hósdagur 21. september 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 182 - 21. september 2006
Skeið um Recovery
Altjóða
psykiatridagin
10.
oktobur
skipa
Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin og Sinnisbati
fyri skeiði um Recovery, sum merkir ein møguleiki
at koma víðari.
Skeiðið verður hildið í Veitsluhøllini á Landssjúkra
húsinum.
Skeiðhaldarar eru Karin Dyhr og Jan Nielsen.
Karin Dyhr hevur verið innløgd meira enn 70 ferðir.
Sjálv sigur hon, at hetta er úrslitið av tí seksuella
misbrúkinum av henni gjøgnum allan barndómin.
Jan Nielsen er sjúkrarøktarfrøðingur og var deildar
leiðari á deildini har Karin var innløgd. Hann var
hennara terapeutur í meira enn 10 ár.
Tú kansk fáa meira at vita um evnið á
www.glaspigen.dk
Meira um skeiðið fæst at vita á www.lsh.fo ella á tlf.
30 45 00 lokal 4170 ella 4021.
Tilmelding á sinnisbati@sinnisbati.fo seinast 3.
oktobur 2006. Tilmeldingin er bindandi.
Prísur fyri skeiðið er kr. 1.200, og skal gjaldast við
tilmelding á konto nr. 91811469438.
Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin
og Sinnisbati
Sjálvsognarstovnurin
ALV
Alv søkir eftir 2-3 fólkum til nýggju sølubúðina
á Vaglinum, Tórshavn.
Eftir ætlan letur sølubúðin upp aftur í oktobur
undir heitinum »Handil og Kaffi«. Umframt sølu av
framleiddum lutum frá ALV verkstaðnum og frá
fólkum runt um landið, verður eisini skipað fyri sølu
av ymiskum sløgum av vælbryggjaðum kaffi.
Vit ynskja at
• Tú ert skjót/-ur, rólig/-ur og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt, samstundis sum tú er fyrikomandi
og hevur sans fyri at samskifta við kundan
• Tú hevur áhuga og royndir innan handil og
servering og er sinnaður at læra nýtt
• Tú dugir at tosa danskt og enskt
• Tú hevur kunnleika til handgjørdar vørur.
Arbeiðsviðurskiftir
Eftir ætlan verður handilin opin allar dagar í vikuni
frá kl. 10.00 til 22.00. Sunnudag frá kl. 14.00 til 22.00.
Talan verður helst um størv niðursetta tíð, ið eru
vælegnaði til tín, ið hugsar um eitt lættari starv.
Størvini verða at byrja umleið 6. oktober 2006 ella
skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Óluvu
Hermansen, leiðara á tlf. 513385.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
29. septembur 2006.
Sjálvsognarstovnin ALV
Boks 301
110 Tórshavn
Kunngerð
um framløgu av broytingaruppskoti av býarskipan
og byggisamtykt fyri Nes kommunu.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 av 21. mai 1954
við seinni broytingum, hevur kommunustýrið á
fundi hin 21. juni 2006 samtykt at gera broytingar
í býarskipanina og byggisamtyktina fyri Nes
kommunu.
Nes
Broytingin á Nesi umfatar nýtt C4-øki á matr. nr. 56
og nýtt D5-øki á matr. nr. 155, sunnan fyri matr. nr.
56 Nes bygd.
Toftir
Broytingin á Toftum umfatar nýtt B-øki á matr. nr.
264a og nýtt B-øki sum umfatar matr. nr. 409, 410,
412, 367 og 375a og eitt nýtt D2-øki ið umfatar
matr. nr. 304, 410, 411, 413, 415a, 367 og 376a.
Broytingarnar eru lýstar við litaðum kortum
og uppsløgum, sum eru til skjals á Teknisku
deild á kommunuskrivstovuni í vanligu upp-
latingartíðunum frá 20. september til 11. oktober
2006.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu skrivliga vera kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 20. desember 2006.
Nes Kommuna
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Nú í tosað verður um
samferðslukervið á megin
økinum og tunnlar sum
kostað tætt at milliardini
at gera og sum skulu
verða sjálvfíggjandi, - so
er hetta nakað sum ber til
í meginøkinum orsakað
av
ferðslutíttleikanum
og mongdini av bilum og
flutningsaktivitetinum sum
allur er konsentreraður um
Skálafjørðin og Kollafjørð
/Tórshavn.
Næsta stóra ætlaða al
menna projektið er Sand
oyartunnilin sum kemur at
knýta Sandoynna til megin
økið.
Tá hendan ætlan er framd
er Suðuroyggin einasta
stóra oyggj, sum ikki er
samanbundin við restina av
meginlandinum og tí krevst
eisini at hon virkar sum ein
sjálvstøðug eind í Føroyum
og at alt infrakervið og
umstøðurnar at livað og
virkað eru eins góðar og í
restini av landinum – ella
kanska betur fyri at fáa fólk
at trívast.
At Suðuroyggin endiliga,
eftir tos um hetta í nógv ár er
í gongd við tunnilin millum
Øravík og Hov er gott fyri
oynnað og fólkið og kemur
at lættað munandi hjá
mongum at sleppa undan
at koyra um hovseggina til
og frá arbeiði. Fyri flutning
við tungum góðsi er hetta
eisini ein ótrúlig forbetring
og tryggleiki tað at sleppa
undan hovsegg. .
At Hovstunnilin verður
gjørdur skal ikki verða
einstýðandi við at nú er
liðugt at gera tunnlar í suðri
og at suðringar nú hava
fingið nokk, enn er langt á
mál. Sí talvu.
Politikarar sum hava verið
valdir í oynnið ígjøgnum
ártíggjir, hava til hvørt ein
asta val lovað at nú skuldi
Fámjinstunnilin gerast, men
ak - hvørja ferð stemmunar
eru taldar so er tunnilin
eisini gloymdur – til næsta
val so kemur hann úr aftur
mjølposanum.
Tó skal sigast at nakrar
fáar hundrað túsund hava
verið játtaðar til bori
kanningar,- ilt var annað!!
Hesin tunnil er líka
umráðandi fyri yvirlivilsi
hjá Fámjin og at fáa ung
dóm og familjur at støðast
og festa búgv har, sum sand
oyartunnilin er fyri Sand
oynna og fólkið har, tað
eiga vit ikki at gloyma.
Tað eru gjørdar 3 alterna
tivar linjuføringar til hendan
tunnil uppá ávíkavist 564
m, 769 m og 897 m undir
Øravíksskarði.
Tann prísur sum er
nevndur og sum er ávirkaður
av um alternativ. 1 ,2 ella 3
verður tikið millum 38 og
48 mill fyri liðugan tunnil
og millum 31 og 38 mill
fyri parvís lidnan tunnil. .
ØLL ÚTGERÐIN
NÆRMAST À
STAÐNUM
Nú meðan øll útðgerðin hjá
Ístak er á staðnum og er
arbeiðsstøðin fáar minuttir
frá staðnum har linjuføring
til hendan tunnilin er, so
átti samgongan at brúkt
vanligt vit og skil og og um
ikki annað so borað sjalvan
tunnilin ígjøgnum, um ikki
ráðini eru til at gera allan
tunnilin lidnan.
Tað frættist annars nú,
at í samband við gerð av
Øravik –Hovstunnlinum eru
sneiddur somikið vesturiyvr
at tað eru smáir 800 m
úr hesum tunnlinum til
nærmasta íbindandi vegalið
til Fámjins, so kanska skuldi
verið umhugað at gjørt ein
síðutunnil vesturyvir til
Fámjinsvegin?. Tað eigur
straks at hyggjast at hvat
hetta vildi kostað.
Uppgraderingar og lúkan
av trygdarkrøvum og
viklíkahaldið av
Hvalbiartunnilin, Sand
víkstunnilin og Sumbiar
tunnilin:
Hvalbiartunnilin, sum var
fyrst gjørdi tunnil í Føroy
um og harvið eisini ein av
teimum gomlu tunnlunum,
sum ikki er gjørdur til teir
normar sum ídag eru kravdir
fyri tunnlar í hædd ,breidd,
ljós,bruna og ferðslutrygd
osfr. eigur at verða upp
raðfestur í samband við
viðlíkahald og eigur at
verða havt í hugað antin
at fáa tunnilin hækkaðn
og breiðkaðan so at vanlig
lastbila -og bussferðsla
kann ferðast gjøgnum hann
- ella alternativt verður
gjørd ein kostnaðarmetan
av hvat er bíligari at gera
nýggjan tunnil ella víðka
núverandi.
Tað hevur í mong ár
verið ein stórur trupuleiki
fyri t.d fiskaflutningin úr
Hvalba at tunnilin ikki
hevur havt neyðuga hædd
fyri lastbilar.
Sandvíkstunnilin er í sama
bási sum hvalbiartunnilin
og eigur eisini at verða
uppraðfestur í smb.við við
líkahald. Sí talvu.
Sumbiartunillin:
Sí talvu.
Hesin tunnil er ongantí gjørd
ur liðugur og er neyðugt at
fáa hann gjørdan so hann
líkur trygdarkrøvini.
Har er m.a. onki ljós og
hendir ein vanlukka so er
onki samband og ongar
neyðtelefonir.
Sjálvur koyribreytin hev
ur harliga brúk fyri at blíva
asfalterað skjótast.
Viðlíkahalds raðfestingin
fyri tunnlarnar ørkymlar:
Tað ørkymlar ikki sørt
meg sum tingmann fyri
Suðuroynna at síggja at t.d.
Gásadalstunnilin fær allar
neyðugar installatiónir og
verður gjørdur heilt liðugur
eftir forskriftunum, alt
meðan bæði Hvalbiar og
Sumbiartunnilin sum hava
nógva
dagliga
ferðslu,
liggja sum eitt skendsil fyri
infrakervið og føroyska
tunnilsgerð.
Hetta ber snøgt sagt ikki
til og skal raðfestast fremri
enn nú er gjørt.
Eitt gott infrakervið er ein
av teimum mest umráðandi
faktorum fyri trivnaði og
livilíkindum bæði sosialt og
vinnuliga á útoyggj, karm
arnir mugu verða tryggir
og eiga vit at raðfesta neyð
ugu upphæddirnar á fíggj
arlógini til hetta økið.
Politiskt eiga hesir oman
fyri nevndu tunnlar at rað
festast frammarliga og væl
meira frammaliga enn teir
eru í løtuni.
Teir politikarar sum bein
leiðis og óbeinleiðis hava
tilknýti til Suðuroynna á
løgtingið eiga saman við
restini av ting- og sam
gongumanning, at virka
fyri at omanfyri nevnda
verður framt í verkið.
Suðuroyggin og tunnlarnir her
løgtingsmaður
Johan
Dahl
FÁMJINSTUNNILIN
1. Fólkatal og broytingar :
1. januar
1985 1990
1995
2000
2001
2002 2003
2004
2005
2006
Fámjin
127
126
125
116
111
113
110
110
114
117
Fólkatal:
1. januar
1985 1990
1995
2000
2001 2002
2003
2004 2005 2006
Hvalbiar
Kommuna
828
836
786
776
762
763
767
770
778
762
Fólkatal í Sumbiar sókn: Sumba, Lopra og Akrar:
1. januar
1985 1990
1995
2000
2001 2002
2003
2004 2005 2006
Sumbiar sókn
542
515
453
403
407
433
428
410
390
381
viðmerkingar