fríggjadagur 22. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 182 - 22. september 2006
tíðindi
Fyri trimum mán
aðum síðan keypti
felagið P/F Fossá,
sum Hálvdan Gud
mundsen og aðrir
eiga, línubátin
Ekliptiku á tvingsils
sølu. Um eina ella
tvær vikur loysir skip
ið aftur, og nú verður
tað undir gamla
navninum, Venus
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vóru klaksvíkingar,
sum áttu Ekliptiku, ið er
fyrrverandi norski frystilínu
báturin, Øyliner, sum fleiri
føroyingar áður hava verið
við.
Ekliptika hevði ongar
kvotur í føroyskum sjógvi
og teir, sum áttu skipið,
noyddust at ”smyrja” seg
við tí, sum teir kundu fáa í
altjóða sjógvi.
At klaksvíkingar so eisini
vóru óhepnir á ymiskan hátt,
gjørdi ikki støðuna betri, og
enadin var, at skipið fór
undir hamaran.
Tíðliga í summar keypti
so felagið, P/F Fossá, sum
Hálvdan Gudmundsen og aðr
ir í Sandavági eiga, skipið.
Ekliptika kallast nú Venus,
sum er gamalt skipanavn í
Vágum.
Ísa og frysta
Hálvdan Gudmundsen sigur,
at frystilastin er varðveitt í
Venusi, og nú skipið er um
at vera klárt at loysa, hava
teir bæði møguleikar at ísa
og frysta veiðina.
Hann heldur, at hetta
kann gerast ein fyrimunur,
serliga tá ið roynt verður í
altjóða sjógvi, har túrarnir
væntandi verða longri enn
undir Føroyum og Íslandi.
– Men frystilastin kann
eisini koma til góðar, tá ið
roynt verður undir Íslandi. Tá
kunnu vit frysta fiskin, sum
vit fáa teir fyrstu dagarnar
– og síðan ísa restina av
veiðini.
Hálvdan sigur, at hóast
túrurin tá dregur út, tí veðrið
kanska ikki háttar sær – ella
tí, at lítil fiskur er at fáa teir
fyrstu dagarnar, kann skipið
kortini koma heim eftir ein
longri túr við góðum fiski.
Umframt, at Venus hevur
kvotur í altjóða sjógvi
vestanfyri, hevur skipið
eisini fiskidagarnar hjá
eitt nú gamla Venusi undir
Føroyum.
– So, grundarlagið skuldi
nú verið so frægt, sum tann
kann vera, sigur reiðarin.
Stórar broytingar
Hálvdan Gudmundsen sigur,
at nú skipið er um at verða
klárt til fiskiskap aftur, stendur
Venus felagnum í umleið 8-
10 mió krónum, og ein lítil
helmingur av hesi upphædd
er farin til umbygging og rati
onalisering.
– Hetta er nógvur peningur,
men tú fært einki bíligari
skip í dag, sigur hann.
Reiðarin sigur, at egningar
maskinan og øll línuskipanin
er skift út við tað nýggjasta,
sum Mustad hevur á markn
aðinum. Línuspælið er
hitt sama, men rullur og
dragilúka eru eisini nýggj.
– Aftrat hesum er gamla
arbeiðsdekkið tikið úr skip
inum og er skift út við nýtt,
sigur Hálvdan.
Tað er Tórshavnar Skipa
smiðja, sum hevur staðið
fyri arbeiðnum umborð á
Venusi.
Umborð á skipinum eru
koyggjur til 15 mans, men
væntandi fer manningartalið
at liggja millum 13 og 15.
Skipari verður Hans Petur
Samuelsen úr Haldarsvík,
sum hevur siglt við norð
monnum, og sum seinastu
tíðina hevur verið við
Gullbergi.
Um tvær vikur
– Eg vænti, at skipið verður
klárt at loysa, tá ið ein vika
er farin av oktober. Ætlanin
er fyrst at fara undir Føroyar
at royna útgerðina, og síðan
verður farið til Íslands, har
vit eiga eini 100 tons eftir.
Hálvdan Gudmunsen sigur,
at hóast Venus eigur 127
fiskidagar á landgrunninum,
kvotu undir Íslandi, umframt
dagar á djúpum vatni undir
Føroyum og nakrar dagar
á Føroyabanka, er ætlanin
komandi ár eisini at fara í
altjóða sjógv at royna.
– Alt bendir á, at fiski
dagarnir undir Føroyum
gerast færri og færri, og tí er
umráðandi, at vit gera brúk av
øllum teimum møguleikum,
sum loyvið gevur. Haraftrat
kemur, at gamli Venus liggur
í løtuni, og vit fáa sum frá
líður at síggja, hvussu langt
loyvini, vit nú hava, fara at
røkka, sigur Hálvdan Gud
mundsen.
Ekliptika hevur skift eigara og navn
Fyrrverandi Ekliptika
eitur nú Venus og er
heimahoyrandi í Sandavági.
Nú skipið er um at verða
klárt til fiskiskap, stendur tað
P/F Fossá í umleið 8-10 mió
krónum. Ein lítil helmingur
av hesi upphædd er farin til
umbygging og rationalisering.
- Hetta er nógvur peningur,
men tú fært einki bíligari skip
í dag, sigur reiðarin, Hálvdan
Gudmundsen
Mynd: Skipalistin
Fyrrverandi navn: Øyliner, Noreg
Smíðistaður/ár:
Kystvaagen (1977)
Umbygdur:
1985/ 2006
Longd:
37,98 m
Breidd:
7,53 m
Dýpd:
4,50 m
BT:
391
Maskina:
Caterpillar (1994)
Maskinorka:
638 kW/867 HK
Ferð:
10 míl
Eigari:
P/F Fossá, Sandavágur
Útgerðarmaður:
Hálvdan Gudmundsen
FAKTA UM VENUS
Upphøgging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri fóru teir undir at
høggja upp skipið, Havbúgv
an, sum liggur við bryggju í
Hvalvík.
Hjá tí, sum kom fram við
í regninum hendan dagin,
sá hetta eitt sindur undarligt
út.
Tað var ein brøyt, sum
syrgdi fyri, at alt omandeks
varð rivið omanav skipinum,
so bara skrokkurin nú er
eftir.
Birgir W. Høgnesen, sum
starvast á marknaðardeildini
hjá Sosialinum, var fram við
í Hvalvík hendan dagin – og
lukkutíð hevði hann mynda
tólið við sær.
Havbúgvin, sum Annfinn
við Hálsagarð í Haldarsvík
eigur í dag, hevur upp ígjøgn
um tíðirnar havt fleiri eigarar
og fleiri nøvn.
Nú helt so eigarin, at tíðin
var komin til, at skipið legði
»beinini«.
Havbúgvin er bygdur úr
eik/bók í 1955 í Korsør í
Danmark. Hann var 17,71
metrar langur og 5,30 metrar
breiður, merktur 53,56
BRT.
Havbúgvin hevur
nú lagt »beinini«
Havbúgvin er bygdur í Korsør í
Danmark í 1955
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Ein brøyt rívur alt omanav
skrokkinum – og tað gongur
skjótt fyri seg
Mynd: Birgir W. Høgnesen