fríggjadagur 22. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
13
Hans Edvard Høghamar, á Eiði, vanliga nevndur Hans
í Fjósinum, fer til gravar úr Eiðis kirkju leygardagin
klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Hans, kunnu lata eina
peningagávu til Eiðis kirkju, konta í peningastovnunum.
fríggjadagur,
Peter Jacobsen, vanliga nevndur Peter hjá Jákup
Hans úr Tórshavn, andaðist á Lágargarði hósdagin 21
september, 84 ára gamal. Bønarhald verður á Lágar
garði leygardagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 14.00.
Hans Edvard Høghamar, á Eiði, vanliga nevndur
Hans í Fjósinum, andaðist í heiminum 20. september,
77 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju leygar
dagin klokkan 14.
Andlát og jarðarferðir
23. september fyllir Páll Horn í Havn
75 ár. Páll Horn var borin í heim 23.
september 1931 í Haldórsvík. Foreldur
hansara vóru Óli og Johanna Horn, og
saman høvdu tey 5 børn. Tá ið Páll
var 6 ára gamal, gjørdu foreldrini av
at flyta til Vágs. Johanna, mamma Páll
var ættað úr Vági.
Í Vági byrjaði Páll skúlagongd sína.
Her gekk hann í 9 ár, harav tvey ár í
realskúla. Í 1946, tá ið Páll gjørdist 15
ára gamal, fór hann sín fyrsta túr við St.
Jacques, sum pápi hannsara Óli Horn
førdi. Longu tá var hugurin at sigla
ógvuliga stórur. Honum dámdi væl á
sjónum, og hann visti longu tá, at hetta
fór at gerast hansara yrki.
Hann sigldi ikki bara í Føroyum, men
kring allan heimin. Hann bæði sá og upp
livdi heimin, sum tey flestu, aldrin fáa
møguleikan fyri.
Eftir seinna veraldarbardaga, um
heystið í 1947, gjørdi hann av at fara
niður á sjómansskúla í Svendborg. Her
høvdu nógvir føroyingar gingið. Sjálva
skúlagongdina og skúlan í Svendborg
dámdi honum ógvuliga væl. Hugurin,
ið ikki altíð hevði verið til staðar, tá
ið hann sæt í skúlastovuni í Vági, var
nú heilt góður, og gjørdist betur fyri
hvønn dag.
Skúlagongdin í Svendborg var sett
at vera 5 mánaðir. Skúlin byrjaði 1.
novembur og endaði 1. mars 1948. Meðan
hann var niðri á skúla, fekk hann hugin
at sleppa umborð á eitt skúlaskip. Hann
søkti um at sleppa við skúlaskipinum
Georg Stage. Svarið frá skúlaskipinum
kom ikki fyrr enn hálvan juni, og meðan
hann bíðaði eftir svari, sigldi hann við
eini skonnart úr Turø.
Hann fekk so játtað, at hann slapp
við. Hann skuldi møta umborð á skúla
skipinum Georg Stage í Keypmannahavn.
Teir sigldu í donskum sjógvi, frá
Kristiansø til Aalborg og upp móti
norsku strondini. Tá hetta tíðarskeiðið
var av, í oktober mánaði, riggaðu teir
av, tóku seglini og raðirnar niður fyri
síðstu ferð. Hetta var, meðan teir lógu í
Holmenskanal í Keypmannahavn. Eftir
hetta gjørdi hann av at fara heim aftur
til Føroya.
Áðrenn hann fór úr Danmark, gjørdi
hann av, at søkja um at sleppa við skúla
skipinum Danmark. Hann var so heima
allan veturin og róði út í Vági og gjørdi
annað arbeiði. Í mars mánaði, í 1949,
fór hann á suðurlandið við skútuni St.
Jacques, sum pápi hansara førdi. Tá ið
teir komu aftur til Føroya í mai mánaði,
hevði hann fingið bræv úr Danmark,
har hann fekk játtað, at hann slapp við
skúlaskipinum. Hettar var ein ógvuliga
góð og minnisrík tíð í hannsara lívi.
Seint um heystið í 1952, gjørdi Páll
av at fara á skiparaskúla. Hetta sama
árið andaðist pápi hansara Óli. Í 1953
fór hann sín fyrsta túr sum skipari á St.
Jacques, bert 21 ára gamal, og førdi
hann til 1960, tá ið línubátarnir byrjaðu
at koma til landið.
Í 1960 keypti hann línubátin Óla Horn
saman við partafelagnum Th. J. Villem,
men hvørt summar líka til 1967, sigldi
hann sum skipari við St. Jacques, og førdi
hann á sildaveiðu norðanfyri Føroyar.
Hetta sama árið var Óla Horn seldur
til Noregs. Páll førdi síðani Tumas Við
Kráir, sum hann og aðrir keyptu í 1970.
Tá fekk hann navnið Gracie, og Páll førdi
hann til ídnaðarfiskiskap í Norðsjónum
til 1976.
Eftir tíðina við St. Jacques og
royndirnar við egnum línibáti, fekk Páll
kjans við nýbygda rækjutrolarinum,
Fame, hjá John Dam, sum dekkari at
byrja við, men bleiv seinni stýrimaður
og eitt skifti var hann eisini skipari.
Eftir øll hesi árini á sjónum, ger Páll
av at halda uppat við at sigla. Hann
hevði tænt fyri seg á sjónum og vildi
nú heim til konuna at vera. Lívið vekk
frá konu, børnunum og familju hevði
ikki altíð verið líka lætt, oftani var
stutt millum túrarnar, kanska bert ein
til tveir dagar.
Pàll er giftur við Elsu Horn fyrrv.
sjúkrasystur úr Havn og saman eiga tey
4 børn. Guðrun, Olgu, Óla og Turið,
sum øll búgva í Havn. Páll eigur 11
abbabørn.
Tað er altíð so hugnaligt at vitja
ommu og abba, tí abbi altíð eigur ís
ella annað gott at geva okkum.
Hóast Páll er farin um pensiónsaldur,
er hann framvegis virkin. Honum dámar
væl at ganga túrar oman á Vestaru
Bryggju, har egnir hann eisini onkran
stampin. Um kvøldarnar situr hann
við telduni, har hann rør út á alnótini.
So ein virkin maður kunnu vit siga.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og ynskja tær nógv
góð ár framyvur góði abbi.
P.
Páll Horn 75 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri maður, pápi, verpápi, abbi og bróðir okkara
Peter Jacobsen
vanliga nevndur Peter hjá Jákup Hans
úr Tórshavn
andaðist á Lágargarði hósdagin 21. september,
84 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágargarði leygardagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.
Vegna familjuna
Mathilda
Tøkk
Eina hjartans tøkk vil eg veita øllum
tykkum, sum mintust til mín á 100 ára
føðingardegnum tann 11. september.
Tøkk til starvsfólkini á Ellisheiminum
og til prest, David Johannesen, at tey
gjørdu dagin so hugnaligan. Eisini tøkk
til Miðvágs Kommunu, sum gjørdi tað
møguligt at hátíðarhalda dagin.
Tøkk til løgmann, landsins umboð og
ríkisumboðsmannin, sum góvu sær stundir
at koma vestur at heiðra meg.
Hjartaliga tøkk til tykkum mongu, sum
komu at heilsa uppá meg, tað gleddi meg
nógv, ikki minst tykkum, sum komu úr
Danmark og Afrika.
Takk fyri sang, blómur og gávur, heilsanir
og uppringingar.
Gud signi tykkum øll.
Kærar heilsur
Alma Frederiksen,
Miðvágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum teimum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Andrias R. E. Jensen
Sørvágur
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til øll tykkum, sum vóru um hann ta seinastu
tíðina og hjálptu til í samband við jarðarferðina og
við ervinum.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar
og gravarar.
Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til Sørvágs
kirkju og hjartaliga tøkk til øll tykkum sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Sanntrina Jensen
Josefina Maria Højgaard
á Toftum
andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi hósdagin
21. september, 73 ára gomul.
Kistan fer av røktarheiminum í Runavík
sunnudagin kl. 15.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
mánadagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Eskild og børnini við familju