fríggjadagur 22. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
15
tíðindi
– Fólk skulu hugsa um egna heilsu
Hetta er triðja árið, at árliga
fólkaheilsurenningin verð
ur hildin her á landi. Undir
tøkan hevur verið sera góð,
og Hans Pauli Strøm sigur,
at hann vónar líka góða
undirtøku í ár, sum hini
árini.
– Í fjør vóru út ímóti
1000 fólkum við í fólka
heilsurenningini, og hetta
var nógv meir enn vit høvdu
væntað. Vit vóna sjálvandi,
at renningin í ár fær líka
góða uppmøting, men tað
verður ringt at liva upp til
renningina í fjør.
Renningin fevnir
um alt landið
Tá
fólkaheilsurenningin
var á fyrsta sinni í 2004,
bleiv bert runnið í Havnini.
Í fjør bleiv renningin økt,
so at hon eisini fevndi um
Suðuroynna. Hans Pauli
sigur, at meiningin við
renningini var at fáa hana
út um alt landið.
– Tá vit byrjaðu við fólka
heilsurenningini í 2004,
var meiningin frá byrjan
av, at renningin skuldi
fevna um alt landið. Í 2005
fingu vit renningina til
Suðuroyar, men nú hava vit
økt um renningina, soleiðis
at hon eisini fevnir um
Klaksvík, Runavík og Vág
arnar.
Hann sigur seg haraftur
ímóti gleðast um, at fólk á
hesum nýggju økjunum
hava tikið væl ímóti hug
skotinum at fáa renningina
út um alt landið.
Fólkaheilsurenning
er fyri øll
– Meiningin við fólka
heilsurenngini er at vísa
fólkið, at heilsuverkið ger
nakað fyri at fáa fólk at
hugsa meir um teirra egnu
heilsu, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann leggur afturat, at
hetta er eitt konkret dømi,
har heilsuverkið vísir, at
tað ikki er líkasælt yvirfyri
teimum trupulleikum, sum
fólkaheilsan kann føra við
sær.
Hans Pauli sigur eisini,
at fólkaheilsurenningin er
fyri øll.
– Fólkaheilsurenningin
er ikki bert fyri ítróttarfólk
í góðum formi. Hetta er
fyri øll. Tí vilja vit fegin
hava, at nógv fólk møta
upp. Meiningin er heldur
ikki, at fólk skulu møta upp
fyri at renna. Endamálið
við renningini er, at fáa
fólk at fremja kropsligt
virksemi.
Fólkaheilsurenningin
í Havn
Fólkaheilsurenningin byrj
ar í Havnini leygardagin,
og sunnudagin verður runn
ið í Runavík. Tey byrja at
renna uttanfyri badmin
tonhøllina kl. 15.00 leygar
dagin.
Í samband við renningina
vera eisini onnur tiltøk á
økinum. Fyribyrgingarráð
ið, Hjartafelagið, Apoteks
verkið og onnur ymisk
áhugafeløg skipa fyri til
tøkum, har tað ber til at
gera heilsukanningar og
fáa upplýsing og ráðgeving
um heilsuna.
Øll kunnu bøta
um heilsuna
At enda sigur Hans Pauli
Strøm, at øll kunnu bøta
um heilsuna.
– Øll fólk kunnu bøta um
teirra egnu heilsu. Við
renningini vilja vit vísa
fólki, at heilsupolitikkur
ikki noyðist at koma frá
politiskari síðu, men at fólk
sjálvi kunnu gera ein stóran
mun.
Hann sigur seg vóna, at
fólk leggja sær hetta í
geyma, tí tað er av stórum
týdningi, at fólk hugsa um
teirra egnu heilsu.
Leygardagin fer árliga
fólkaheilsurenningin
av bakkastokki, og nú
fevnir hon um næstan
alt Føroyar. Enda
málið við fólkaheilsu
renningini er at fáa
fólk at hugsa meir um
kropsligt virksemi,
sigur landsstýris
maðurin í almanna-
og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm.
Heilsa
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Løgmaður undirskrivar søguligan
sáttmála við Heimsbankan
Á samkomu í Heimsbanka
num í gjár undirskrivaði
Jóannes Eidesgaard, løg
maður og Alfred Nicker
sen, virkandi varaforseti
hjá Heimsbankanum fyri
Fjareystur, sáttmála ímill
um Føroyar og Heims
bankan um menningar
samstarv við oyggjasam
felagið Palau.
Avtalan ber í sær, at
Føroyar fara, saman við
Heimsbankanum og Av
stralia, at stuðla og ráðgeva
stjórnini í Palau at menna
eina oljulóggávu og oljuum
siting.
Løgmaður og virkandi
varaforsetin vóru samdir
um, at hetta var ein søgulig
løta bæði fyri Føroyar og
Heimsbankan, tí Heims
bankin við hesum fer undir
samstarv við eitt nýtt land
og tí at talan er um tvey
oyggjasamfeløg, ið fara
undir samstarv.
H. Kyota, sendiharri hjá
Palau, takkaði fyri áhugan
hjá Føroyum at hjálpa og
segði, at henda avtalan
kann vera byrjanin til eitt
samstarv eisini á øðrum
økjum millum Føroyar og
Palau.
Hann bjóðaði eisini løg
manni at koma á almenna
vitjan í Palau.
Jóannes Eidesgaard
skrivar undir menn
ingarsamstarv við
oyggjasamfelagið
Palau
tíðindaskriv
– Meiningin við fólkaheilsurenngini er at vísa fólkið, at heilsuverkið ger nakað fyri at fáa fólk at
hugsa meir um egna heilsu