hósdagur 21. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
Vit hava sett verjuna
upp annarleiðis,
hava arbeitt nógv
við skjótálopum, og
so skulu vit eisini
koma í betri form
enn vit vóru síðsta
kappingarár
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hetta sigur Joan M. Djordje
vic, sum er spælstýrari hjá
Stjørnuni. Hon er eisini
spælstýrari á landsliðnum,
og hevur verið ein av týdn
ingarmestu leikarunum hjá
Stjønuni í fleiri ár.
Skulu í betri form
Stjørnan var stórur favorittar
síðsta kappingarár, men
Joan heldur, at tær manglaðu
tað síðsta, fyri at kunna
vinna bæði meistaraheitið
og steypakapping.
- Leikararnir vóru ikki í
nóg góðum form, men tað
vera vit í ár. Vit arbeiða
hart fyri hesum, og koma
vit í form, so verða vit
ringar at steðga í ár.
Arbeiða við verju
og skjótálopi
Stjørnan hevur síðstu árini
havt eina sterku verju og
eitt gott skjótálop, men
Joan heldur, at hetta sveik
eitt sindur seinasta kapp
ingarár.
- Vit arbeiða nógv við
verjuni og skjótálopum í
ár. Verjan var stinn í fjør,
men skjótálopini, sum altíð
hava verið eitt av okkara
eyðkennum, vóru ikki nóg
góð í fjør. Fleiri av hinum
liðunum vóru nógv sterkari
enn vit á hesum økinum,
tí bleiv kappingin nógv
harðari enn neyðugt.
Hon
leggur
afturat,
at henni dámar sera væl
nýggja venjaran, tí hann
fær tær at arbeiða harðari.
Hon sigur, at hann arbeiðir
við eini nýggjari verju, har
tær fara at satsa nógv upp
á skjótálop, og hetta dámar
henni, tí tað er vegurin
ímóti meistaraheitinum.
At enda sigur hon seg
vóna, at tað ikki bert verður
meistaraheitið, sum tær fara
at vinna í ár. Hon vónar, at
tær fara at røkka greipuni,
tí hon metir liðið vera nóg
gott til tess.
- Vit hava góðar
bóltspælarar á
liðnum, so málið
hjá okkum er heilt
greitt at endurvinna
meistaraheitið. Tað
skal gerast við eini
sterkari verju, skjótum
álopsspæli og sterkum
kontrahondbólti.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hetta sigur fyrrverandi
landsliðs- og H71-venjarin,
Henrik Gerster. Hann er
nú blivin venjari hjá besta
kvinnuliði hjá Stjørnuni,
og hetta gleðir hann seg
nógv til.
- Mær dámar sera væl
at fáast við hondbólt,
uttan mun til um tað er hjá
kvinnum ella monnum. Eg
haldi eisini, at Stjørnan er
júst rætta liðið fyri meg, tí
tær eru ikki bangnar fyri
hørðum arbeiði. Hetta seti
eg stóran prís uppá, tí tað
hevur stóran týdning, at eitt
lið arbeiðir hart.
Skulu endurvinna
meistaraheitið
Stjørnan hevur síðstu árini
myndað oddin í bestu
kvinnudeildini. Síðsta ár
vunnu tær meistaraheitið og
taptu steypafinaluna, og tað
er eingin loyna, at Henrik
Gerster ætlar at endurvinna
meistaraheitið-
- Ja, málið er sjálvandi at
endurvinna meistaraheitið.
Liðið hjá okkum er somikið
gott, at vit eiga at teljast
millum favorittarnar. Um
verjan riggar, og vit fáa eitt
skjótari álop, so ivist eg
ikki í, at vit fara at røkka
málinum.
Fullar í rutinu
Ein av størstu styrkjunum
hjá Stjørnuni er, at tær allar
hava spælt saman í nógv
ár, og tískil eru tær fullar
í rutinu. Hetta er Henrik
Gerster samdur í, og hann
sær tað sum ein fyrimun,
at spælararnir hava spælt
saman so leingi.
- Tað er ein stórur fyri
munur hjá okkum, at vit
hava so nógvar royndir á
liðnum. Har eru nógvir
spælarar, sum eru klárir at
taka ábyrgd, tá á stendur.
Fleiri av hinum liðunum
hava eisini mist nógvar
royndar leikarar, og tá
kunnu royndirnar koma
okkara leikarum til góðar.
Harafturat hava leikararnir
hjá Stjørnuni spælt saman
leingi, og tað fer eisini
at vera ein fyrimunur hjá
okkum.
Harðari kapping í ár
At enda segði Henrik
Gerster, at hetta fer at vera
eitt torført kappingarár hjá
øllum liðunum.
- Vit mugu nokk taka
til takkar við at vera mett
sum favorittar at vinna
meistaraheitið. Eg haldi tó,
at hetta ikki gerst nøkur løtt
uppgávu. Eg haldi liðini
í oddinum vera sera jøvn.
Neistin byggir nakað nýtt
upp við nógvum ungum
leikarum. Kyndil hevur
fingið onkran leikara aftur
at, so tær vera ringar at
hava við at gera í ár. So
er tað VB. Tað ljóðar, at
tær hava fingið ein nýggjan
útlendskan leikara afturat
Daivu, og so vera tær ringar
at steðga.
Simona Petersen
aftur í Stjørnuni
Simona Petersen, fyrrverandi Dziugyte, er aftur í Stjørnuni.
Hon spældi seinast við Neistanum, har hon millum annað
gjørdist toppskjútti tað eina árið. Simona hevur verið burtur
frá hondbóltinum í eitt ár orsakað av barsli, men nú er hon
klár aftur. Hon skal royna at hjálpa til at fylla holið eftir
litavisku Katarinu Stepanov, sum er farin av landinum.
Um Simona er nóg væl fyri, so kann hon gerast stórur
styrkur hjá Stjørnuni, tí hon hevur fyrr víst, hvør dugur er
í henni.
Stovnað:
Formaður: Kristoffur Ragnarsson
Venjari:
Hendrik Gerster
FM-heiti: 5
FAKTA – Stjørnan kvinnur
- Vit fara eftir greipuni
Landsliðsvenjari nú í Stjørnuni
- Málið er
sjálvandi at
endurvinna
meistaraheitið.
Liðið hjá
okkum er
somikið gott,
at vit eiga at
teljast millum
favorittarnar.
Um verjan
riggar, og vit
fáa eitt skjótari
álop, so ivist
eg ikki í, at vit
fara at røkka
málinum, sigur
nýggi venjarin,
Henrik Gerster