Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 183 - 22. september 2006 tíðindi Fyrst vendu teir eyguni móti Eystrasalti, og nú standa Bulgarien og Rumenien fyri túri. - Vit hava gott fólk í okkara hópi, sigur Niels Stórá, fyritaksstjóri í Lagerinn í Reykjavík. Handilslív Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Reykjavík/Europa: Tað er einki oyðslut á skrivstovuni hjá Niels Stórá. Hon er í eini langari long við hópin av skriv­ stovubygningum. Heldur ikki her er talan um nakað oyðsl av nøkrum slagi Kortini er hetta ein skriv­ stova, har stórar ætlanir verða lagdar. Og eisini ein skrivstova har stórar ætlanir verða framdar í verki. Á skrivstovuni hanga m.a. kort yvir tvey av londunum í Europa, sum Lagerinn- fyritøkan í Reykjavík hevur sett fokus á – Rumenien og Bulgarien. Her er ætlanin at gera eitt handilsligt ar­beiði. Kortini á vegginum eru haraftrat prýdd við tekni­ stiftum í ymiskum litum. Hvør litur sigur frá, hvussu langt ein er komin í hesi verkætlanini. Niels Stóra peikar á býin Oradea, sum liggur í útnyrðingspartinum av Rumenia. Fyri mong er hetta ein púra ókendur býur, men fyri Niels Stóra er hetta ein sera áhugaverdur býur, sæð við handilseygum. - Her ætla vit at lata upp okkara fyrsta handil á rumenskari jørð. Tað gera vit í november mánaði, sigur Niels Stórá, sum er fyritaksstjóri í Lagerinn. Hetta er ein av fyritøkun­ um hjá Jákupi á Dul í Íslandi. Teir hava nógv spennandi vinnuligt virksemi í Íslandi, men hava eisini dugað at vent eygunum út í heim! Royndir og kunnleiki Áðrenn Niels yvirhøvur fór at samstarva við Jákup á Dul lærdi hann til bakara hjá Frants Restorff í Havn. Hann er upprunaliga ætt­ aður úr Skopun, men fór til Havnar at læra til bakara. Hetta handverkið gjørdist kortini ikki tað, sum hann nú hevur mestu royndirnar í. Seinastu fimm árini hevur hann arbeitt við at byggja upp og stovnseta handlar í Eystrasalti. Hetta hevur hann gjørt út frá teimum royndunum, hann hevur sum rakstrarleiðari í handlunum í Íslandi. Tá dyrnar vórðu glopp­ að­ar fyri útlendskum fyri­ tøkum í Letlandi, fall tað líkasum í hansara lut at kanna møguleikarnar fyri at fara undir handilsligt virksemi í hesum landi og hesum partinum av Eystur- Europa. - Hetta hevur so verið gjørt út frá teimum royndunum og kunnleikanum, sum eg havi til konseptið heryviri. - Eg visti tí, hvat eg hevði at halda meg til, sigur Niels Stórá. Bíligari enn kappingarneytin Tá ein soleiðis byrjar virk­ semi í fremmandum landi, eru ávís viðurskifti og ávís lyklatøl sum ein eigur at taka við í metingarnar. - Hjá okkum er tað so, at vit vita hvat vit kunnu keypa vørurnar inn fyri. Og vit vita eisini, hvat vit kunnu selja vøruna fyri. - Spurningurin er so, um vit klára at selja vørurnar bíligari enn tey sum vit kappast við. Megna vit tað, kunnu vit tað sama reka ein handil sum aðrir, greiðir Niels frá. Við royndum teirra í Eystrasalti hava teir tí vent eyguni ímóti tveimum øðr­um londum í Eystur- Europa – Rumenien og Bul­ garien. Har er ætlanin at reka handlar og hava fastar ognir. Hesa seinastu tíðina hava teir arbeitt ídnir við at finna fram til hvørji støð og býir ein átti at fara í holt við í Rumenien. Tá vit hittu Niels á skriv­ stovu hansara í farnu viku, riggaði hann til at fara eina ferð til Rumenien í hesi vikuni. Miðað verður nevniliga eftir at lata upp ein handil her í november mánaði. Røttu hølini Hesin handilin letur upp í býnum Oradea, sum liggur Tað ræður um at vera bíligari enn hinir - Vit hava góðar royndir við handlum í Eystrasalti. Nú standa Bulgarien og Rumenien fyri túri, sigur Niels Stórá