Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 183 - 22. september 2006 ] Formans­ rundan Finn Ludvig, HB: Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? - Eg veit ikki, hvussu ítøkiliga eg kann svara. Men tað hoyrist jú av og á, at summir spælarar nýta tað sum eitt amboð fyri at øsa mótstøðumenn. So tað er eingin loyna, at tað fer fram, men aloftast verður tað tagt burtur. Og í yngru deildunum hava vit eisini havt mál, har spælarar hjá okkum, sum eru ættleiddir, hava verið fyri rasistiskum ágangi. Hevur HB nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? - Ikki itøkiliga um rasismu, men hetta er brot á allar reglur um góðan ítróttarsið. Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, tá slíkt kemur fyri? - Tað er sjálvandi at sláa hart niður á slíkar hendingar. Stendur til dømis onkur av áskoðarum og rópar niður­ setandi móti spælarum á slíkan hátt, so verður tað avgjørt ikki góðtikið, og tað hava vit eisini havt okkara dømi um. Og vit hava eisini dømi um, at spælarar í yngru deildunum eru koyrdir út av slíkum orsøkum. So tað er avgjørt ein trupulleiki, sum verður tikin í álvara. Rólant Højsted, EB/Streymur: Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? - Mær vitandi er hetta ikki nakað, sum vit hava upplivað í EB/Streymi. Sjálvandi havi eg verið vitni til, at spælarar hava skeldast á vøllinum, men tað hevur so ikki verið húðarliturin, sum hevur verið orsøk til hetta.. Hevur EB/Streymur nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? - Tað er ikki positivt nevnt í viðtøkunum, men vit hava sagt púrasta greitt, at tað er nakað, sum vit taka kraftiga frástøðu frá. Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, tá slíkt kemur fyri? - Tað er so avgjørt nakað, sum verður átalað upp á tað harðasta, um so er. T Ragnar Gudmundons, formaður í fótbóltsdeild VB/Sumba Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? - Tíbetur hava vit ikki upplivað slíkan atburð enn. Í øllum førum ikki tað, sum eg veit um. Hevur VB/Sumba nakra reglugerð, sum umfatar trupul­ leikan við rasismu? - Ikki skrivliga, men sjálvandi verður tað heitt á spælarar um at bera seg sømuliga at á vøllinum. Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri? - Nei. Men tað er púrasta givið, og skuldi onkur á ella kring liðnum borið seg soleiðis at, so vildið tað verið revsað. Og tað vildi verið revsað hart. Toftamenn ynskja sær stig úr dystinum nú oddaliðið vitjar á Svangasgarði, men setningurin hjá EB/ Streymi er rættiliga einfaldur: teir skulu hava trý stig UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað vera toppur og botnur, sum bresta saman á Svangasgarði sunnudagin. 36 stig eru millum liðini bæði, og tí er EB/Streymur helst eisini greiðasti favoritturin nú 24. leikumfar skal spælast. Um vit byrja við gestunum, so hava teir bara ein mann uttan fyri, og er tað Bárður Olsen. Hann fekk trupulleikar við knænum í dystinum móti Skála, og er í morgun skurðviðgjørdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verður hann ikki við sunnudagin. Hann var heldur ikki við í móti B36 mikudagin, og tí verður tað helst sama liðið sum fer á vøllin sunnudagin, sum tað var mikukvøldið. Í Sundalagnum hava tey fult álit á, at teirra lið fer at gera sína skyldu og vinna á B68, men samstundis verður onki tikið fyri givið, eftir at B68 hólvaði VB/Sumba av, og tí ætla menn at ansa serliga væl eftir Súna Fríða Barbá og Anderson, sum eru ógvuliga skarpir fyri tíðina. Ralph út og Øssur inn Toftamenn eru noyddir at gera broytingar á liðnum, síðani stórsigurin seinasta sunnudag. Ralph van Dooren fekk sítt áttanda gula kort í ár tann dystin, og tí er hann leikbannaður nú EB/ Streymur vitjar. Hetta er stórur missur hjá B68, og tað ger tað ikki betri, at Kári Hansen framvegis er úti við skaða. Hinvegin gleðast toftamenn um, at Øssur Hansen er við aftur. Hann var burturstaddur móti VB/ Sumba men er nú við aftur, og tað fer at styrkja um liðið. Á Toftum eru tey fullgreið yvir, at nú skulu so nógv stig á kontina sum gjørligt, um sessurin í bestu deildini skal varðveitast, og tí skal B68 hava stig burtur úr dystinum, gjarna fleiri. KÍ vanta tveir týdningarmiklar leikarar, tá vespurnar úr Runavík koma á vitjan til spennandi dystin í Klaksvík, har bæði stríðast fyri at fáa heiðursmerkir, og tí ætla sær at vinna UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Liðini sum fara á vøllin við Djúpumýru sunnudagin eru ájøvn í stigum. Tey berjast bæði fyri at røkka medaljuplássunum, og tí kunnu áskoðararnir í Klaksvík rokna við einum tøttum og spennandi dysti, tá KÍ og NSÍ bresta saman. Gestirnir eru væl fyri. Sjúrður Jacobsen hevur verið uttan fyri við skaða í nakrar vikur, og hann er framvegis ikki tøkur. Annars hava runavíkingar hvørki leikbann ella skaðar at dragast við, nú teir fara norður gjøgnum tunnilin. Harley og Símun vanta Hjá heimaliðnum stendur ikki heilt so væl til við fólki. Harley Bertholdsen fór út í dystinum móti HB við skaða. Hann var ikki við í móti Skála mikudagin, og verður neyvan tøkur sunnudagin heldur. Símun Joensen hevur eisini givið avboð. Hann hevur fingið fimm gul kort, og má harvið sita ein dyst yvir. Aftrat tí er tað eitt lítið ivamál við Paul Clapson. Hann varð borin av vøll­ inum mikudagin móti Skála, men í Klaksvík rokna tey við, at hann kemur fyri seg til sunnudagin. KÍ og NSÍ hava 38 stig í part, bæði liðini fara eftir sigrinum og so er spurn­ ingurin bara, hvør fer at standa eftir sum sigursharri og hvør verður taparin. Formula-liðið Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu seg best í 22. umfari av Formula-deildin. Av misgávum var hetta ikki við í týsdagsblaðnum, men vit vóna, at lesarin ber yvir við okkum. B68 – EB/Streymur Toftamenn vilja hava stig KÍ – NSÍ: Bæði fara eftir medaljuni 06 05 05 04 03 02 01 00 99 98 97 96 GÍ-Skála - 1-4 2-3 1-1 2-1 2-1 - - - - - - 2-1-2 8-10 KÍ-NSÍ - 5-6 2-3 1-0 2-2 2-3 2-1 0-1 3-0 4-1 4-0 - 5-1-3 25-17 HB-B36 2-0 1-1 - 1-0 1-2 1-2 1-2 2-2 4-2 2-3 1-0 3-1 5-2-4 19-15 VB/S-ÍF - 3-2 0-1 3-1 - - - - 3-1 1-1 2-0 2-1 5-1-1 14-7 B68-EB/S - - - 2-4 4-2 2-1 1-0 - - - - - 3-0-1 9-7 Í alt