fríggjadagur 22. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
7
tíðindi
í útnyrðingspartinum av
landinum. Hetta er sam
stundis ein marknaðarbýur
við grannalandið Ungarn.
Høvuðsstaðurin Bucarest
er eisini ein áhugaverdur
býur í hesum sambandi,
men trupulleikin er bert
hann, at leiguprísirnir har
eru sera høgir.
- Tað vísir seg tí at vera
trupult at finna tey røttu
hølini í hesum býnum beint
nú, sigur Niels Stórá.
At tað yvirhøvur ber til
at fara undir handilsligt
virksemi so langt frá heim
landinum er bert orsakað
av einum: Tað veldst alt
um fólkið ein hevur rundan
um seg.
Men sum skilst á lagnum
eru tað júst slík fólk, sum
Niels og Jákup hava í sínum
hópi!
Spurningur
um inntøku
Hesin
nýggi
handilin
í Oradea í Rumenien er
kortini ikki fyrsti handilin
í
hesum
partinum
av
Europa.
Í november mánaði í fjør
lótu teir upp fyrsta handilin
í Bulgarien. Men hetta
verður ikki tann einasti
– og seinasti.
At teir í fyrstu syftu bert
lótu tann eina handilin upp
her var mest fyri at fáa
nakrar royndir við, hvussu
umstøðurnar eru í landinum
eru.
- Vit ynsktu m.a. at vita,
hvussu tað var at fáa vørurnar
avgreiddar
í
tollinum,
hvussu viðurskiftini vóru
við flutningi og onnur viður
skifti, sum hava týdning
fyri okkum, sigur Niels.
Teir hava stórar ætlanir í
hesum økinum, og vænta
at hava einar 20 handlar her
um eini 4-5 ár.
Í Eystrasalti – tað er:
Letland, Lithauen og Est
land – hava teir í løtuni 18
handlar, og tá hetta árið
er at enda komið er talið
vónandi vorðið enn størri.
- Alt er ein spurningur
um inntøku. Ofta er støðan
hon, at inntøkurnar eru í
høvuðsstaðnum og teimum
stóru býunum.
- Skal ein út í provinsina,
krevur ein at vera bæði tolin
og varin, sigur Niels Stórá.
1 ár gjørdist til 16
Niels Stóra og Jákup á Dul høvdu hitt hvønn annan nakrar ferðir,
áðrenn samstarvið teirra millum veruliga byrjaði. Seinni varð Niels
so settur í starv her.
At fara til Íslands var kortini ikki ókent fyri Niels. Hann hevði
verið har nakrar ferðir í samband við tær kristnu barnalegurnar sum
verða fyriskipaðar á einum staði sum eitur Ástjørn.
Her hava fólk frá Brøðrasamkomuni í Føroyum hjálpt til á
legunum, m.a. Niels sjálvur og kona hansara, Andrea sum er dóttir
Arnstein Niclasen í Havn.
- Vit vóru saman her eini tvey summur, og so avgjørdu vit at flyta
til Íslands, fyri líkasum at vita um vit fóru at trívast her.
- Vit ætlaðu bara at vera her í eitt ár, men nú hava vit verið her í
samfull 16 ár!, staðfestir Niels.
Her í norðara parti av Rumenien liggur býurin Oradea. Her lata teir upp fyrsta handilin í
november mánaði
Havnar Arbeiðs
mannafelag og
Fíggjarmálaráðið
skrivaðu undir
nýggjan sáttmála
um arbeiðsøkið
hjá portørum og
ambulansustarvs
fólki. Hetta stendur
í tíðindaskrivi frá
Fíggjarmálaráðnum
í dag. Har verður
eisini staðfest, at
teir einans kunnu
gera ein sáttmála á
hvørjum arbeiðsøki
SÁTTMÁLASEMJA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fíggjarmálaráðið
og
Havnar
Arbeiðsmanna
felag undirskrivaðu í dag
sáttmála um lønar- og
arbeiðsviðurskifti hjá por
tørum og ambulansustarvs
fólki. Nýggi sáttmálin
fevnir um tvey ár, og lønar
karmurin er umleið 2,6
prosent
Portørar og ambulansu
starvsfólk fáa í dag nýggjan
sáttmála við landsstýrið.
Tað hendir, eftir at umboð
fyri Fíggjarmálaráðið og
Havnar
Arbeiðsmanna
felag í dag hava undir
skrivað ein nýggjan sátt
mála.
Tvey ára sáttmáli
Í stuttum ber semjan við
Havnar
Arbeiðsmanna
felag í sær, at portørar og
ambulansustarvsfólk frá
1. oktober í fjør at rokna
og tvey ár fram fáa eina
lønarhækkan umleið 2,6
prosent.
Partarnir eru harum
framt samdir um, at eftir
lønargjaldið fer av føstu
lønini.
Gjaldið,
sum
arbeiðsgevarin rindar kom
andi árið, er 10 prosent.
Meginparturin av hækk
anini fer soleiðis til eftir
lønargjaldið.
Portørar og ambulansu
starvsfólk arbeiða í til
kallivaktum, og nýggi
sáttmálin
ásetur,
at
gjaldið fyri tilkallivakt er
25 prosent av tímalønini
á 7. lønarstigi. Eisini
kunnu tilkallivaktartímar
verða afturbøttir við frítíð
soleiðis, at hvør vaktartími
verður umroknaður til
25 prosent av vanligum
arbeiðstíma.
Sáttmálasamráðingarnar
við Havnar Arbeiðsmanna
felag hava gingið væl, og
báðir partar fegnast um
nýggju avtaluna.
Ein sáttmáli
fyri alt økið
Fíggjarmálaráðið
fylgir
støðugt
gongdini
á
arbeiðsmarknaðinum.
Eisini tí partinum, sum
umfatar
portørar
og
ambulansustarvsfólk.
Fíggjarmálaráðið viður
kennir og hevur staðfest ta
sannroynd, at allir portørar
og ambulansustarvsfólk
eru ikki longur savnað í
einum og sama felag.
- Kortini er grund
leggjandi, at ein og sami
sáttmáli er galdandi fyri
økið.
Fíggjarmálaráðið
tekur ikki dagar ímillum,
hvat fakfelag fólk velja
at gerast limir í. Hinvegin
kann
Fíggjarmálaráðið
ikki gera fleiri og ymsar
sáttmálar um sama arbeiðs
øki, stendur í tíðinda
skrivinum.
Fíggjarmálaráðið og
Havnar Arbeiðs
mannafelag skrivað
sáttmála um portørarnar