fríggjadagur 22. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
5
tíðindi
Gera spennandi
roynd á Tvøroyri
– Vit vita ikki, hvat vit eru
farin í holt við, men eydn
ast tað, kann tað verða til
nakað stórt.
John Nielsen, virkisleið
ari hjá Føroya Fiskavirking
í Suðuroy er ómetaliga
spentur upp á eina nýggja
roynd, sum Fiskavirking er
fór undir í morgun.
Royndin verður gjørd í
samstarvi við Framherja á
Toftum.
Í hesum sambandi kom
risastóri Fagraberg á Tvør
oyri í morgun við eini
stórari last av kongafiski.
Tey, sum ikki komast við
navnið Fagraberg beinan
vegin, minnast, at hetta er
skipið, sum fyrr nevndist
Krúnborg.
Hetta er eitt skip, sum
altíð hevur fiskað sild,
makrel, svartkjaft o.s.fr..
Men hendan seinasta túr
in hevur Fagraberg fiskað
eftir kongafiski í altjóða
sjógvi norðanfyri Føroyar.
At Fagraberg nú eisini er
farin at fiska kongafisk, er
ein spennandi roynd í sær
sjálvum og tað er ikki
minni spennandi at fáa eitt
so stórt skip inn á Tvøroyri,
fullfermt av fiski.
Til stuttleika kann nevn
ast, at hann hevur fiskað í
akkurát hesum økinum
norðanfyri, sum Føroyar,
Ísland og Noreg mikudagin
skrivaðu avtalu um at býta
ímillum hesi trý londini.
Og fiskiskapurin hevur
hepnast væl tí tá ið Fagra
berg kom á Tvøroyri høvdu
teir 180 tons av kongafiski
í lastini og tey hevur Fiska
virking gjørt klárt at taka
ímóti.
Vita ikki rættiliga
Men tað, sum virkisleiðar
in hjá Fiskavirking er so
spentur uppá, er, hvussu
tað fer at eydnast at virka
hendan fiskin.
– Vit vita í veruleikanum
ikki rættiliga, hvat tað er,
vit hava keypt. Vit vita, at
talan er um kongafisk. Vit
vita, at hann líkist konga
fiski í Irmingarhavi og vit
vita, at hann er smáur,
sigur John Nielsen.
Og, tað, sum verður av
bjóðingin hjá Fiskavirking,
er at vita, um tað ikki ber
til at fáa lønandi vinnu
burturúr.
Men av tí, at teir ikki
vita, hvussu tað gongst at
virka fiskin, eru teir heldur
ikki heilt greiður yvir, hvat
Fagraberg fær fyri lastina.
– Tað er torført at siga
enn, tí vit vita ikki, hvat
fæst burturúr, sigur John
Nielsen.
Á Fiskavirking á Tvør
oyri er ætlanin at skera
hann til flak og saga hann í
blokk.
Blokkurin verður so førd
ur til Havnar, har hann skal
sagast upp til útflutnings.
Og til hetta arbeiði, er
ætlanin at fáa alla mann
ingina hjá Fiskavirking á
Tvøroyri til arbeiðis hesa
lastina.
Ætlanin er at arbeiða í
trýskiftisvaktum, allan sól
arringin runt og tilsamans
verða tey eini 80-100 fólk
til arbeiðis
Væntandi fer tað at taka
alla næstu viku at arbeiða
allan fiskin.
Men John Nielsen væntar
ikki, at tey klára at arbeiða
alt undan á Tvøroyri og tí
verður helst neyðugt at føra
ein part av kongafiskinum
til Havnar til virkingar.
Kann fáa stóran
týdning
Hann sigur, at hepnast
hendan royndin væl, kann
hetta fáa stóran týdning.
– Hetta er ein roynd, vit
gera saman við reiðara
num. Og eydnast royndin
væl, eru vit til reiðar at
taka ímóti meiri av hesum
kongafiskinum á Fiska
virking og tað kann fáa
stóran týdning fyri virkið á
Tvøroyri og arbeiðsfólki
her.
Tá ið teir fyrstu kassarnir
vóru komnir í land og inn á
virkið, var hann bjart
skygdur og hann hevði
góðar vónir um, at tað fer
at bera til at fáa lønandi
vinnu burturúr.
Stóri spurningurin verð
ur helst um tað ber til at fáa
so nógv burturúr, at eisini
Fagraberg fær nøktandi
prís fyri fiskin, men tað
vita tey so ikki enn.
Í dag tekur Fiskavirk
ing á Tvøroyri ímóti
eini stórari last av
smáum kongafiski úr
altjóða sjógvi. Hetta
hava tey ongantíð
roynt áður, men
eydnast tað væl,
kann tað fáa stóran
týdning fyri virkið
og arbeiðsfólkið.
Og tá ið teir fyrstu
kassarnir vóru
fingnir inn á virkið,
var virkisleiðarin
bjartskygdur
Fiskivinnuroynd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fagraberg og Fiskavirking á Tvøroyri
eru farin undir eina roynd, sum tey eru
ógvuliga spent upp á. Gongst væl, kann
tað kasta rættiliga nógv arbeiði av sær á
Fiskavirking á Tvøroyri
Bjarni Hansen á Fiskavirking
á Tvøroyri við tveimum
kongafiskum av Fagraberg.
Fiskurin er smáur og nú
verður bíðað í spenningi eftir
um tað ber til at virka hann
so, at bæði virki og skip fáa
nøktandi úrtøku
BÓKHALDARI
P / F FA R O E S E A F O O D T Ó R S H AV N
V E S TA R A B R Y G G J A · F O - 1 0 0 T Ó R S H AV N
T L F. 3 5 5 5 5 5 · T E L E FA X 3 1 2 6 3 1
Søkt verður eftir einum bókhaldara, at byrja sum skjótast.
Persónurin vit leita eftir, hevur hóskandi útbúgving sum t.d. skriv-
stovuútbugving ella líknandi. Arbeiðsroyndir við bókhaldsskipanina
Axapta er ein fyrimunur.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Løn sambært avtalu
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens Paula á telefon
594001
Umsóknarfreistin er 29. september.
Á P/F Tórshavnar Skipasmiðju starvast um 300 fólk við at veita tænastur og sølu av eykalutum til
skipaflotan og vinnuna á landi. Hesar tænastur fevna um stál, aluminium, timbur, máling,
beding, mekaniskar tænastur, tekniska ráðgeving og beinleiðis søla. Skipasmiðjan hevur deildir í
Tórshavn, á Skála, í Vestmanna og í Runavík.
Nú nýbygningsvirksemið er økt,
søkja vit eftir verkfrøðingi til
teknistovuna á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Teknistovan er mannað við skips-
og maskinverkfrøðingum umframt
tekniskum teknarum og húsast, við
sínum 12 starvsfólkum, bæði á
Skálafjørðinum og í Havn.
Ert tú skips- ella maskin-
verkfrøðingur og kanska eisini
útbúgvin sum skipsførari ella
maskinmeistari, ert tú allarhelst
tann, vit sóknast eftir.
Arbeiðsuppgávur tínar verða í
høvuðsheitum:
- at tekna skipstekniskar tekningar
(maskin og/ella stál) í forritinum
Inventor/Autocad
- at gera skiptekniskar útrokningar,
Verkfrøðingur
so sum stabilitets- og styrkis-
útrokningar
- at samskifta við Skipaeftirlit/
klassa, veitarar og kundar
- at leggja til rættis og leiða
verkætlanir.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndir skal sendast til:
Tórshavnar Skipasmiðju
Postboks 65
FO-110 Tórshavn
Stílað: Thormund Johannesen,
tekniskur leiðari,
og verða okkum í hendi í seinasta
lagi 1. oktober 2006.
Nærri upplýsingar fáast hjá
Thormundi Johannesen,
telefon +298 501 131 ella
thormund.johannesen@faroeyard.fo
Tórshavnar Skipasmiðja
J.C. Svabosgøta 31
Postboks 65
110 Tórshavn
Tel +298 30 11 00
Fax +298 30 11 01
info@faroeyard.fo
www.faroeyard.fo