Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 31 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Skúlastjóri savnaði barnaporno Fyrradagin byrjaði eitt rættarmál ímóti einum skúlastjóra í Tróndheimi í Noregi, har ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri pedofili. Á tí fyrsta rættarfund­ inum kom fram, at tann 46 ára gamli maðurin hevði meiri enn 5.000 barnapornograf iskar mynd­ir á telduni, og at hann eisini hevði tikið mynd­ir av 11 ára gomlu fostur­dóttur síni, meðan hon var nakin. Mað­urin, sum hevur mist starv­ið í skúl­anum, við­gekk at hava tikið myndirnar og at hava goymt barna­ porno­graf­iskar myndir á teld­uni, men hann helt uppá, at hann er ikki pedo­ filur. Undir kanningunum er løg­reglan eisini kom­ in eftir, at maðurin hevur neyðtikið tvær kvinn­ ur, sum hann hevur búð saman við fyrr. Kvinn­ urnar vóru doyvdar við einum ella øðrum evni, og løgreglan fann eisini 58 doyvandi tablettir í íbúðini hjá manninum, skrivar tíðindastovan ANB. Maðurin tók báðar neyðtøkurnar upp á film, og filmarnar fann løg­regl­ an í teldu hansara. Fegnast um kvettið Kom ikki Ætlanin var, at sam­ráð­ ingarnar um at fáa enda á borgarakrígnum í Uganda skuldu byrja í gjár, men tá tann fyrsti fundurin skuldi setast, var uppreistrarleiðarin, Joseph Kony, ikki at síggja. Joseph Kony hevur verið leiðari í upp­reist­ rar­herinum Harrans Mót­ støðuherur. Hesin her­ urin er kendur fyri sín ómenniskjaliga harðskap, og altjóða krígsbrots­ manna­dómstólurin ICO hevur kunngjørt, at hann vil hava fatur á Joseph Kony og næstovasta hans­ ara, Vincent Otti. Tað fekk teir báðar at fjala seg, og teir hava boðað frá, at teir koma iki til samráðingarnar, fyrr enn IOC tekur síni boð aftur. Men tað vil dómstólurin ikki. Borgarakríggið í Uganda hevur vart í 20 ár og hevur verið sera blóðugt. Tann 29. august eydnaðist tað at fáa partarnar at semj­ast um vápnahvíld. Eftir er at fáa partarnar at semjast um varandi frið, men uttan Joseph Kony eru samráðingarnar nyttuleysar, skrivar AP. Muslimarnir í Teilandi fegnast um, at her­urin hevur rikið Thaksin Shina­ watra, forsætisráðharra frá, tí teir vænta, at her­urin er betur førur fyri at loysa ósemjuna við teir muslimsku upp­ reistrarmenninar har suð­ uri í landinum. Muslimarnir í Suður­ teilandi krevja at fáa sjálvsstýri, men stjórn­ in hjá Thaksin hev­ur sett hart ímóti hørð­ um og hevur sent ser­ vand­ar herdeildir eftir uppreistrarmonnunum. Nú vænta muslimarnir eina broyting, tí her­ ovast­in, sum hevur evsta valdið nú, er muslimur. Hann hevur tó ikki givið muslimunum nakað lyfti, men sigur, at Teiland skal hava eina nýggja grund­ lóg. Eins og aðrastaðni í Teilandi hevur tað verið friðarligt í teimum mus­ limsku økjunum, síðani herurin tók valdið fyrr í vikuni. Eygleiðarar siga, at flestu teilendingar tykj­ ast góðtaka kvettið, sjálvt um umheimurin hevur for­ dømt tað. Eitt nú hevur amerikanska stjórnin sagt, at kvettið kann hava við sær, at amerikanska hjálpin til Teilands verður steðgað. Kvettið er eitt afturstig fyri demokratiið, siga Hvítu Húsini. – Vit eiga als ikki at lova eftirlits­ monnum umborð á trolararnar (russiskur trolaraskipari) Fyri einum lítlum ári síðani stakk russiski trolarin ”Elektron” av við tveimum norskum eftirlitsmonnum umborð. Skiparin sigur, at hann hevði gjørt tað sama aftur. Valerij Jarantsev, skipari, var í gjár í rættinum í Murmansk, tí hann er ákærdur fyri at hava borið fiskiveiðisáttmálan millum Noreg og Russland. Í fyrra lagi er hann ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga við Svalbard, og í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at rýma undan norsku sjóverjuni við tveimum norskum eftir­ litsmonnum umborð. Tann seinna ákæran er tann álvar­ ssama, tí verður skiparin funnin sekur, kann hann fáa upp í fimm ára fongsul. Men tað órógvar hann ikki. - Eftirlitsmenn eiga als ikki at sleppa umborð á trolararnar. Hevði eg ikki lovað teimum umborð, hevði eg ikki staðið her í dag. Men eg ivist ikki í, at eg hevði gjørt júst tað sama eina aðru ferð, segði tann 52 ára gamli skiparin í rættinum. Hann vildi eisini vera við, at hann hevði boðið norsku sjóverjuni at seta bát út, so teir kundu fáa eftirlitsmenninar aftur, men at sjóverjan tók ikki av. Hetta avsanna norðmenn. Fangar í fýra samdøgur Tað var tann 15. oktober í fjør, at sjóverjuskipið ”Tromsø” setti tveir menn umborð á ”Elektron”, sum royndi við Svalbard. Kanningarnar vístu, at trol­ arin royndi við ov smáum meskum, og skiparin fekk boð um at sigla til Tromsø. Russiski skiparin játtaði at gera eftir boðunum, men brádliga koyrdi hann fulla ferð á og setti kós ímóti russiskum sjógvi. Í fýra samdøgur sigldu fýra norsk sjóverjuskip aftan á trolaranum, og ikki fyrr enn trolarin var komin í russiskan sjógv, sluppu teir báðir norsku eftirlitsmenninir av skipinum. Norsku myndugleikarnir ætlaðu at leggja sak ímóti skiparanum og reiðarínum, men russiska ákæruvaldið valdi at stevna skiparanum. Rættarmálið í Murmansk byrjaði í gjár. Fleiri eru til reiðar at taka við starvinum sum aðal­ skrivari í ST, men tað kann taka drúgva tíð at finna tann rætta. Á skrivstovunum á ST- høvuðsborgini í New York verður dúgliga tutlað um, hvør skal taka við sum aðalskrivari á nýggjárinum, tá Kofi Annan fer frá. Higartil hava fimm boð­ið sær til at taka við, og av teimum ty­k­ist suð­urkoreanski uttan­ ríkis­ráðharrin, Ban Ki- Moon, hava teir frægastu møguleikarnar. Men hann fær ætlandi harða kapping, tí øll hini fýra evnini eru eisini úr Asia. Trygdarráðið hevur longu havt eina loyniliga atkvøðugreiðslu um aðal­ skrivarastarvið, og ta ferðina fekk Ban Ki-Moon 14 av teimum 15 atkvøðunum. Tann stóri spurningurin er, hvør tað var, sum ikki atkvøddi fyri honum. USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland hava sýtingarrætt, og var tað eitt teirra, sum ikki atkvøddi fyri Ban Ki- Moon, verður hann neyvan aðalskrivari. Men slíkt kann taka tíð, og soleiðis var eisini, tá Kofi Annan bleiv valdur í 1966. Ikki fyrr enn tann 13. desember samdust tey fimm londini um, at hann skuldi taka við tann 1. januar í 1997. Kofi Annan fer frá á nýggjárinum Leita eftir eftirmanni til Kofi Annan – Eg hevði gjørt tað aftur