Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 183 - 22. september 2006 Vit eiga ein son í Klaksvík, sum er sonur Emmu og Eyð­un Winther. Hann hevur eitt kamar her í húsinum hjá mær og Alexandru, sum eit­ ur Dávastova. Hetta er hansara klivi og ræður ein skaldakendur andi í hesum mentanarrúmi, har blíðir andar røða frá farnum døg­um. Hann eigur fleiri góðar vinir í Fuglafirði, sum hann er trúfastur ímóti og vitjar tíðan. Teir hava kanska onkr­an tekopp ella borisk, sum er Dávasa koppur ella boriskur. Hann átti tvey onnur fost­ur­ foreldur her í bygdini – Magda og Petur Bjarnastein. Hesi vóru so sera góð við henda pilt, tá ið hann kom út at stettla. Hansara purluta hár livdi í kyldum, sum fóru um hansara lítla knokk. Hansara opinskáraðu eygu dvøldust í hesum kyldum, ið fingu bæði kríllin og eygna­bragdið at liva eins og í einum livandi klúki á ný­slidnum teigi. Petur og Magda gingu um hann eins og teirra egna alva. Margretha og Smiðjumeistarin áttu eis­ini í honum. Mourits og Dávur eru barndóms vinir og spælibrøður, og var bert 5 reipslongdir húsanna mill­um. Men sigast má – sjálv­andi eiga vit í hesum dreingi, men hetta var hóast Eyðunsa og Emmusa verk – eitt dygdar skaparaverk, sum hansara kjøtligu foreldur góvu okkum at eiga ein part av. Væl var húsanna millum í grannalagnum, veit eg, hjá Marthu og Sigurdi og Ásu og Peturi. Doktaragarðurin Siti her uppi við Bøveg og líti yvir Doktaragarðin - henda aldingarðin. Tá ið á stóð, fóru fóru fólk inn í henda garð at søkja sær heilsubót. Lívsins træ stóð í miðum garði – Emma, við sini mildu rødd og atferð, gav tær altíð vón um betri lív. Onkuntíð mundi bágin í holdi verða so meinskur, at neistin av degi ikki rakk til í læknakynstri, men Emma við sínum innliti gav okkum deyðiligu altíð eina vón, at alt fór at verða til tað betra. Eyðun í sínum vitskygni var mentamaður út um eingjargarðarnar. Málríkur og kanska eitt sindur fjalin, men skilamaður og søkin í gomlum skriftum og lat úr hondum væl-meint rit, sum vit í dag hava gleði av. Í garðinum vóru eisini Katrin og Ólavur – systkin Dáva. Her var fer á millum greinarnar. Tey kagaðu undan at hyggja út í víðu verð, har ljósspælið millum hesar grein­ar gjørdi tey forvitin. Ja, eg má skoyta uppí, at konan og eg vóru í Berlin í summar, og vóru á gátt í tí norðurlendsku ambasaduni og sóu føroyska, íslendska og grønlendska sniðgeving og brúkslist. Dóttir Katrin, Barbara í Gongini, hevði á hesari sýning frálík skap í sniðgeving í skulpturellum, yndisligum hugskotum . Meðan vit stóðu framman fyri hesum skapum, hugs­aðu vit um greinaranar í Doktaragarðinum... nú var ljós­ spælið millum hesar greinar komnar til Berlin. Ja, hví ikki tað? Ein frálík skygging hiðani av landi úr Doktaragarðinum hjá Emmu. Skúlin og Dragin Drongurin er vaksin upp í Doktaragarðinum. Her varð hann drigin úr neysti. Tá ið hann legði árar í sjógv, stóð um æsingarnar - nú skuldi heimurin upplivast. Hann var væl kálvføddur. Góðan mentanarliga førning hevði hann við sær av Sandi, Klaks­vík og Fuglafirði. Minn­ist hann sum næming í skúlanum so eygagóðan og skilagóðan, sum ikki einans gekk upp í skúlan, men eisini var við í dagsins málum, sum ráddu millum Kirkjugjógv og Gjógvará. Einum sinni tos­aði hann í skúlanum um útróður, hvussu nógv teir vunnu í peningi, teir sum róðu út, og so fingu teir mangt kókið fyri einki. Spurdi hann, um hann ætlaði at vera útróðrarmaður, tá ið hann bleiv stórur? - Ja, tað ætlaði hann sær, hann skuldi hava ein nýggjan útróðrarbát, og at hann skuldi eita Emma. Hetta var so fitt sagt, og eingin ivi var í hansara sál um hesa søk.. Hann var eina tíð við Draganum, sum Emil Tofte­gaard í Fuglafirði átti. Trolaðu á landleiðini og fiskaðu undir Íslandi. Her varð dreymurin um sjó­mansdygdir og havsins andadrátt lagt í sálina. Ofta rennur maðurin aftur til hesar dagar, tá ið hetta skúlaskip læt mannin í havsins sjósavu og góðan sjómansskap Út­róðrarbáturin, Emma, kom ongantíð á Fuglafjørð, men hugsi eg, at Dávur nýtist bert at kaga út ígjøgnum stovuvindeygað í Klaksvík og síggja Dragan nú liggja riggaðan á ein annan hátt við bryggju í Klaksvík og droyma dreymin um út­róðarbátin Emmu, sum kundi verið Dragin. Hann skifti onkuntíð eigara, og kanska hevði hann endað í onkrum loynikróki í Dávasa huga við navnabrettinum Emma, um so var, at barndómsdreymurin gjørdist veruleiki. Aftur til Fuglafjarðar Dávur hevur altnar dagar sínar ikki verið bangin fyri at taka tøk. Tá ið Emma og Eyðun vóru flutt úr Fugla­ firði, leitaði sveinurin sær aftur til Fuglafjarðar og kom hann at búgva í granna­lagnum, har sum faðir búði á Bakkanum. Hetta var fyrst í áttati árunum. Alexandra og greinskrivarin vóru gift og búðu Norðuri í Gerði. Dávur búði í íbúðini hjá Harry Hansen skamt við. Hetta var eftir lokið mið­námsprógv, og gjørdist teir báðir sum stúkan og rekkju­ váðin. Hesa tíð koyrdi Dáv­ur lastbil í Fuglafirði hjá Kára Zachariassen, og eru góð vinabond teirra mill­um. Hann koyrdi eisini eina tíð lastbil hjá Sigfríða Vørðhamar, sála. Hann var síðst í sjeytiárunum vikarur í Fuglafajrðar skúla. Hesar dagar rør Dávur mang­ an afturá, og tykist tað mær, at hann, uppvaksin millum Borgina og Kamb, upplivdi Fuglafjørð á ein annan hátt, nú hann var farin um tannáringaaldur. Fekk fatur á einum tátti í heimalívinum og sjómans­lív­inum við sluppum og trol­arum, sum faðir greiddi honum frá. Teir plagdu sita skýming á Bakkanum í ein­ingi og var prátið um gamla­mannadreymar og ung­ dómsrák í einum andans meldri av frásagnum. Svá var tað. Trúfestið Dávur er sera trúfastur. Tíð­um støkkur hann inn á gólvið at fáa sær ein duss, tá ið hann hevur verið í Havnini og vitjað t. d. mamm­­una og systrina ella í smá­ørindum. Fert tú á gátt í Klaksvík hjá Arnfríð og Dáva, er blíðskapurin óførur. Ikki so sjáldan hevur hann rætt okkum í Fuglafirði eina hjálpandi hond, tá ið okkurt tiltak hevur verið í bygdini. Nevnast kunnu utt­anlandsferðirnar við Fuglafjarðar sangkóri, At­lantic Voices og Varma­keldusamtakið fyri góðum tveimum árum síðani – Menninskja í søgn og søgu – eitt norðurlendskt sam­tak og ikki at gloyma hans­ara medvirkan , tá ið greinskrivarin fór um tey seksti. Okkum hevur hann verið hollur - góður í ráðum og ávikum. Nordvesten hevur hann verið tvær reisur við til at fyrireika, har pallurin rakk til Fuglafjarðar. Í áttati árunum las Dávur til byggifrøðing í Horsens og sang í hesi tíð við vala­kór­inum Klosterkirkens kor. Vit vitjaðu í Horsens um páskirnar 1987 við Fugla­fjarðar gentukóri, og vóru vit væl havd av Dávuri í hesum staði. 1986 giftist hann við Arnfríð, sum tók eftirútbúgving í Kolding. Tá ið tey vóru liðug við lesturin, vendu tey heimaftur og settu búgv í Klaksvík, hon fekk arbeiðið á Klaksvíkar sjúkrahúsi og hann á teknisku deild í Klaksvíkar kommunu, og nú er hann leiðari á ment­an­ardeildini í hesum staði. Mangur hevur sitið væl und­ir bitunum hjá teimum, og mong ein skygging hev­ur leitað sær upp undir bit­arnar í hesum húsum, og nú kagar ein ljóðkátur abba – og ommusonur, Pól Eyðfinn, undan greinunum í Doktaragarnium á Mylnu­gøtu og tríggjar fittar døtur eiga tey - Rachel, Guðrun og Emmu. Í skrivandi stund leiftra greinarnar í Doktara­garð­in­um og veitra í lotinum og biðja heilsa. Hjartaliga til lukku við teimum fimmti árunum. Alexandra og Frits Dávur Winther, fimmti ár 25 sept. Konsertin hjá Teiti á Poppkomm messuni í Berlin í gjár, varð send beinleiðis í týskum útvarpi, eitt sindur forskotin í donskum útvarpi, umframt at týska sjónvarpsrásin ZDF sendi brot av henni, og hetta setti Teit undir eitt ávíst trýst, ið tó ikki hoyrdist aftur á framførsluni. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í gjárkvøldið spældi størsta danska útvarpsrásin P3 alla konsertina, ið Teitur og bólkur hansara hevði spælt á Popkomm fyrr um kvøldið. Konsertin var fyrsta konsertin á kvøldinum kl. 20 lokala tíð. Tá hon varð send rundan um kl. 23 føroyska tíð, varð hon avbrotin av langari sam­ røðu við føroyska sangaran. Eftir løgini Waiting for Mars To Come Out og Night Time Works. Prátaði verturin á P3 við Teitur um leyst og fæst. Teitur lat rættiliga væl at kon­sertini, men viðgekk, at tað sjálvandi var eitt sindur eyka trýst, tí konsertin varð tikin upp til bæði útvarp og sjónvarp, og skuldi send­ ast bæði í Danmark og Týsklandi. – Eg komi beint av eini kon­sertferð, har bara vit hava spælt, so tað var eitt sindur annarleiðis at spæla fyri áskoðarum, ið ikki eru tínir egnu, greiddi Teitur frá. Verturin rósti Teituri fyri, at hann hevði verið so óávirkaður av, at ein partur av áskoðarunum, hevði tosað rættiliga harðmælt meðan hann spældi. Men hetta helt Teitur ikki vera nakran veruligan trupulleika. – Nøkur vóru so ung, fólk hava ymisk motiv tá tey fara á konsert, og eg vænti at hesi fólkini høvdu tað stuttligt á ein annan hátt, tað er veruliga ikki nakað, sum eg taki illa upp. Fyri okkum skal tað bara rigga á pallinum millum tónleikararnar, so skulu fólk nokk geva tí gætur. Prátið nam eisini við ríkis­ felagsskapin og um tað, at ein føroyingur varð vístur fram á einum donskum kvøldi í Berlin. Teitur metti, at her var talan um, at ríkisfelagsskapurin var grund­gevingin, soleiðis, at dansk­ur tónleikur eisini var tón­leikur úr Føroyum og Grønlandi. Men hann vísti á, at Føroyar eru eitt heilt annað land enn Danmark og at hann kendi seg ikki sum dana. T.d. fylgir hann ikki longur væl við hvat hendi í Danmark, nú hann var fluttur til London, men samstundis fylgir hann væl við øllum, ið fyriferst í Føroyum. Teitur greiddi somuleiðis frá, at hann helt hesa lut­ tøkuna á Popkomm vera sera týdningarmikla, tí nýggja fløgan júst var kom­ in út í Týsklandi, og hann segði somuleiðis, at fleiri plátufeløg og onnur fólk úr ídnaðinum høvdu sett seg í samband við hann eftir konsertina, eisini fólk úr øðrum londum enn Týsk­ landi, so eisini á tann hátt hevði kvøldið spælt væl av. Síðan varð restin av kon­ sertini spæld, her vóru eins og áðrenn prátið mest talan um løg av Stay Under The Stars, løg sum Don’t want you to wake up, All my mistakes have become masterpieces, I Run The Carrousell, Hitchiker og Louis Louis, ið hann endaði konsertina við, men eisini eitt eldri lag var á skránni, vakra lagið Josephine. Týska útvarpsstøðin Radio Fritz, sum er ein út­varpsstøð, ið sendur send­ ingar til tey ungu í Berlin og Brandenburg, sendi kon­sertina beinleiðis. Til bar eisini at fylgja við á heimasíðuni hjá Radio Fritz, men her var áhugin somikið stórur servarin ikki megnaði at fylgja við. Teitur var eitt sindur trýstur