fríggjadagur 22. september 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
17
tíðindi
Trolarin, Mars,
sum í sínari tíð var
heimahoyrandi í
Sandavági og síðan
í Hósvík, liggur sum
vit hava skilt í Las
Palmas á Grand
Kanariu við dýrastu
last, sum skipið
nakrantíð hevur
havt – 11 ballur við
marihuana, sum hava
eitt søluviði av 2,5
miljardum krónum!
Søga
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Manga lastina hevur ís
fiskatrolarin, Mars, sum í
fleiri ár var heimahoyrandi
í Sandavági, ført til lands.
Skipið er ikki longur heima
hoyrandi í Sandavági, heldur
ikki í Hósvík, haðani skipið
varð selt úr Sandavági.
Helst er Mars í dag skrá
settur í Panama.
Tá ið skipið fór úr Føroy
um, ljóðaði, at keypararnir
skuldu brúka tað til humm
araveiði.
Men sambært sponsku løg
regluni hevur skipið verið
meira enn á hummaraveiði,
síðan tað fór úr Føroyum.
2,5 miljardir krónur
Vit hava skilt, at Mars í dag
liggur í Las Palmas á Grand
Kanariu við eini rættiliga
dýrari last av marihuana.
Sum skilst, hevur danska
TV-ávísin borið tíðindini um,
at skipið er tikið í sponskum
sjógvi – við ikki færri enn 11
ballum av mariuhuana, sum
hava eitt søluvirði av umleið
2,5 miljardum krónum.
Eingin ivi er um, at hetta
er nógv tann dýrasta lastin,
sum Mars nakrantíð hevur
ført. Men samstundis er
lastin eisini ólóglig so tað
brakar eftir í.
Vit hava skilt, at skipið er
komið úr Suðurameriku við
hesum metdýra ”fongi”, sum
sponsku myndugleikarnir
tíbetur avdúkaðu.
Fólk, sum hava sæð mynd
ir av skipinum í TV-ávísini,
siga, at gamla navnið fram
vegis er á skipinum, eins
og heimstaður og kenni
bókstavirnir, VA 174.
Næmingar í
starvsvenjing
Starvsnæmingar
Petur Meinhard
Magnussen
Navn: Chrisian á Lava.
Aldur: 16.
Flokkur: 10. B. Runavíkar
skúli.
Hví valdi tú Bónus?
– Eg vildi vita, hvussu
spennandi handilslivið er.
Er hetta nakað, tú ætlar at
gera í framtíðini?
– Ja, hetta kundi verið
stuttligt og spennandi
at gjørt í framtíðini.
Lýs trý góð ting:
– Arbeiðsfólkið,man lærir
nógv, og tað er nógv at
gera.
Navn: Búi í Hjøllum.
Aldur: 16.
Flokkur: 10. Tofta skúli.
Hví valdi tú Bónus?
– Her arbeiða bara konu
fólk, og tí eg vildi royna
okkurt annað enn sjólívið.
Er hetta nakað tú ætlar
at gera í framtíðini?
– Ja, eg elski at sita við
kassan.
Lýs trý góð ting:
– Kassin, pausirnar og
arbeiðsfólkið.
Navn: Dánjal Olsen.
Aldur: 16.
Flokkur: 10. A. Runavíkar
skúli.
Hví valdi tú Elding?
– Haldi, tað er spennandi
at royna okkurt nýtt.
Er hetta nakað, tú ætlar at
gera í framtíðini?
– Eg veit ikki, tað kann
verða, at eg fari at arbeiða
í Elding.
Lýs trý góð ting:
– Arbeiðsfólkið, nógvar
pausir, og FK er beint niðri
undir.
Navn: Danny Kechtan.
Aldur: 16.
Flokkur: 10. B. Runavíkar
skúli.
Hví valdi tú Elding?
– Tí, eg haldi tað vera spenn
andi at arbeiða við onkrum
innan tøkni og sølu.
Er hetta nakað, tú ætlar at
gera í framtíðini?
– Nei, hetta er ikki eg. Stutt
sagt.
Lýs trý góð ting:
– X-boxin, arbeiðsfólkið
og pausirnar í lagrinum.
Mars liggur við dýrari last í Las Palmas
Fyrrverandi føroyski ísfiskatrolarin, Mars, liggur í Las Palmas við 11 ballum av marihuana, sum
hava eitt søluvirði av 2,5 miljardum krónum
Mynd: Skipalistin
Konsertir og
workshop fyri
harmoniku
spælarar
Í morgin verður workshop í Læraraskúlahøllini fyri føroyskum harmonikuspælarum, og
Konsertfelagið væntar, at hetta verður ein hugnalig og ógloymandi løta
Mynd: Vilmund Jacobsen
Oxana Lisowaja spældi í
Miðlahúsinum hósdagin.
Í kvøld spælir hon í
Mentanarhúsinum
og sunnudagin í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Ì samband við
vitjanina hjá
russiska harmon
ikuleikaranum,
Oxanu Lisowaja,
hava føroyskir
harmonikuleikarar
høvi atverða við til
ókeypis workshop í
Læraraskúlahøllini
leygardagin, 23. sept.
Workshop
Beinta K. Jacobsen
starvsnæmingur
Umframt konsertinar, sum
verða við russiska har
monikusnillinginum, Oxanu
Lisowaja – ávikavist í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði
og í Norðurlandahúsinum í
Havn, verður eisini workshop
við føroyskum harmoniku
leikarum.
Tiltakið í Læraraskúla
høllini, sum verður í morgin
- leygardagin, 23. september
millum klokka 14 og 17,
er ókeypis, og umframt
harmonkuleikararnar, sum
verða við, eru fólk eisini
vælkomin at lýða á.
Ì Læraraskúlahøllini fer
Oxana Lisowaja fyrst at hava
eina lítla konsert. Síðan verður
høvi at fáa sær kaffi, og tá
verða eisini stundir til at práta
við harmonikusnillingin, sum
verður til reiðar at vegleiða og
svara spurningum.
Umráðandi er, at tey, sum
luttaka í workshop-tiltakin
um, hava ljóðførini við sær.
Tað er Konsertfelagið
og Norðurlandahúsið, sum
standa aftanfyri russisku
vitjanina í Føroyum.
– Vit vænta, at løtan í
Læraraskúlahøllini verður
hugnalig og ógloymandi
– bæði fyri luttakararnar og
tey, sum bara koma at lýða á,
siga tey í Konsertfelagnum.
Í kvøld klokkan 19:30
fer Oxana at hava konsert
í Mentanarhúsinum í Fugla
firði, og sunnudagin klokkan
16 fer hon at hava konsert í
Norðurlandahúsinum.
Hósdagin spældi hon í
Miðlahúsinum fyri starvs
fólkum á Sosialinum, og
einki er at taka seg aftur í,
at Oxana Lisowaja er ein
úrmælingur við síni konsert-
harmoniku.