men hansara skot uttan
fyri brotsteigin, fer dygst
framvið stongini.
Nærri enn tað kom B36
ikki, og soleiðis endaði
fyrra hálvfinalan millum
EB/Streym og B36 við ein
um sera, sera teprum sigri
til heimaliðið.
Harvið er alt eisini opið
til seinna hálvfinaludystin
í Gundadali komandi miku
kvøld, men áðrenn tann
dagurin kemur, er ein lands
kappingardystur á skránni
hjá báðum pørtum.
Har skal EB/Streymur
vitja á Toftum og spæla
móti botnliðnum B68, með
an B36 brestur saman við
arvafíggindarnar úr HB.
Hans Pauli Samuelsen
og Kenneth Jacobsen
hjá B36 vóru báðir
nøgdir eftir dystin í
gjár, men á hvør sín
hátt
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kenneth Jacobsen hjá B36
var væl nøgdur við leikliga
avrikið hjá B36 á vøllinum
í gjár.
- Eg eri væl nøgdur við
okkara spæl sum heild.
Men vit hava trupult við
at fáa bóltin inn, og fáa
onki mál. Teir verja væl og
fáa eisini kreditt fyri tað,
segði høgri bakkurin hjá
B36 eftir dystin.
Lakasta avrikið í ár
Hinvegin er einsamalli mál
skjúttin hjá EB/Streymi
langt frá nøgdur við teirra
avrik.
- Nei, vit spæla als ikki
gott, og tað er ikki langt
frá, at hetta er nakað av tí
vánaligasta, vit hava spælt í
ár. Tó haldi eg, at vit kempa
væl allan dystin, og tað er
øgiliga
týdningarmikið,
at vit ikki fáa mál í móti
okkum.
- Í fyrra hálvleiki kundu
vit eisini fingið meiri enn
tað eina málið, men nú
eru vit altso á odda 1-0 til
seinna dystin, har vit kunnu
liggja og satsa upp á kontra,
sigur Hans Pauli Samuelsen
hjá EB/Streymi.
Um trýstið frá B36 verður
eins nógv í tí dystinum,
vita vit ikki sum støðan er
nú, men sambært Kenneth
Jacobsen, so kunnu teir í
EB/Streymi gott rokna við
hesum.
- Seinnu hálvfinaluna
skulu vit hava. Vit fara at
koyra upp á sama máta, tí í
dag vantaðu bara málini og
tey ætla vit at fáa komandi
mikudag, sigur Kenneth
Jacobsen hjá B36.
Rafal Kwiecinski og
Arnbjørn T. Hansen kunnu
vera glaðir um, at tað
eydnaðist teimum at vinna
á Kenneth Jacobsen, Niels
Joensen og hinum í B36
Mynd Sofus D. Johannesen
Rokilsi
í seinna
hálvleiki
Høvuðssamtaluevnið eftir
dystin á Mølini í gjár, var
rokilsi sum var miðskeiðis
í seinna hálvleiki.
Tað byrjaði, tá Alex
dos Santos skumpar
Gert Hansen um koll,
og Hans Pauli og Ronnie
Samuelsen eru skjótir
yvir til Alex dos Santos
at gera vart við sína
ónøgd.
So gekk ikki nógv meiri
enn eitt hálvt sekund
áðrenn
meginparturin
av báðum liðunum stóð
savna í einum trunka, har
leiðarar og hjálparfólk
annars royndu at toga
menn sundur.
Tað gekk ein løta,
har menn vóru heitir og
skumpaðu undir hvønn
annan, men tá tað var
yvirstaðið, velur annars
rímiliga
vældømandi
Lassin Isaksen at geva
Alex dos Santos og
Ronnie Samuelsen gult
kort.
Gula kortið til Alex
dos Santos er rættiliga
óskiljandi, tí burtursæð
frá at skumpa Gert Han
sen um koll, so ger Alex
dos Santos onki í øllum
rokinum. Men gula kort
ið kann ikki vera givið
fyri skumpið, tí EB/
Streymur fekk ikki frí
spark úr støðuni, men
bara innkast.
Kortið til Ronnie Sam
uelsen er eisini rættiliga
óskiljandi, tí Ronnie
Samuelsen ger heldur
onki í øllum rokanum,
annað enn at rópa eitt
sindur, men tað gjørdu
allir, og tí er tað eitt
sindur undarligt, at tað
var júst hann, sum fekk
gula kortið.
-rwd
EB/Streymur – B36 1-0
Betra liðið tapti
Nøgdir á hvør sín hátt
EB/Streymur – B36 1-0 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen, 30.
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Å. Hansen, Egil á Bø,
Knút Vesturtún (Frøði Clementsen, 76.), John Heri Dam
– Rafal Kwiecinski, Ronnie Samuelsen, Arnbjørn T. Hansen
(Jørgen Meitilberg, 63.), Marni Djurhuus (Brian Olsen, 69.),
Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel.
Gult kort: Ronnie Samuelsen.
B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Herbert í
Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Alex dos Santos – Johan
Ellingsgaard (Obele Okeke Onyebuchi, 83.), Mikkjal
Thomassen, Fróði Benjaminsen, Niels Joensen, Hanus
Thorleifsson (Bergur Midjord, 63.) – Amed Davy Sylla.
Gult kort: Mikkjal Thomassen, Niels Joensen, Alex dos
Santos.
Dómari: Lassin Isaksen
FAKTA
Mál, rokilsi,
hæddarpunkt
og samrøður eru
at síggja á
www.portal.fo
KYKMYNDIR