fríggjadagur 22. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
9
tíðindi
Einmanssjónleikur um kærleika
í føroyskum skúlum
Í dag og í gjár hava C-G
Wentzel og Tove Appel
gren verið í trimum skúl
um og framført leikin
“Kärlek kärlek!”. Tove
Appelgren er høvundur at
leikinum. Hon er eisini
dramaturgur og leikstjóri,
og hon er væl kend í Finn
landi. Hennara barnabøkur
eru týddar til seks mál.
C-G Wentzel spælir allar
leiklutirnar í leikinum. So
statt er hetta ein einmans
leikur. Hann og Tove hava
samstarva fyrr, og Tove
sigur, at henni dámar sera
væl at arbeiða saman við so
góðum sjónleikara.
Tey vóru í Hoyvíkar
skúla í gjár, og í morgun
vóru tey í Kvívíkar skúla.
Á miðdegi í dag framførdu
tey leikin í Miðvágs skúla.
Sosialurin var á staðnum,
tá ið tey spældu fyri børn
unum i Kvívíkar skúla.
Leiklutirnir
Tað eru seks persónar í
leikinum, og C-G Wentzel
spælir allar. Drongurin
Kevin er høvuðspersónur,
og hann er eisini frásøgu
fólk. So eru tað mamman
og pápin. Mamman er
feminim og kensluborin,
meðan pápin er harður og
maskulinur. Saraté er vin
kona hjá Kevin, og tey eru
forelskaði í hvørjum øðr
um, men tey skilja ikki
kenslunar. Abbin hjá Kevin
er dementur, og omman er
eitt grenj.
Saman lýsa allir hesir
persónanir eina heldur ser
liga familju. Kevin kennir
ikki til kærleika, og tí tekur
hann frástøðu frá tí. Men
gjøgnum nógvar løgnar
hendingar og samrøður,
lærir Kevin um sínar
kenslur, og hann og Saraté
gerast góð til endans.
Hetta slagið av sjónleiki
er sera krevjandi fyri tann
einsamalla sjónleikaran.
C-G Wentzel klárar framúr
væl at skifta atferð og rødd
alt eftir, hvønn persón hann
spælir. Leikurin er sera
stuttligur, og tað var fleiri
ferðir, at láturin rungaði
millum børnini. Hóast leik
urin fór fram á svenskum
og finskum, tóktust børn
ini at skilja leikin. C-G
Wentzel dylir heldur ikki
fyri, at hann kennir seg eitt
sindur skizofrenan av og á.
– Tað er sera krevjandi at
spæla fleiri leiklutir, og eg
má ordiliga samla meg
áðrenn og eftir ein sjónleik,
sigur C-G Wentzel.
Sosialurin var á stað
num, tá í sjónleikurin
“Kärlek kärlek!” varð
framførdur í Kvívíkar
skúla. C-G Wentzel úr
Finnlandi er einasti
leikari í leikinum,
men hann spælir seks
leiklutir. Tove Appel
gren, sum er høvund
ur at leikinum, er sera
kend í Finnlandi.
Leikurin umtalar
romantiskan kærleika
á einum støði, sum
børn skilja
SJÓNLEIKUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Sjá brot úr framførsluni í Kvívíkar skúla og
samrøða við børnini undir kykmyndir á www.
portal.fo
Í gjár var altjóða Alzheim
erdagur, og í tí sambandi
skipaði Alzheimerfelagið
fyri einum tiltaki í Miðla
húsinum. Tiltakið varð
gjørt fyri at kunna børn um
sjúkuna og hjálpa teimum
at skilja sjúkuna. Nógv fólk
møttu upp, og fleiri vórðu
noydd at sita á gólvinum og
í vindeygakarminum.
Ein søga varð lisin upp
um ein drong og ommu
hansara, sum hevur Alz
heimer. Soleiðis varð greitt
skemtiliga frá, hvussu løgin
sjúkan er. Eisini varð greitt
frá hví, ið fólk við Alz
heimer onkuntíð tykjast
løgin. Samstundis, sum tað
varð flent eftir nógvum, so
varð eisini sera væl greitt
frá, hvussu vit kunnu hjálpa
fólkum við Alzheimer. Við
sera einføldum amboðum
kunnu vit vera við til at
lætta um gerandisdagin hjá
fólkum, sum eru rakt av
Alzheimer, og teimum av
varandi, sum eru um tey.
Børnini hugnaðu sær
óført. Klovnurin Albinus
sat millum børnini og
hugnaði sær. Huglagið var
gott millum luttakararnar,
og seinni var drekkamunur,
har ið fólk fingu eitt prát
afurvið kaffi.
ALTJÓÐA
ALZHEIMERDAGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Hesi sjey børnini vóru til Alzheimertiltakið í Miðlahúsinum.
Tey ganga í barnagarðinum Undir Fjalli. Hvønn hósdag vitja
hesi sjey børnini demensheimið Vallalíð. Hetta er fyri at gera
umhvørvið hjá teimum gomlu meira livandi.
Mynd: Snorri Brend
Alzheimerdagur í gjár:
Greiða børnum frá um alzheimer
Leikurin “Kärlek kärlek!” varð framførdur í Kvívíkar skúla í morgun. Børnini livdu við í framførsluni, og fleiri ferðir rungaði láturin
millum næmingarnar og lærararnar.
Mynd: Heini S. Kristiansen
Tove Appelgren er høvundur at leikinum “Kärlek kärlek!”. C-G
Wentzel spælir allar leiklutirnar. - Eg kenni meg onkuntíð eitt
sindur skizofrenan, sigur hann..
Mynd: Heini S. Kristiansen
Søga varð lisin um ein drong og ommu hansara, sum hevur
alzheimer. Greitt varð á ein stuttligan hátt frá, hvussu vit, við
lættum amboðum, kunnu lætta um dagin hjá teimum, sum
eru rakt av alzheimer, og teimum avvarandi
Mynd: Heini S. Kristiansen