hósdagur 21. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
Grava út fyri stadion í Gøtu
Í gjár var farið undir at grava út og planera, nú stadion-økið í Gøtu skal
betrast. Hetta so tað er í samsvari við UEFA-krøvini til føroyskan fótbólt.
Enn er ikki endaliga greitt, hvussu nýggja
stadion-økið kemur at síggja út, men EM-
ráðgeving í Gøtu hevur gjørt uppskot, sum
kommunan skal taka støðu til. At arbeiðið kortini
er byrjað longu nú, kemst av, at spreingiarbeiðið
til nýggja handilsdepilin í Gøtudali er byrjað,
og tí er upplagt, at grótið verður endurnýtt, nú
stadion-arbeiðið kortini skal ígongd.
-mørk
30 mió kr. í bót til turkar
Tá fyrireikararnir av turkisku formil 1 kappingini lótu politikk vevjast upp í
steypahandanina eftir ársins formil 1 koyring, fóru teir ov langt. Tí hevur felagsskapurin
handan formil 1 FIA, dømt fyrireikarnar at gjalda størstu bót, ið nakrantíð er givin
í formil 1, skrivar almenna heimasíðan hjá Formil 1.Turkiska ítróttarsambandið og
fyrireikarnir av turkisku formil 1 koyringini skulu til samans gjalda út við kr. 30
milliónir í bót. Orsøkin er, at undir steypahandanini handaði Mehmet Ali Talat steypið
fyri sigurin til Felipe Massa, ið vann koyringina. Hann varð presenteraður sum forseti
fyri tann Turkiska Kypriotiska statin. Ein statur, ið einans Turkaland viðurkennur,
skrivar f1.com.Stóra revsingin skal uttan iva skiljast, sum ein ávaring til øll lond, ið
kundu funnið uppá at blandað altjóða politikk upp í formil 1 kappingina.
-nud
Ellivu móti ellivu
vóru tað gøtumenn,
sum vóru omaná,
tá ÍF og GÍ spældu
nýggjan dyst í
Formula-deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Søguliga var talan um
sera áhugaverdan dyst, tí
hetta er fyrsta ferðin, at
Kappingarnevndin hjá FSF
hevur dømt tvey lið at spæla
av nýggjum. Hetta hendi, tá
GÍ kærdi fyrra dystin, har ÍF
eitt skifti hevði spælt við 12
móti 11, tá hvørki dómarin
ella 12. maðurin varnaðust
støðuna. Avgerandi í hesum
var, at ÍF í yvirtali legði seg
á odda 2-1, men hóast GÍ
seinni javnaði, so var hetta
í teirra hugaheimi ikki nóg
mikið.
Og fuglfirðingar mundu
sum so neyvan hava tað
heilt stóra ímóti einum
nýggjum
dysti.
Fyrst
og fremst, so er støðan í
botninum somikið spent
hjá ÍF, at eitt einsamalt stig
ikki ger tann stóra munin.
Og hartil hevur gongdin hjá
GÍ verið av slíkum slag, at
talan sum so ikki var um
nakra ræðandi uppgávu, nú
enn ein roynd skuldi gerast
at vinna sær trý stig.
Hava takið á ÍF
Tíggju ferðir á rað er GÍ
nevnliga farið sigursleyst
av vøllinum, men tann røðin
varð brotin í Fuglafirði.
Tað tóktist annars ikki
ganga eftir vild hjá GÍ, tá ÍF
tíðliga í dystinum legði seg
á odda eftir eina misskiljing
í GÍ-verjuni.
Men hóast hetta, so hildu
gøtumenn høvdinum høgt.
Móti júst ÍF eru hagtølini
hjá GÍ mest sum framúr, og
onkursvegna var sjónligt,
at teir ivaleyst áttu sálarligu
yvirvágina. Teir meira ella
minni settu seg á dystin,
og hóast ein deyðbóltur
skuldi til, so var tað fult
uppiborið, at GÍ legði seg
framum, tá Áslakur R.
Petersen knallaði til, eftir
at Sámal hevði rullað stutt
fríspark til hansara.
Og eftir steðgin helt
sama gongdin fram. GÍ
helt á at trýsta, uttan at
ÍF fekk kontraálopini, sum
spæliætlanin legði upp til,
og tá Sámal Joensen legði
teir á odda eftir uppspæl úr
høgru, tóktist sigurin koppa
yvir um Kambsdal. ÍF hevði
kanska eitt trýst í løtunum
eftir hetta, men GÍ-verjan
stóð stinn, og so kundi
Gunnar Nielsen staðfesta,
at hann aftur er við at raka
formin. Hegnisliga lyfti
hann bóltin í málið, tá mál
verjin var komin nakað út,
og við 3-1 málinum var
dysturin punkteraður.
Mugu vinna í Vági
Hjá GÍ var sigurin fyrst
og fremst ein styrkur av
sjálvsálitinum, nú liðið
mest sum er aftur úr siglt
í stríðnum um europisku
atgongumerkini, men hjá
ÍF hevði dysturin størri
týdning enn sum so. Tapið
ber við sær, at ÍF nú er
mest sum tvingað at vinna,
tá teir fara til Vágs um
vikuskiftið. Ein uppgáva,
sum setir stór krøv til allar
kreftir.
ÍF-GÍ 1-3 (1-1):
Loksins
bragdaði
hjá GÍ
Mugu enda
væl
Hóast GÍ loksins fekk
ein sigur, so er lítil ivi
um, at gøtumenn ikki
longur hava møguleikan
at røkka út í Europa. Og
liðskiparin hjá liðnum,
Sámal Joensen, ivast ikki,
hvar orsøkin til hetta skal
finnast.
- Vit hava snøgt sagt
ikki verið nóg góðir.
Seinastu nógvu dystirnar
hava vit ikki megna at
avgjørt tingini til okkara
fyrimun, og tá trý stig
verða latin fyri sigrar,
kostar hetta. Samstundis
er annars so sterka verjan
farin at skinkla alt meira,
men tað er kanska ein
avleiðing av versnaðum
sjálvsáliti. Hinvegin eru
enn 12 stig eftir at spæla
um, og tey mugu vit
royna at vinna, heldur
hann.
Sæð í mun til árið í
fjør, so hevur 2006 tó ikki
verið nøkur vanlukka
fyri GÍ, men Sámal ivast
tó ikki í, at teir skulu
gera tað nógv betri.
- Hetta hevur ikki
verið nóg gott. Vit vita
sjálvir, at vit kunnu
meira enn hetta, og nú
ræður fyrst og fremst um
at enda væl, soleiðis at
vit hava nakað at byggja
víðari upp á til komandi
kappingarár.
-mørk
ÍF-GÍ 1-3 (1-1)
1-0: Hanus Eliasen, 4.
1-1: Áslakur R. Petersen, 36.
1-2: Sámal Joensen, 57.
1-3: Gunnar Nielsen, 90.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Andras Gango – Jonn S. Thomsen (Árni Petersen, 65.)
(Árni Petersen, 65.), Bartal Eliasen, Símun Eliasen, Frank
Poulsen – Fritleif í Lambanum, Alexandar Jovevic, Høgni
Zachariasen, Nenad Saric (Dánjal Pauli Højgaard, 59.) – Atli
Petersen (Tórður Lerivg), Hanus Eliasen
GÍ: Geza Turi – Áslakur R. Petersen, Kaj Ennigarð, Poul
Ennigarð, Magni Jarnskor – Símun Louis Jacobsen (Hans
Jørgen Djurhuus, 71.), Sam Jacobsen, Sámal Joensen,
Hanus Jacobsen -– Gunnar Nielsen (Erling Jacobsen, 90.),
Poul Arni Jacobsen (Sverri Jacobsen, 84.)
Gult kort: Poul Ennigarð, Gunnar Nielsen, Sam Jacobsen,
Poul Arni Jacobsen
FAKTA
GÍ
ÍF
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
23
15
-
5
-
3
58
24
34
50
2 HB
23
12
-
7
-
4
54
35
19
43
3 B36
23
12
-
6
-
5
39
26
13
42
4 KÍ
23
10
-
8
-
5
49
33
16
38
5 NSÍ
23
11
-
5
-
7
46
34
12
38
6 GÍ
23
8
-
10
-
5
31
29
2
34
7 Skála
23
7
-
6
-
10
29
25
4
27
8 VB/S
23
4
-
4
-
15
20
66
-46
16
9 B68
23
3
-
5
-
15
30
52
-22
14
10 ÍF
23
3
-
4
-
16
22
54
-32
13