Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 183 - 22. september 2006 lýsingar Pf. Postverk Føroya stendur á gáttini til eina nýggja, spennandi og avbjóðandi framtíð, nú stovnurin er um- skipaður til partafelag. Pf. Postverk Føroya søkir í tí sambandi eftir sølu- og marknaðarstjóra, sum fær høvuðsuppgávuna at mynda og samskipa sølu felagsins úr enda í annan. Starvið sum sølu- og marknaðarstjóri er beinleiðis avleiðing av strategisku menningini, ið er sett í gongd á Pf. Postverki Føroya. Nýggi sølu- og marknaðarstjórin fær stóra ávirkan á, hvussu sølu- og marknaðararbeiðið skal mennast, og fyrsta avbjóðingin verður at seta á stovn sølu- og marknaðardeild, har eisini vørumenning og branding hoyra til. Tú tekur virknan lut í stjórn felagsins og fært tískil beinleiðis ávirkan á tær framtíðarstrategiir, ið verða lagdar fyri fyritøkuna. til Pf. Postverk Føroya Sølu- og marknaðarstjóra Umsókn Áhugað eru vælkomin at ringja til Sofus Clementsen stjóra á tlf. 23 61 31 fyri at fáa meira at vita um starvið. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir við hóskandi prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi fyri 16. oktober 2006 og skulu sendast til: Pf. Postverk Føroya att: Sofus Clementsen Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella um teldupostin til : postur@postur.fo Pf. Postverk Føroya · Óðinshædd 2 · FO-100 Tórshavn · Tlf: 34 60 00 · Fax: 34 60 01 · postur@postur.fo · www.postur.fo Søkt verður eftir Tú hevur í minsta lagi 5 ára hóskandi starvsroyndir, og tað er ein treyt, at tú kanst vísa á úrslit innan sølu og leiðslu. Títt eyðkenni er m.a., at tú røkkur tey mál, tú setur tær. Tú dugir væl at fáast við fólk, og hevur sostatt lætt við at skapa støðugt samband við viðskiftafólk og -stovnar. Tú sært møguleikar heldur enn forðingar, samstundis sum tú ert før/ur fyri at arbeiða á ein bæði skapandi og ítøkiligan hátt. Umframt hóskandi útbúgving hevur tú kanska eisini royndir innan CRM, og hevur greiða fatan av møguleikunum innan KT. eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv í umhvørvi við nýmótans leiðsluhátti. Talan er um eitt krevjandi starv, og tí bjóða vit tær eina góða løn, samsvarandi førleika og royndum. Uppgávan Førleiki Pf. Postverk Føroya bjóðar tær Pf. Postverk Føroya