hósdagur 21. september 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 21. september 2006
33
lýsingar
Stuðul frá
Nordplus – Mál
Nordplus Mál skal menna málfatanina og mál
felagsskapin millum norðurlondini og styrkja
altjóða støðuna hjá málunum.
Nordplus Mál er ein skipan, sum er ætlað at vísa
á týdningin av, at tey norðurlendsku málini verða
styrkt, soleiðis at norðurlendskt samstarv eisini í
framtíðini verður á norðurlendskum málum.
Stovnar, feløg og persónar kunnu søkja um stuðul
til tiltøk og verkætlanir, sum fremja fatanina av norð
urlendskum málum.
Í 2007 verða hesi øki raðfest:
• Átøk,
sum
styrkja
um
støðuna
hjá
norðurlendsku málunum
• Tiltøk, sum hjálpa til at skilja grannamál
• Tiltøk, sum styrkja um kunnleikan hjá
norðurlendingum til finsk og onnur ikki
skandinavisk mál
• Samstarv og menning innan máltøkni
Stuðul verður latin til hesi endamál:
• Skeið og ráðstevnur
• Gransking og kanning
• Orðabóka og terminologiarbeiðið
• Undirvísingartilfar og útgávur
• Máltøkni verkætlanir
• Uppbygging av netverkum við denti á mál og á
upplýsingararbeiðið
Umsóknarfreistin til Nordplus Mál er 16. oktober
2006.
Umsóknarfreistirnar til hinar Nordplus-skipanirnar
eru:
Nordplus Vaksin 1. oktober 2006
Nordplus 1. februar 2007
Nordplus Junior 15. mars 2007.
Meiri fæst at vita á
www.ciriusonline.dk/nordplussprog
ella frá Altjóða Skrivstovan í Tórshavn, tlf. 322065 ·
email:ask@ask.fo · www.ask.fo
Stuðul frá
Nordplus – Vaksin
Nordplus vaksin er ætlað at menna samstarvið
fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksn-
um.
Stuðul verður veittur til flytføris- og samstarvs-
verkætlanir, sum kunnu menna nýggj hugskot,
háttaløg (metodur), tilfeingi, partar av skeiðum
o.tl. Bæði luttakarar og lærarar kunnu vera við í
samstarvinum. Harafturat verður stuðul veittur til
at kunna um royndir hjá hvørjum øðrum, til
kortlegging og útgreining av ávísum økjum og til
at byggja nýggj netverk upp.
• Stuðul kann t.d. verða veittur til fyrireik ing-
ar til verkætlanir at fyrireika vitjan hjá undir-
vísarum og øðrum við ábyrgd fyri frálæru.
• Stuðul kann verða veittur til uppihald í sam-
band við eftirútbúgving, lestur ella undir-
vísing hjá lærarum og øðrum og til skifti
millum luttakarar í fólkaupplýsing og í
undir vísing fyri vaksin.
Málbólkurin fyri Nordplus Vaksin er:
• Stovnar, sum arbeiða við læru fyri vaksin.
• Fólkaupplýsing og vaksnamanna útbúgv-
ing, bæði almennar útbúgvingar, yrkisút-
búgvingar og serundirvísing.
• Sjálvbodnir felagsskapir og feløg.
Umsóknarfreistin til Nordplus Vaksin
er 1. oktober 2006
Umsóknarfreistirnar til hinar
Nordplus-skipanirnar eru:
Nordplus Junior Umsóknarfreist: 15. mars 2007
Nordplus Mál Umsóknarfreist: 16. okt. 2006
Nordplus
Umsóknarfreist: 1. februar 2007
Meira fæst at vita á
www.ciriusonline.dk/nordplus-voksen
ella hjá Altjóða Skrivstovuni í Tórshavn.
Tlf. 322065 · e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo
Verkfrøðingur/
byggifrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi, byggifrøðingi ella
starvsfólki við líknandi útbúgving ella royndum.
Førleiki at tekna við AutoCAD ella møguliga øðrum
CAD forriti er ein fyritreyt. Tað er ein fyrimunur, um
tú hevur royndir innan okkara virkisøki, sum er
vatnveiting, kloakering og HVS-installatiónir.
Martin E. Leo Sp/f
Ráðgevandi verkfrøðingar · tlf. 311488 · fax 315488
Tórsgøta 24 · 110 Tórshavn · t-post: martin@mel.fo