hósdagur 21. september 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 182 - 21. september 2006 ]
Stovnað:
1956
Formaður: Jóannes Dalsgarð
Venjari:
Jónleif Sólsker
FM-heiti:
29
FAKTA – Kyndil menn
Kyndil hevur havt eitt
gott ungdómsarbeiði,
sum nú sæst aftur á
besta liðnum. Hjalti
Mohr Jacobsen er
bara ein av fleiri
stórum talentum,
sum fara at manna
besta manslið hjá
Kyndli í ár
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kyndil er einasta lið í
landinum, sum hevur spælt
uttan útlendingar síðstu
árini. Hjalti heldur ikki,
at tað er skeivt at taka
útlendingar til landið, men
hann heldur, at Kyndil
gjørdi rætt, tá teir valdu
at geva egnum leikarum
møguleikan.
- Ja, eg haldi so avgjørt,
at Kyndil hevur valt rætt, tá
teir valdu at satsa uppá egið
fólk. Liðið er bert mannað
av føroyskum leikarum, og
hetta meti eg vera eina stóra
styrki hjá okkum.
Breiddin kann gerast
ein trupulleiki
Kyndil hevur mist nógv
fólk síðani teir vunnu meist
araheitið, og Hjalti heldur,
at hetta kann gerast ein
trupulleiki hjá liðnum.
- Fyrst mistu vit Jóhan
Danielsen, Josef Abra
hamsen og Marius Joensen.
Hetta var ein dyggur smeit
ur fyri okkum. Men sum
um tað ikki varnóg mikið,
so fingu vit at vita, at
Høgni Klein heldur ikki fór
at spæla fyrrenn eftir jól,
og hetta tók kanska enn
harðari upp á okkum. Høgni
var okkara spælstýrari, og
tað verður ringt at útfilla
hansara leiklut á liðnum.
Við tí í huga, at vit hava
mist so nógvar leikarar, so
er tað klárt, at breiddin kann
gerast ein trupulleiki, og tí
verður sera týdningarmikið
hjá okkum at fáa eina góða
byrjan.
Kyndil komi
seint í gongd
Ein annar trupulleiki hjá
Kyndli er, at teir eru komnir
nakað seint í gongd, og
hetta ásannar Hjalti eisini.
- Vit eru komnir nak
að seint í gongd við venj
ingina. Nú hava vit endiliga
fingið ein venjara, so nú
hyggja vit fram ímóti
kappingarbyrjan, og vóna,
at hetta ikki fer at ávirka
okkara spæl.
At enda sigur hann, at
hann væntar sær eina javnari
kapping enn undanfarin ár.
- Eg vænti, at fleiri av
liðunum vera sera jøvn.
H71 fer at fáa tað trupult,
meðan øll hini liðini fara
at berjast um fremstu
plássini. Eg vænti mær
eisini nógv av grannunum
úr Neistanum, sum hava
fingið eitt spennandi lið.
Men eitt er sikkurt, sjálvt
um Neistin og Tróndur
Kragesten kunnu fáa okkurt
gott úrslit, so vinna teir ikki
meistaraheitið, ei heldur
okkum í Kyndli.
- Vit hava mist nakrar
týðandi leikarar, tí
kann rutinan blíva
ein trupulleiki hjá
okkum í ár. Eg trúgvi
tó, at okkara ungu
leikarar kunnu føra
Kyndil til enn eitt
meistaraheitið.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hetta sigur Jónleif Sólsker,
sum er nýggjur venjari hjá
Kyndli. Jónleif hevur verið
millum bestu leikararnar í
Føroyum í nógv ár, men
nú hevur hann valt at fara
út um vøllin at stýra besta
mansliði hjá Kyndli.
- Hetta dámar mær væl.
Eg havi roynt tað fyrr, so
tað er ikki endiliga nakað
nýtt fyri meg. Eg eri spentur
til uppgávuna, sum eg havi
átikið mær, og haldi tað
vera eina stóra avbjóðing at
standa á odda fyri liðnum
hjá Kyndli.
Skjóta spælið skal
varðveitast
Stóru styrkirnar hjá Kyndli
síðstu árini hava verið ein
sterk og kontant verja og
skjótt álopsspæl. Hetta
ætlar Jónleif at halda fast
um, men hann ásannar, at
hetta kann gerast truplari
hjá Kyndli í ár, enn tað
hevur verið undanfarin ár.
- Tað hevur altíð sermerkt
Kyndil, at teir hava eina
góða
verju
og
skjótt
álopsspæl. Hetta ætla vit
sjálvandi at halda fram við,
men tað fer at gerast meir
trupult í ár. Vit hava mist
fleiri leikarar, og millum
annað Høgni Klein hevur
spælt ein stóran leiklut í
okkara álopsspæli. Har
skulu vit finna ein nýggjan
spælstýrara at taka yvir
eftir Høgna.
Ungu leikararnir
skulu taka av
møguleikanum
Kyndil hevur ikki bara
mist Høgna Klein. Teir
hava eisini mist Marius
Joensen, Josef Abrahamsen
og Jóhan Danielsen, sum
allir vóru týðandi partur
av kyndilsliðnum, sum
vann meistaraheitið síðsta
kappingarár. Jónleif heldur
hetta sjálvandi vera ein
stóran miss hjá Kyndli, men
hann sigur, at ungir leikarar
standa klárir at taka yvir.
- Høgni Klein verður vón
andi aftur til endaspælið,
men inntil tá mugu yngri
leikarar
stýra
okkara
álopsspæli. Hjalti, Rókur og
Hanus eru tríggir leikarir,
sum veruliga skulu standa
sína roynd í ár. Hetta síggi
eg tó ikki sum ein stóran
trupulleika, tí eg trúgvi fult
og fast upp á teirra evni á
vøllinum.
Hann leggur afturat, at
tað kann gerast trupult
hjá unga liðnum at byrja
við, men tað hevur stóran
týdning, at teir ikki fáa eina
alt ov vánaliga byrjan.
Kyndil er ikki
favorittur
Flest øll hava Kyndil sum
stóran favorit at endurvinna
meistaraheitið. Hetta er
Jónleif ikki heilt samdur í.
- Eg dugi ikki at síggja, hví
Kyndil skal vera favorittur.
Vit vunnu meistaraheitið
síðst, men vit hava mist
nógv fólk síðani tá. Eg
vænti, at kappingin verður
hørð ímillum liðini í ár,
og at tað eru fleiri lið, sum
kunnu vinna meistaraheitið.
Vit, VÍF og StÍF eru kanska
størstu favorittarnir, men
bæði KÍF og Neistin kunnu
lættliga taka øll á bóli í ár.
Høgni Klein
av landinum
Høgni Klein, sum bleiv ársins spælari síðsta kappingarár,
verður ikki partur av besta liðið hjá Kyndli undan jólum.
Hann er farin til Danmarkar at arbeiða, og hetta er ein
dyggur smeitur fyri Kyndil. Teir hava mist spælstýraran
í álopsspælinum, og tí mugu fleiri av yngru leikarunum
royna at lyfta spælið eftir Høgna.
Í Kyndli vóna tey tó, at Høgni Klein fer at hjálpa
teimum í endaspælinum, og at hann tá fer at stýra
Kyndli til enn eitt meistaraheitið.
Ungir leikarar við stýrisvølin
Vit ungu skulu taka ábyrgd
- Eg dugi ikki at síggja, hví Kyndil skal vera favorittur. Vit vunnu meistaraheitið síðst, men vit
hava mist nógv fólk síðani tá. Eg vænti, at kappingin verður hørð ímillum liðini í ár, og at tað eru
fleiri lið, sum kunnu vinna meistaraheitið.