Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 183 - 22. september 2006 ] KÍ og HB í unglingafinaluni Eftir hálvfinalurnar í unglingadeildini í gjárkvøldi er tað greitt, at HB og KÍ skulu spæla finaluna HB spældi sína hálvfinalu ímóti B36 í Gundadali. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-0 til HB. Í Runavík spældu NSÍ og KÍ hina hálvfinaluna, og har eydnaðist útiliðnum at vinna heili 3-0. KÍ skoraði øll trý málini tíðliga í dystinum. HB og KÍ skulu tí spæla finalu á uttanveltaðum vølli tann 4. oktober. Júst hesi liðini hittust eisini í steypafinaluni í summar, og ta ferðina vann HB. NSÍ og B36 hittast í dystinum um triðja pláss. -ek Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar 23. septembur. 12 talv verða telvað. Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Nú verður óhepna støðan við tveimum heimsmeistarum í talvi tíbetur skjótt søga. 13. apríl í ár játtaðu Veselin Topalov og Vladimir Kramnik at telva um HM- krúnuna. Tá tað viðvíkur HM- heitið, hevur talvheimurin verið spjaddur og fløkja­ sligur í mong ár, men nú verða træðrirnir loystir og lagdir í einari línu. Startskotið verður leygar­ dagin 23. septembur og tólvta og seinasta talvið verður telvað 10. oktobur. Telvað verður í Elista í Kalmykia. Kramnik er eisini flúgvandi Tey sum hava fylgt við gongdini hjá Topalov vita, at 31 ára gamla bulgarska stjørnan ikki er til at steðga. Hann hevur stutt sagt telvað heimsins bestu telving sein­ astu árini. Topalov telvar undirhaldandi álopstelving, og tí er maðurin ein væl­ dámdur heimsmeistari hjá flestu talvfjepparum. Kramnik - sum somu­ leiðis er 31 ár - kom undan kavi aftur fyri umleið hálvum ári síðani. Í 2004 og 2005 var russin nógv darvaður av sjúku. Og tað er ikki hissini comeback russin hevur undirhildið okkum við. Hann hevur telvað fram úr væl, m.a. við at vinna Dortmund í juli umframt, at hann hevði hægstu avriksstyrkina í talvolympiaduni í juni. Tveir telvarar í besta aldri og við avrikum í serflokki. Tað boðar frá einum sera spennandi HM-dysti. Ólíkir Sum nevnt er Topalov kendur fyri sína álops- og kompromileysu telving. Hvørt hann hevur hvíta fólkið ella svarta fólki er líka­mikið. Topa fer eftir fígg­inda­konginum í hvørj­ um talvi. Hesin talvháttur er ikki vandaleysur. Topalov tapir til tíðir nøkur talv, men hinvegin er talið á sigrum altíð nógv hægri. Talvtalent og dugnaleiki Topalovs slóðar fyri hesum. Kramnik telvar vanliga trygt og tapir sjáldan. Tveir javnleikir, heldur enn ein sigur og eitt tap, tykist at vera hansara leistur. Kramnik er tann einasti, sum hevur vunnið HM- dyst móti Garry Kasparov. Í 2004 vardi hann sítt HM- heitið ímóti Peter Leko, tá hann við sigri í seinasta talvinum fekk javnleik 7-7 . Kramnik er ein sera sterkur matchtelvari og møguliga kann hann endurtaka bragdið frá ár 2000, tá hann - ósigraður - tók HM frá Kasparov. Tá talan er um longri talvdystir, hevur Topalov ikki somu royndir sum Kram­nik. Hóast hetta meta tey flestu Topalov vera favorittur at vinna heims­ meistaraskapin. Formans­ rundan Mortan Thomsen, ÍF Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? – Tað haldi eg ikki. Sjálvur havi eg so ikki upplivað, at nøkur kæra hevur verið í so máta. Hevur ÍF nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? – Ikki beinleiðis viðvíkjandi rasismu. Men viðtøkurnar hjá okkum staðfesta millum annað, at farast skal fram í røttum ítróttaranda. Og kemur rasisma fyri, er hetta avgjørt ikki í tí andanum. Hvat hendir, um spælarar ella onnur forbróta seg á tær viðtøkurnar, sum millum annað umfata góðan ítróttaranda? – Mær vitandi, so hava vit ikki havt nakað mál, har slíkt hevur verið til viðgerðar. Og mær vitandi hava vit ongar ítøkiligar reglur í so máta. Men vit sóu í hondbóltskappingini fyri hálvum triða ári síðani, at VÍF gav egnum spælara drúgt leikbann, og tað er ein revsing, sum eg kann ímynda mær kundi komið upp á tal. Hans Jákup Andreasen, Skála: Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? – Ikki tað, sum eg veit, og tí gjørdist eg eitt sindur bilsin, tá eg las greinina í Sosialinum. Hevur Skála nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? – Nei tað hava vit ikki. Tað skal tó sigast, at vit í løtuni eru í ferð við at dagføra reglugerðirnar í felagnum. Og tá er ikki óhugsandi, at hetta eisini verður ein partur av hesum. – Av tí sama hava vit í dag ongar reglugerðir, sum fyriskriva, hvussu farast skal fram, um eitt nú rasisma kemur fyri seg við ella á vøllinum. Men vit høvdu eitt dømi, har ein dómari kendi seg sera illa viðfarnan av einum bólki av áskoðarum. Ta ferðina fingu vit fatur á viðkomandi áskoðarum, og eg haldi, at tað loysti trupulleikan. Janus Rasmussen, GÍ: Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? – Rasismu vil eg ikki siga, at eg kenni til. Hinvegin er púra vanligt, at spælarar koyra á hvønn annan undir dystum, og í so máta vil eg siga: Eingin nevndur – eingin gloymdur. Tað er jú ikki bara ein dansur á rósum, tá spælt verður á vøllinum. Men beinleiðis rasismu haldi eg meg ikki kenna til. Hevur GÍ nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? - Ikki ítøkiliga, men vit hava jú reglur um, at farast skal fram í góðum ítróttaranda og ítróttini at frama. Hvat hendir, um spælarar ella onnur forbróta seg á tær viðtøkurnar, sum millum annað umfata góðan ítróttaranda? - Sum sagt, so hava vit ikki nakað ítøkiligt dømi. Men vit seta krav um, at øll okkara ítróttarfólk skulu bera seg at sambært hesum reglum. Og er talan um ein ítøkiligan trupulleiki, so vildi hesin sjálvandi verið tikin upp. Sigur er krav hjá báðum liðunum, tá VB/Sumba tekur ímóti ÍF í einum sonnum botngysara á Eiðinum í Vági. ÍF mangla Bartal Eliasen og Christian Solberg, meðan Dmitry Jankovic hevur leikbann hjá VB/Sumba. Upptakt Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Botnurin bleiv eitt opið stríð millum trý feløg eftir síðstu umfar, tá B68 hølvaði VB/ Sumba av á Toftum, og ÍF vann á B36 í Fuglafirði. Nú er aftur botngysari á skránni, tá botnproppurin ÍF vitjar í Vági. Vinnur ÍF henda dystin, so fara teir framvið VB/Sumba á stigatalvuni. Bjarni Johansen, hjálpar­ venjari hjá VB/Sumba sigur, at stórtapið á Toftum skal vaskast burtur, og at hetta vónandi fer at ganga út yvir ÍF. – Vit vóru fyri einum lemjandi tapi á Toftum síðsta vikuskiftið, sum førdi við sær, at bæði ÍF og B68 nú eru í hølunum á okkum. Nú hava vit aftur møguleika at sleppa frá teimum, og hetta ætla vit at gera okkum dælt av ímóti ÍF. Kravið er heilt einkult. Vit skulu vinna á ÍF sunnudagin. Tað verður tó uttan verju­ leikaran Dmitry Jankovic, sum fekk reyða kortið á Toftum. Bartal burturstaddur Hjá ÍF kemur tað illa við, at verjukempan, Bartal Eliasen, ikki verður við í Vági. Hann er burturstaddur, og tískil má ÍF vera hann fyriuttan í týdningarmikla botndystinum í Vági. Men ikki nokk við tí. Christian Solberg, sum ÍF fekk frá VB/ Sumba í summarsteðginum, hevur brotið nøsina, meðan Áki Petersen hevur ein skaða í lærinum at dragast við. Teir báðir vera heldur ikki við í Vági. Harafturat er offensivi serbiski mið­ vallarleikarin, Nenad Saric, ivasamur, tí hann fekk ein skaða í fótliðin móti GÍ mikudagin. Símin Eliasen, hjálpar­ venjari hjá ÍF, ásannar, at hetta eru týdningarmiklir leikarar at missa hjá ÍF. - Bæði Bartal og Solberg hava verið týðandi leikarar hjá okkum síðstu dystirnar, og tí er ringt at vera teir fyriuttan. Nenad hevur eis­ini vera sera góður styrk­ur, síðani hann kom í summarsteðginum, og tí vóna vit at fáa hann kláran til dystin sunnudagin. Málið hjá okkum er púra greitt. Sjálvt um vit spæla uttan fleiri av okkara týdn­ ingarmiklu leikarum, so ætla vit suður til Vágs eftir øllum trimum stigunum, tí hetta er tað einasta vit kunnu brúka í stríðnum fyri at yvirliva í bestu deildini. VB/Sumba-ÍF: Botngysari í Vági Topalov ímóti Kramnik Snartíðindi 5th Klaksvík International, sum skuldi byrja 22. septembur, er útsett. Møguliga verður kappingin á skránni seinni í ár Magnus Carlsen bleiv hósdagin fyri fyrstu ferð norskur meistari, tá hann vann umdystin ímóti Simen Agdestein. Í samstarvi við Talvsambandi Føroyar skipar Klaksvíkar Talvfelag fyri Grand Prix kapping (kvikkapping) leygardagin. Telvað verður í Ósáskúlanum kl. 10.00 og tekning er á staðnum. Hvør telvari hevur 15 minuttir til talvið. Grand Prix kappingin 2006 fevnir um tríggjar kappingar:  23. septembur í Klaksvíkar Talvfelag, Ósáskúlin, kl. 10.00. 22. oktobur í Gøtu (nærri lýst seinni), 9. desembur finala í Havn (nærri lýst seinni) -cens Dystir um vikuskiftið Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 24.09 GÍ-Skála Páll Augustinussen 24.09 KÍ-NSÍ Rúni Gaardbo 24.09 HB-B36 Petur Reinert 24.09 VB/S-ÍF Lassin Isaksen 24.09 B68-EB/S Dagfinn Olsen 1. deild menn 23.09 B71-SÍ Regin Egholm 23.09 TB-FSV04 Lars Müller 23.09 HB-AB Jóannes Mikkelsen 23.09 LÍF-Royn Andrew Christiansen 23.09 KÍ-VB/S Ransin N. Djurhuus 2. deild menn 24.09 NSÍ-ÍF Eugen Voda 24.09 KÍ-B68 Bárður Mortensen 24.09 Skála-GÍ Jón S. Gleðisheygg 24.09 EB/S-B36 Andrass Weihe 24.09 Fram-MB B71