Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 183 - 22. september 2006 Tað eru óhugnaligir undirtónar, sum eru at hoyra um føroyskan fótbólt. At rasisma hevur funnið vegin fram til spælið, er sum so einki nýtt, men her heima hava vit havt lyndi til halda, at hetta er nakað, sum bara fyriferst aðrastaðni. Við døminum í blað okkara í gjár verður tó sligið fast, at so er ikki. Og enn meira óhugnaligt verður tað, tá sagt verður, at hendingin í tí dystinum á ongan hátt var nakað serstakt dømi. Tvørturímóti, so tykist tað vera mest sum gerandiskostur, at littir spælarar verða niðraðir vegna húðarlit sín, og tað er nakað, sum ongantíð kann ella eigur at verða góðtikið. Aðrastaðni í blaðnum verður víst á, hvat formenninir í ymsu feløgunum halda um spurningin. Tað er sjálvandi at fegnast um, at eingin av formonnunum sigur seg vilja góðtaka slíkan atburð, men tá fleiri av hesum tykjast halda, at hetta ikki er ein ítøkiligur trupulleiki, er øll orsøk til at rópa hart. Tað er einans við at varpa ljós á trupulleikan, at hesin kemur undan kavi. Og tí er tað eitt alneyðugt stig, sum FSF-forsetin alt fyri eitt hevur tikið, nú málið er sett á dagsskrá til fundin í kvøld. At føroyskur fótbóltur viðurkennir trupulleikan er fyrsta stigið í so máta. Ikki fyrr enn tá ber til at arbeiða ímóti hesum, og tað er at vóna, at meldingarnar eftir fundin í kvøld verða púrasta greiðar. Fair-play hugtakið er hevjað høgt seinnu árini, og sunnudagin verður hetta markerað við eyka megi, tá altjóða Fair-play dagurin er. Hetta verður eisini sjónligt, tá dystirnir í Formula-deildini verða spældir sunnudagin, og so er at vóna, at hugtakið her verður víðkað ella presiserað enn meira. Til dømis við einum átaki, har rasisman skal sparkast úr fótbóltinum. Sosialurin Sparkið rasismuna burtur Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er ósatt, tá Finnur Helms­ dal í grein í dag sigur meg hava kolldømt øll sambýlini í Havn til menningartarnað sum óverdugir og ómenn­ iskjansligir bústaðir. Eg tosaði um ein ein­stak­an bústovn, sum sam­bært byggikønum og Ser­stovna­ deildini var ónýtiligur og óegnaður til endamálið. Tað er ósatt, tá Finnur Helmsdal sigur meg verja og rættvísgera avgerðina og framferðina hjá Ser­ stovnadeildini við at flyta 4 búfólk úr einum óhóskandi búðstaði til betri umstøður á Eirargarði. Eg greiddi frá teirri avgerð, sum Ser­ stovnadeildin hevði tikið, og hví hon varð tikin, út frá teim upplýsingum, eg hevði fingið. Um avgerðin og allar manngongdir hava verið rættar, er ikki møgu­ligt hjá mær at koma við greiðum svari uppá eftir einum hálvum degi í samband við ein munnligan fyrispurning í løgtinginum. Tað er ósatt, tá Finnur Helmsdal sigur meg leggja fyrrverandi leiðara á Ser­ stovnadeildini tey orð í munnin, at hann kolldømdi og skírdi øll sambýlini til menningartarnað í Havn sum ónýtiligar lappaloysnir. Eg segði, at høvuðsákæran hjá hesum var neyðloysnir, sum man var noyddur at arbeiða við í eini svárari tíð við fáum pengum, so at man ídag stendur við nógvum smáum, spjaddum sambýlum við ringum møgu­ leikum fyri at samskipa virksemið. Og at neyðugt er at taka næsta stigið fram frá hesum og skapa meiri varierað bústaðartilboð til tann ymiska tørv, sum hesi fólkini eisini hava. Tað er eisini ósatt, tá Finnur Helmsdal ger tað til míni orð, at Eirargarður er eitt meira heimligt, meira menniskjansligt og tí eisini eitt betri bútilboð til menningarnað, enn sam­býlini í Havn eru. Her tosaði eg ikki um “sam­býlini í Havn”, men um tann eina bústovnin, sum av Serstovnadeildini verður sagdur at vera óhósk­andi og óegnaður til enda­málið, og í mun til hann var kvaliteturin á búumstøðunum á Eirargarði munandi betri. Mín kritikkur av sambýlunum í Havn snúði seg um, at man stóð við einum hópi av smáum spjaddum sambýlum, við ringum møguleikum fyri at samskipa virksemið, og eisini við ónøktandi kvaliteti av bústaðartilboðum. Finnur Helmsdal vendir øllum á høvdið, tá hann sigur, at eg havi kolldømt alt tað útflytingar- og menn­ ingararbeiði, sum fólk inn­ an Andveikraverndina og Serstovnadeildina hava út­int hesi seinastu gott 20 árini. Tvørturímóti hes­um segði eg orðarætt soleiðis: “Tað sum liggur í kortunum framyvir, er at man fer at útvikla hesar møguleikarnar, soleiðis at eisini menningartarnað skulu kunna standa í ein­um valgi millum, antin at kunna taka av einum bústovnatilboði saman við øðrum, við tí røkt sum er harí, ella kunna flyta inn í egna íbúð við størri persónligum rásarúmi, men við tilknýttum stuðuli. Teir valmøguleikarnar eru ikki ídag við teirri skipan vit hava.” Hesi míni orð snarar Finnur Helmsdal so­leið­is: “Men hann segði so í tingin­ um, at optimala loysnin fyri tey menningartarnaðu í Havn er, at tey øll fáa hvør sína íbúð, sum síð­ an skulu vera undir “upp­ sýn” (soleiðis málbar lands­stýrismaðurin seg) av Serstovnadeildini.” Soleiðis er sannleiksvirði hjá Finni Helmsdal allan vegin í illsinnisriði hansara í nevndu blaðgrein. At enda leggur Finnur Helmsdal meg eisini undir at siga ósatt um, at tá málið hevði verið til hoyringar hjá starvsfólki og fakfelag, var onki svar komið, tá freistin var úti týsdagin, og at búfólk og avvarðandi ikki beinleiðis høvdu sett seg upp ímóti avgerðini, eftir at hon varð tikin. Mítt svar byggir tó á tað, sum eg eri kunnaður um. Møguliga er tað ikki rætt. Tað vil eg so taka upp og kanna nærri eftir – eisini tað sum Finnur Helmsdal sigur, at hoyr­ingssvar er sent Ser­ stovnadeildini, sum ikki upp á nakran máta góðtekur avgerðina. Ósannleikar í illsinnisriði Finni Helmsdals landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Tíðindaskriv Altjóða og tvørkirkjuligi missiónsfelagsskapurin »Youth With a Mission (YWAM) Føroyar« stend­ ur í heyst fyri einum fjølb­ royttum og mennandi skeiði. Málsetingurin við hesum skeiðinum er at menna okkara siðbundna føroyska kristindóm. Tað vil siga at vit ynskja at taka fatur í tí, ið longu er lagt djúpt í okkum føroyingum, okkara Guðstrúgv, og føra hana eitt stig víðari og verður hetta gjørt við at seta okkum eitt sindur meiri inn í nøkur av teimum grundleggjandi evnunum innan kristnu trúnna. Umrøðuevni og fyri­ lestrahaldarar eru: 23. sep. Heimsákoðanir/ Bíbilsk heimsáskoðan I v/ Jokim Schnoebbe 1. okt. Heimsákoðanir/ Bíbilsk heimsáskoðan II v/ Jokim Schnoebbe 7. okt. Jesus Sonur Guðs v/ Stephen Dulwich 28. okt. Guðs Persónleiki og eyðkennir v/ Sanna S. Hammer 4. nov. “Paradigm Shift” v/ Maarten Bruynes 11. nov. “Bøn” – nærleiki ímillum Guð og menniskja v/ Pádraig Twomey Vert at nevna er at fyri­ lestrahaldararnir eru av ymiskum tjóðskapi og hava serligt tilknýti til um­røðu­ evnini. Møguleiki verður eisini fyri spurningum. Skeiðið verður hildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Byrjað verður kl. 10:00 um morgunin og hildið fram til kl 12:00, tá vit hava ein døgurða steðg. Kl. 13:00 verður byrjað aftur og hildið fram til kl. 17:00. Vit enda dagin við einum nátturðabita saman. (Døgurði, nátturði, kaffi, te og kakur eru íroknað kostnaðin.) Skeiðið er uppbygt sum ein eind, tó ber til at taka eitt ella bert nøkur evnunum. Men vit vilja eggja at taka alt skeiðið. Øll eru vælkomin. Sí annars lýsing. Tilmelding á tlf 21 71 41 ella 21 40 27 (seinasta freist dagin fyri hvønn temadag.) Tvørkirkjuligt skeið