fríggjadagur 22. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 183 - 22. september 2006
tíðindi
Mikudagin var
fundur í Norðurlanda
ráðnum, og har kom
fram at løgfrøðiligar
forðingar eru fyri, at
Føroyar kunnu fáa
fullan limaskap.
- Inntil nú hava vit
fingið at vita, at
ongar løgfrøðiligar
forðingar eru, sigur
Kári P. Højgaard, ið
er annað av føroysku
umboðunum í
Norðurlandaráðnum
Politikkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Í 2003 samtykti løgtingið
at Føroyar skuldu søkja um
fullan limaskap í Norður
landaráðnum og Ráðharra
ráðnum.
Í hesum sambandi helt
formansskapurin í Norð
urlandaráðnum ein fund
í Føroyum í summar, har
greitt var frá um nakrar
forðingar vóru fyri hesum
limaskapi.
Millum
onnur
luttók
Frederik Harhoff, ríkis
rættarserfrøðingur, á fund
inum.
- Allir limirnir í formans
skapinum skiltu tað soleiðis,
at hann samanumtikið ikki
helt, at nakrar lógarligar
ella fólkarættarligar forðing
ar vóru fyri, at føroyingar
kunnu fáa sjálvstøðugan
limaskap. Og at tær forðingar
sum vóru, til dømis í
Helsingforssáttmálnum,
kundu allar loysast politiskt,
greiðir Kári P. Højgaard
frá.
Men 20. september var
fundur í Norðurlandaráð
num í Lahtis í Finnlandi. Kári
P. Højgaard og Jógvan við
Keldu, ið umboða løgtingið
í Norðurlandaráðnum vóru
við á fundinum.
- Frederik Harhoff er
komin við eini nýggjari
útgreining, har hann ger
greitt, at tað eru trupulleikar
við føroysku umsóknini, tí
føroyskur limaskapur hevði
verið í stríð við grein 19 í
donsku grundlógini, sigur
Kári P. Højgaard.
- Vit hava øll livað í teirri
trúgv, at ongar rættarligar
forðingar hava verið fyri
føroyskum
limaskapi
í
Norðurlandaráðnum. Men
nýggja útgreiningin hjá
Frederik Harhoff vísir at
hetta ikki er so.
Nú hevur formansskap
urin í Norðurlandaráðnum
skrivað til stjórnirnar í
Danmark, Føroyum og
Grønlandi og biðið um
eina útgreining um nýggju
upplýsingarnar.
Henda
útgreining skal vera klár til
næsta fund í Norðurlanda
ráðnum, sum verður um
mánaðarskiftið
oktober
– november, har orðaskiftið
skal vera um evnið.
- Vit væntaðu at fáa
eina endaliga avgerð um
føroyskan limaskap á kom
andi fundi, men nú verður
endaliga viðgerðin útsett
til komandi summar, sigur
Kári P. Højgaard.
Føroyskur
limaskapur
stríðir ímóti
grundlógini
- Eg haldi ikki at
føroyskur lima
skapur í Norður
landaráðnum er í
stríð við grundlógina,
sigur Halgir W.
Poulsen løgfrøðingur
Politikkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Halgir W. Poulsen hevur
ráðgivið løgtinginum í sam
bandi við umsóknina um
at gerast limur í Norður
landaráðnum.
Tá skrivaði hann m.a.:
»Samanumtikið
má
niðurstøðan vera tann, at
tað hvørki í altjóða rætti
ella danskari lóggávu, eru
nakrar forðingar fyri, at
Føroyar gerast fullur limur
í
Norðurlandaráðnum
og Norðurlandaráðharra
ráðnum. Tað avgerandi er,
um politiskur vilji er til
staðar hjá donsku stjórnini
og hinum norðurlendsku
stjórnunum til at gera tær
neyðugu broytingarnar í
Helsingforssáttmálanum
sum fortreyt fyri tílíkum
limaskapi,
og
hvør
í
sínum lagi tær innlendsku
l ó g a r b r oy t i n g a r n a r,
sum
møguliga
gerast
neyðugar.«
Halgir W. Poulsen heldur
fast við hesa niðurstøðu.
- Grundlógin verður ofta
tulkað út frá hvønn politikk
stjórnin ynskir at føra. Um
tey høvdu ynskt, at Føroyar
skuldu kunna luttakið í
Norðurlandaráðnum, so ber
tað til út frá grundlógini,
sigur Halgir W. Poulsen.
- Eg dugi ikki at síggja,
at tað nýtist at stríða ímóti
grundlógini. Grundlógin
er 150 ára gomul, og hon
verður tulkað ógvuliga
leysliga. Grein 19, sum
Harhoff sigur forðar fyri
føroyskum
limaskapi
í
Norðurlandaráðnum, sigur
at »Kongen handler på rigets
vegne i mellemfolkelige
anliggender.«
Og
tað
er jú ikki kongurin, sum
umboðar Danmark.
- Eg haldi tí ikki at
føroyskur limaskapur í
Norðurlandaráðnum er í
stríð við grundlógina.
Kann sameinast við grundlógina
Fleiri viðmerkingar
til málið verða
í Sosialinum
mánadagin.
- Frederik Harhoff er komin við eini nýggjari útgreining, har hann ger greitt, at
fullur limaskapur til Føroyar í Norðurlandráðnum hevði verið í stríð við grein
19 í donsku grundlógini, sigur Kári P. Højgaard
- Grundlógin verður ofta tulkað út frá hvønn politikk stjórnin
ynskir at føra. Um tey høvdu ynskt, at Føroyar skuldu kunna
luttakið í Norðurlandaráðnum, so ber tað til út frá grundlógini,
sigur Halgir W. Poulsen.
Motorsúkkla til sølu
Motorsúkkla til sølu fyri kr. 73.000,-. 4 mðr. gomul
Tlf 50 55 50
Eydnuhjól
Verður í Losjuni í Gøtu leygarkvøldið 23. september
2006 kl. 19.00.
Gøtu Ítróttarfelag
Grundlógin
§ 19
Stk. 1.
Kongen handler på rigets vegne i mellemfolkelige
anliggender. Uden folketingets samtykke kan han
dog ikke foretage nogen handling, der forøger
eller indskrænker rigets område, eller indgå nogen
forpligtigelse, til hvis opfyldelse folketingets
medvirken er nødvendig, eller som iøvrigt er af større
betydning. Ejheller kan kongen uden folketingets sam
tykke opsige nogen mellemfolkelig overenskomst, som
er indgået med folketingets samtykke.