Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 22. september 2006 11 Nú hevur ovasta menta- og komediudeildin hjá unga tjóðveldinum aftur roynt at spenna seg út! ! Martyrnáttina, fjúrtanda sep­tember herjaðu teir næst­an óræddir á ein verju­ leysan obelisk, reistur av føroyingum í síni tíð til heiðurs fyri Christian Níggj­unda, sum teir republi­ kansku óvitarnir antin mugu ræðast illa post mortem ella halda vera ógvuliga potentan! Teir sóu seg, ið hvussu so er, noyddar til at krógva kongsvarðan í einum præventivum plaggi, einum risapræservativi, sum skrædnaði! Í einum tjóðveldisheila verður ein slík gerð allarhelst mett sum eitt roysni og subtilur stuttleiki! Teir halda seg vera øgiliga raskar menn! Nationalistar hava altíð havt tað problematiskt við humori og forstanda bara rættiliga primitivt skemt – men teir hava góðan vilja, og nú vildu teir trútta niður í allar landsins tegnar, at ungir loysingar umframt at vera ”djarvir” eisini eru bæði stuttligir og ovurhonds gemytligir menn! Eftir drúgvar heilarembingar í evsta tjóðveldis-ungveldi er so avgerðin komin um at storma Kongaminnið! Hvønn, teir kultiveraðu ung-republikanararnir háða við hesum heldur sjáld­ sama skemtitiltaki, er ein kompleksur spurningur, tí teir havnarmenn, sum í síni tíð bygdu varðan í sveittabroti, høvdu av­gjørt ikki fegnast ella flent at tí háfloygda tjóð­veldis­ ko­mikkinum! Hegnigir arbeiðs­menn gjørdu hetta arbeiðið í stórari virðing fyri sínum danska kongi, og tað kann eftirtíðin ikki loyva sær at censurera ella korrigera! Men vit hava jú fyrr sæð loysingarungdóm skemta – tað eru ikki so nógv ár síðani, at bilsin havnarfólk varnaðust, at standmyndin av sambandshøvdinganum, Rasmusi Effersøe var skeikl­ að og næstan koyrd um koll av tjóðveldisóvitum! Hesir skemtingarsomu unglingar roknaðu við, at flestu fólk fóru at kódna í ísakøldum látri um hetta heroiska til­ tak – tað hendi ikki! Undir krígnum og beint eftir kríggið herjaðu loys­ ingar­ungdómar um høvuðs­ staðin; hjá hesum monnum var humorurin so subtilur, at tað knípti hjá teimum flestu at forstanda teirra skemt! Teir høvdu m.a., sum ofta áður nevnt, funnið uppá at smyrja húsini hjá Louis Zachariassen út við mannatøðum kvøld eftir kvøld og ann­ars prýtt húsini við injurierandi rakst­ rarrópum! Prent­smiðju- húsini hjá Dimmalætting undir Ryggi vórðu eisini ofta illa viðfarin, tí skrivifrælsi dámdi loysingum slett ikki! Heldur ikki hesar episodur fingu havnarfólk at doyggja av grin! So alt í alt er sansurin fyri rótføroyskum loysingarhumori eitt sindur relativur! Tað er mikil munur á monnum Skulu vit nú vænta, at ung­ dómar í øðrum flokkum fara at verða líka so stutt­ ligir og undirhaldandi sum tjóðveldisgarparnir, so eru nógv undarlig national­ symbol í herviligum vanda! Eitt nú Kirkju­bíggjar­ múrurin. Hetta feudala symbol hevur nú staðið og gálvað í 800 ár, uttan at menn hava tikið seg saman til reisigildi enn! Henda ólidna bygning vísa vit fram fyri ovfarnum turistum sum dømi um eklatantan føroyskan effektivitet! Man sambandsungdómur ikki skjótt fara og meiggja hesa landaskommina út við graffiti og illavorðnum rakstrarrópum? Ella tann groteski minnis­varðin um Nólsoyar Páll, sum hevur oyði­lagt tað vakra plássið niðri í Vágsbotni! Varðin minnir um tær andskræmiligu Lenin- og Stalinmyndirnar, sum næstan hvør bygd í Sovjettsamveldinum í síni tíð var plágað av! ? Søguliga upplýstur javn­ aðar­­ungdómur veit jú væl, at Nólsoyar Páll var als eingin hetja fyri tað arbeiðandi føroyska fólkið – tvørturímóti, hann var reaktionerur og arbeiddi bara fyri ein pinkulítlan feudalan yvirklassa, eina karráa kliku av kongs­ bøndrum, eina kúgandi makt­elitu, sum trælkaði tann ognar­leysa meirilutan av Føroya fólki! Man javn­ aðar­ung­dómur tí ikki skjótt fara við bæði kúbeini, skeri­ brennara og størri maskin­ amboðum eftir hesum kúg­ ingarsymboli og koyra tað á bláman? Nei, sjálvandi gera teir ikki tað, og tað er tanka­ vekjandi, hví ósekteriskur ungdómur ikki finnur upp á tað slagið av destruktivum ”skemti”, sum teir frelstu og tankatómu funda­ mental­istarnir so ofta gera! Sambandsungdómur respekterar og accepterar eisini symbolini hjá mót­ partinum! Man tað vera tí, at teir eru for keðiligir ella mangla humoristiskan sans? Tvørt­ urímóti! –Orsøkin er heilt einfalt tann, at teir duga eitt sindur av fólkaskikki, hava eitt sindur av tankavirksemi og virða demokratiskar grundreglur! Teir hava eitt vist dannilsi, civilisatión og framum alt kultur, sum mentadeildin hjá unga tjóð­veldinum er kemiskt eiðasør fyri! Annars undrar tað mangan mann, at tjóðveldismenn, sum siga seg hava virðing fyri Føroya løgtingi ikki flaggaðu í hálvari stong 18. september, tá ið fúlasta terrorgerð var gjørd móti okkara parlamenti fyri 61 árum síðani! Ella harm­ast teir ikki eisini um ómans­ liga feika ágangin móti tinginum? Fyri føroyingar er munandi meira sym­ bolvirði í álvarsdegnum átjanda september 1945 enn í tí miseydnaðu farcuni, fjúrtanda september 1946 við ekstremt lágari val­luttøku! Men at teir hátíðarhalda sítt tap í 1946 er helst bara barokt skemt og sjálvironi. Og so siga fólk, at loysingarmenn ikki hava humoristiskan sans! Teir storma og terrorisera standmyndir Eyðstein Poulsen finnst at Fiskirannsóknarstovuni í grein í bløðunum19 og 20 september 2006 Eg skal eftir førimuni royna at svara.. Eyðstein sigur at FRS ikki dugir at seta sær rættar og við komandi spurningar Eingin lóg er fyri Fiskirann­ sóknarstovuna annað enn í lógini um vinnuligan fiski­ skap, sum í grein 5 Stk. 11 sigur: Fiskirannsóknarstovan er fyrisitingarliga skip­að undir landsstýris­mann­ in­um og letur lands­stýris­ manninum upp lýsingar við­víkjandi støðuni í fiska­ stovnunum og vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg Setningurin Fiski­rann­ sóknarstovan arbeiðir eftir er tó víðari : “Fiski­rann­sóknar­stovan er granskingarstovnur, ið hevur til endamáls at gera kanningar av livandi tilfeinginum og tess um­ hvørvi í føroyskum sjógvi og á teimum hav­leið­um, har før­oyska fiski­vinnan hevur áhuga­mál, at menna fiskiskap og reið­ skap, at kunna landsins myndugleikar, fiskivinnu og almenningin um gransk­ ingarúrslit og at ráðgeva um burðardygga gagnnýtslu av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi. Henda setning hevur Landsstýrið fingið til um­røðu fleiri ferðir, uttan at mótmæla, ella leggja nakað afturat, so tað verður roknað við, at hetta er góðkent. Hvat Fiskirannsóknar­ stovan hevur gjørt ár um annað fyri at fylla setningin sæst á heimasíðuni www.frs. fo og í ársfrágreiðingunum, sum eisini finnast á heima­ síðuni. Fiskirannsóknarstovan tekur fegin við uppskotum til broytingar og víðkan av setninginum, og hvørjar relevantar spurningar, vit eiga at seta. Hvør skal kanna Fiskirannsóknarstovuna. Eg eri púra samdur við Eyðstein í, at ógegni ikki má spilla kanningina. At gera eina tílíka kanning krevur ein førleika, sum mær vitandi einki felag ella einstaklingur í Føroyum hevur. Serliga tá teoriin fyri vistfrøðiligum kanningum skal viðgerast. Viðvíkjandi gegni, so er ikki í uppskotinum frá okkum, at nýta ráðgevar knýttar at ICES til endamálið. Men heldur ikki at nýta fólk í andstøðu til ICES. Upprunaliga vóru tað framstandandi løgtingslimir í samgonguni, ið kravdu at Fiskirannsóknar-stovan skuldi kannast. Hesum hava vit einki í móti, serliga tí áhaldandi kritikkurin gongur út yvir starvsfólkið, ið eftir mínum tykki ger eitt gott arbeiði. Vanligt er, at fyritøkur lata seg kanna av serligum ráðgevum fyri at kunna liva upp til tey krøv, sum vandni keyparin krevur, til dømis ISO 9000 góðkenningar. Hetta kann sjálvandi eisini gerast fyri ein almennan granskingarstovn. Spurning­ urin verður tá: Arbeiðir stovnurin eftir setninginum, nýtir hann tilfeingið (játtan og fólk) skilagott, eru mannagongdirnar í lagi, eru avrikini nóg góð og so frameftir. Fiskimaðurin kann ikki verða yvirsæddur av granskingini, sigur Eyðstein. Ein stórur partur av vitanini til stovnsmetingarnar kem­­ ur frá dagbókum frá fiski­ skipum. Ikki allar dagbøkur verða førdar so væl sum ynskiligt, og tí hevur Fiskirannsóknarstovan valt út nøkur skip úr hvørjum bólki, har dagbøkurnar eru álítandi. Hesar siga okkum, hvussu veiðan hevur hildnast í mun til royndina, hvussu veiðan er í ymsu økjunum og so frameftir. Saman við prøvum av fiski frá land­ ingum og kanningum við Magnus Heinasyni eru dagbøkurnar grundarlagið undir stovnsmetingunum. Á hvørjum ári verða nógvir toskar merktir og sleptir útaftur, og nógvir verða fiskaðir aftur. Undir­ tøkan er sera stór fyri at lata Fiskirannsóknarstovuni merkir, at siga frá nær og hvar merktu fiskarnir eru fiskaðir, og at lata stovninum allan merkta fiskin ókruvdan. Hetta eru vit sera takksom fyri, eisini tí at hetta gevur høvi til at tosa við nógvar fiskimenn. Harumframt vórðu í eini spurnaðarkanning fyri nøkrum árum síð­an, allir skiparar og útróðrar­ formenn, ið høvdu verið úti undir Føroyum til fiskiskap eina ávísa viku, spurdir ein hóp av spurningum: Eisini um hvat teir hildu, at Fiskirannsóknarstovan skuldi gera. Úrslitini eru at finna í bóklinginum Seismikkur og fiskiskapur- Hvat siga fiskimenn frá 2002. Hesa kanning hava vit nýtt nógv í okkara arbeiði. Tað er eitt ótal av faktorum, ið ávirka okkara náttúrutilfeingi, sum fiskifrøðingar ikki taka hædd fyri, sigur Eyðstein. Hetta er uttan iva rætt. Men vit savna tilfar um streym, hita og saltinnihald við Føroyar, vit kanna gróð­ urin undir Føroyum hvørt summar, og vit kanna, hvat og hvussu nógv toskur hýsa og upsi etur. Hetta fyri alla tíðina at betra um okkara kunnleika til samanhangirnar mill­um umhvørvi og fiska­stovn­ arnar og teirra millum. Skeivt samansett hagtøl. Hesa ábreiðslu frá Eyðstein skilji eg ikki. Ein av stóru fyrimununum við skipanini við fiskidøgum er, at hagtølini eru roknaði sum álítandi. Eru tey ikki tað, er okkurt spinnandi galið, og so vilja vit gjarna frætta nærri. Magnus Heinason ger tvær stórar yvirlitstrolingar um árið. Á hesum verða 100 trolstøðir tiknar um várið og 200 um heystið um allan Landgrunnin. Ætlanin er, at tær skulu geva eina mynd av, hvat er at fáa undir vanligum viðurskiftum, bæði góðum og vánaligum. Roynt hevur verið øll árini við sama slag av útgerð á somu leiðum. Afturlítandi lýsa hesar kanningar sera væl gongdina í stovnunum av toski og hýsu. Posamatur er ódrúgvur. Veiðan í miðal av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka tilsamans í tíðini 1960-2003 hevur verið ávikavist 28 000 og 16 700 tons av ósløgdum fiski, og av upsa í tíðini 1980-2003 í miðal 39 000 tons av ósløgdum. Summi ár hevur veiðan verið stór, onnur minni. Men í miðal er hetta veiðan og tann framleiðsla, vit kunnu rokna við frameftir. Í einhvørjari skipan, antin tað er við døgum ella við kvotum, er tað hesar nøgdir øll skip og bátar í bólki 2,3,4 og 5 skulu býta, tá bólkur 1 og útlendingar, vit hava avtalu við, hava fingið sítt. Tað er tí neyðugt, at veiðiorkan er lagað til hendan veruleikan. Sum øll vita, eru árgangir av fiski ymiskir, viðhvørt stórir og viðhvørt smáir. Skal nakað vera at fiska, tá smáir árgangir koma, og skulu stovnarnir vera gýtingarførir samstundis, er neyðugt at fiska minni enn gjørligt, tá nógv er at fáa, fyri at hava nakað niðurfyri at drýggja til verri tíðir. Hetta kallaði gamli føroyingurin at húsast, og tað er einki annað enn hetta, Fiskirannsóknarstovan mælir til. Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár mælt til at minka dagatalið, tí veiðiorkan hevur verið mett ov stór til at loyva nakrari drýggjan. Men hetta hevur Løgtingið ikki tikið til eftirtektar. Hjá einstaka skipinum ella útróðrarmanninum er tað sjálvandi tungt at góðtaka niðurskurð í døgum, tá dagarnir frammanundan eru fáir, og fiskiskapurin eftir toski er vánaligur. Tí hetta skuldi sjálvandi verið gjørt tá fiskiskapurin var góður Men tað er ikki rætt at leggja eftir Fiski­ rannsóknarstovuni fyri hetta. Hon er bara boð­ berin. Ábyrgdina hevur Løg­tingið, ið ikki hevur rygg til at húsast við náttúru­ tilfeinginum, tá nógv er til. Um at húsast Hjalti í Jákupsstovu Virgar T. Dalsgaard viðmerkingar