Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 183 - 22. september 2006 ] Tað er eingin ivi hjá fótbóltsdómarunum. Verða teir varugir við, at rasisma verður nýtt sum skitið vápn á vøllinum, skal hondin beint í reyvalumman. Og í FSF verður staðfest, at revsingin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eiler Rasmussen er næst­ formaður í felag­num hjá føroyskum fótbólts­dómar­ um, og har eru reglurnar púrasta greiðar, um talan er um rasismu. – Har er eingin sum helst ivi. Hoyra vit nakað sum helst, ið hevur samband við rasistiskar viðmerkingar, so skal hetta revsast við reyðum korti. Tað eru eisini greiðu boðini frá FSF. - Men tá tað er sagt, so skal eg samstundis legg ja afturat, at tað er sjáldan, at tað er komið fyri. Sjálvur havi eg so ongan tíð verið beinleiðis vitni til slíka hending, men trupulleikin er jú eisini, at hetta ofta verður brúkt, tá dómarin ikki er beint undir liðini á spælarunum. Eg havi tó verið úti fyri, at spælarar eftirfylgjandi siga, at rasist­ iskar viðmerkingar hava verið, men uttan at hoyra tað sjálvur, ber jú illa til at revsa hetta. Eiler sigur víðari, at sum dómarar fáa teir ikki gjørt nógv meira enn tað sama. Tá reytt kort er givið, verður spælarin sjálvandi revsaður í aktuella dystinum. Síðani er uppgávan hjá dómaranum at skriva frágreiðing. Kunnu blása av Í Týsklandi var hending um vikuskiftið, har dómarin gjørdi bart, og blásti dyst­in millum Aachen og Münch­en­ gladbach av, tí áskoðararnir niðraðu myrkar spælarar hjá mótstøðuliðunum. Vit spurdu Eiler, hvørt hetta er nakað, sum eisini kundi komið fyri her í Føroyum? – Eg veit ikki, hvørt ein slík støða er hugsandi í Før­oyum. Og eg vóni tað í øllum førum ikki. Men sum dómarar hava vit mynd­ ugleikan at blása dystin av, um kringstøðurnar krevja tað, so teoretiskt er tað ein møguleiki. – Vónandi koma vit ongan tíð hartil, men rasisma er so ein av lutunum, sum hevur vunnið seg inn í føroyskan fótbólt, og tí er tað ein trupulleiki, sum vit eiga at fyrihalda okkum til, sigur Eiler Rasmussen. Longt leibkann Og úr FSF eru boðini greið. Karl Vidtfeldt er formaður í Dómaranevndini, og hartil er hann eisini limur í Kappingarnevndini, ið jú er nevndin, sum tekur støðu til frágreiðingar frá dómarunum. – Nú hevur einki mál verið av hesum slagnum, og tí havi eg einki fordømi at halda meg til. Men eg eri ikki í iva um, at hetta er nakað, sum vildi havt longt leikbann við sær. Hvussu langt, veit eg ikki at siga, men tað er nakað, sum skal revsast hart, sigur Karl Vidtfeldt. Ein spurnarrunda millum teirra, sum vara av Formula- feløgunum, staðfestir, at tað er misjavnt, í hvønn mun rasisma á vøllinum verður uppfatað sum ein ítøkiligur trupulleiki í føroyskum fótbólti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Breið semja er um, at rasisma er nakað, sum avgjørt ikki hoyrir heima á einum fótbóltsvølli. Tað er greiða felags niðurstøðan, sum formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum hava. Hivnegin tykist tað vera sera misjavnt, í hvønn mun hesir meta, at talan er um ein ítøkiligan trupul­ leiki í føroyskum fótbólti. Í nógvum førum verður sagt, at hetta ikki er ein trupulleiki, sum tey ítøkiliga hava havt í felagnum, með­ an boðini aðra staðni eru, at dømið við Alex Dos Santos, sum var í blaðnum í gjár, so langt ífrá er tað einasta av sínum slag. Fair-Play skal veittra Í kvøld fara formenninir at hava felags fund í FSF- húsinum. Tá málið varð tikið upp í gjár, staðfesti FSF-forsetin, at hetta eigur at takast upp alt fyri eitt, og í so máta hevur Óli Holm ikki ligið á boðunum. Skráin fyri fundin varð send formonnunum í gjár­ kvøldi, og tá fekst sjón fyri søgn, at hetta var eitt av punktunum, sum formliga eru sett á skrá. Hvussu tann parturin verð­ ur viðgjørdur, ber sjálvandi ikki til at siga enn. Men tað er nærligg jandi, at høvið verður nýtt, nú talan eisini er um altjóða Fair-Play dag sunnudagin. Aðra staðni hevur verið vanligt, at liðformenn hjá liðunum lesa upp boðskapin, sum FIFA hevur um Fair- Play og góðan ítróttasið, og tað kundi kanska verið ein háttur, sum soleiðis kundi markerað hugburðin hjá føroyskum fótbólti til hetta. Spurningarnir, sum for­ menninir fingu, vóru trígg ­ ir í tali, og svørini til hesar framganga aðrastaðni á hesum síðum. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 »Trupulleikin er jú eisini, at hetta ofta verður brúkt, tá dómarin ikki er beint undir liðini á spælarunum« Eiler Rasmussen, fótbóltsdómari Formans­ rundan Torleif Sigurðsson, KÍ: Hevur tykkara felag upp­ livað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? – Tað eri ikki vitandi um. Í øllum førum havi eg ikki verið vitni til slíkan atburð sjálvur Hevur KÍ nakra reglu­ gerð, sum umfatar trupul­ leikan við rasismu? – Tað meini eg ikki, at vit hava. Men tað er væl nakað, sum kemur undir tær reglur um góðan ítrótt­ arsið, sum vit hava. Hava tit nakrar manna­ gongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri? – Tað er so avgjørt ikki nakað, sum verður góðtikið. Enn hava vit so ikki havt nakað ítøkiligt mál, men tað vildu vit roynt at steðga alt fyri eitt. Tað er jú skjótt, at vit “arva” ymiskar ónollur til føroyskan fótbólt, og tí er hetta ein trupulleiki, sum vit eiga at vera varug við. Niclas Davidsen, B68: Hevur tykkara felag upp­ livað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? – Ikki beinleiðis. Av og á falla sjálvandi keðiligar viðmerkingar á vøllinum, men mær vitandi hevur talan ikki verið um nakra miðvísa gerð móti nøkrum spælara í so máta. Hevur B68 nakra reglu­ gerð, sum umfatar trupul­ leikan við rasismu? – Vit hava einki, sum staðfestir, at vit ikki skulu verea rasistiskir, men hinvegin haldi eg, at hetta sorterar undir vanligan fólkasið. Hava tit nakrar manna­ gongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri? – Sjálvandi vildi tað ikki verið góðtikið. Og fyrst og fremst vildi vápnið væl verið, at tosað varð við tann, sum framdi gerðina, soleiðis at hetta ikki kom fyri aftur. Beinleiðis reytt Trupulleikin partvíst viðurkendur Kortini sita leyst, um dómarin fær frænir av, at rasisma verður nýtt sum skitið vápn á vøllinum, eru greiðu boðini úr dómarafelagnum