Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 183 - 22. september 2006 ] Formans­ rundan Andrias Lamhauge, NSÍ Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? - Í fjør høvdu vit Ike Ikechukwu á liðnum, og tað kom meira enn so fyri, at hann segði seg vera offur fyri slíkum atburði. Hvussu støðan hevur verið hjá mótstøðuliðum okkara í so máta fái eg illa svarað fyri, tí tað eru jú fyrst og fremst tínar egnu spælarar, sum tú hevur samband við. Hevur NSÍ nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? - Vit eru jú undir teimum reglum, sum eru galdandi fyri ÍSF og FSF, og har verður hesin trupulleikin tikin í stórum álvara. Og tað verður hann sjálvandi eisini hjá okkum. Hvørji ráð eru at taka, tá felag upplivir, at somu reglur verða brotnar? - Eitt amboð, sum vit nú hava fingið, er í øllum førum formansfundirnir. Hesir eru eitt gott høvi at varpa ljós á júst slíkar trupulleikar, og nú fundirnir verða hildnir javnan, er tað eisini lættari hjá okkum at fáa mál sum hetta fram. Og so haldi eg annars, at feløgini eiga at taka í egnan barm. At tað verður sagt við bæði spælarar, leiðarar og áskoðarar, at slíkt ikki verður góðtikið. Sjúrður Norðbúð, B36 Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum? - Ja, vit hava fleiri ferðir upplivað, at tað hevur verið vent móti okkara spælarum. Bæði í vaksnum og yngru deildum. Og vit hava eisini frá spælarum fingið at vita, at teir hava verið offur fyri rasistiskum atburði. So á tann hátt er Alex ikki tann fyrsti spælarin, sum ger vart við hetta. Hevur B36 nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu? - Nei, men vit fylgja jú teimum reglum, sum eru innan UEFA og FIFA. Og her umfata eitt nú Fair-Play reglurnar eisini orðingar, sum taka atlit til rasismu. Hvørji ráð eru at taka, tá felag upplivir, at somu reglur verða brotnar? - Eg trúgvi, at einasti mátin er, at feløgini sjálvi taka tað upp – og tá meini eg veruliga taka tað til viðgerð. FSF kann sjálvandi gera nógv, men tað nyttar einki, um feløgini ikki taka felags tak um hetta. Ikki minst innan ungdómin. Eitt nú er vanligt, at foreldur savnast kring kappingarbyrjan og um dystir annars, og tað vildi verið eitt gott stað at varpa ljós á trupulleikan. Og tað sama haldi eg, at skúlarnir eisini skuldu gjørt. - Samstundis haldi eg eisini, at FSF skal melda greitt út, hvør leikluturin hjá dómarunum er í hesum.. Vit hava jú dømi um, at menn verða tveittir út, tí teir kalla dómaran fyri eina klovn, men hetta er í mínum hugaheimi nakað, sum fer langt út um øll mørk. Ísraeli vil keypa West Ham 35 ára gamli Eli Papoushado váttar nú, at hann er áhugaður í at samstarva við iranska Kia Joorabchian um at keypa Premier-League felagið, West Ham. Joorabchian hevur seinastu tíðina roynt at finna sær fígging til yvirtøkuna, sum helst kostar um 1 mia kr. Verður tað so, at teir báðir ríkmenninir keypa felagið, er ætlanin eisini, at øll skuldin hjá West Ham – hon er um 350 mió kr. – verður goldin alt fyri eitt. Pauli G. Hansen neyvan við í Gøtu GÍ tekur ímóti Skála sunnudagin í einum dysti, sum í roynd og veru ikki hevur nakran týdning. Hjá gøtumonnum eru allir mans tøkir, og teir fara at leggja seg eftir at vinna restina av dystunum í ár. Hjá skálamonnum er liðskiparin Pauli G. Hansen ivasamur, men teir fara væntandi at spara hann til seinnu semifinalu mikudagin, har teir ætla at gera eina síðstu roynd at spæla seg í steypafinaluna, sjálvt um tað sær svart út eftir 3-0 ósigurin á heimavølli. Mortan úr Hørg og Ólavur í Ólavsstovu hava givið avboð til grannauppgerðina sunnudagin, har HB ætlar sær at hevna stórtapið frá tí liðini seinast hittust. B36 hevur allar mans tøkar og ætla sær sjálvandi eisini sigurin UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Grannauppgerð verður í Gundadali sunnudagin. Arvafíggindarnir HB og B36 bresta saman, og lagt er upp til eitt brak av einum dysti. Liðini kappast bæði um at fáa fremsta plássið eftir EB/Streym, og hava tey vunnið einaferð í part í móti hvørjum øðrum í ár – í fyrra dystinum vann HB 2-0 og seinna dystin vann B36 6-0. B36 hevur allar mans tøkar til dystin. Hvørki skaðar ella leikbann merkja hópin, men tá tað er sagt, so skal sigast, at Hanus Thorleifsson og Bergur Midjord ikki eru heilt 100 prosent enn. Hanus byrjaði inni móti EB/Streymi, men var avloystur av Bergur í seinna hálvleiki, og í B36 vita tey ikki heilt, um hesir báðir klára ein heilan dyst nú. Mortan og Ólavur ikki við Hjá HB sá tað eisini heilt hampiligt út. Mortan úr Hørg fekk sítt fimta gula kort ímóti KÍ, og tí hevur hann leikbann sunnudagin. Síðani hevur Ólavur í Ólavs­ stovu eisini boðað frá, at hann neyvan heldur verður tøkur. Hann fekk ein skaða í knæið í unglingadysti miku­ dagin, og tað er ein dyggur smeitur fyri HB, tí Ólavur í Ólavsstovu er bóltspælari og stríðsmaður um ein háls, og hevði tí helst verið óførur í einum so týdningarmiklum dysti sum móti B36. Mugu ikki tapa Í HB eru teir rættiliga upp­ settir upp á, at nú skal stór­ tapið frá seinast hevnast. Teir hava vunnið á B36 eina ferð fyrr í ár, og tað ætla teir at gera einaferð aftrat. Tað einasta sum ikki má henda hjá HB, er, at teir tapa dystin. So vera teir yvirhálaðir av B36, sum sunnudagin fer at gera alt fyri at fáa annað plássið aftur. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 23 15 - 5 - 3 58 24 34 50 2 HB 23 12 - 7 - 4 54 35 19 43 3 B36 23 12 - 6 - 5 39 26 13 42 4 KÍ 23 10 - 8 - 5 49 33 16 38 5 NSÍ 23 11 - 5 - 7 46 34 12 38 6 GÍ 23 8 - 10 - 5 31 29 2 34 7 Skála 23 7 - 6 - 10 29 25 4 27 8 VB/S 23 4 - 4 - 15 20 66 -46 16 9 B68 23 3 - 5 - 15 30 52 -22 14 10 ÍF 23 3 - 4 - 16 22 54 -32 13 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 23 17 - 4 - 2 88 25 63 55 2 AB 23 17 - 2 - 4 80 27 53 53 3 LÍF 23 15 - 3 - 5 60 25 35 48 4 TB 23 13 - 3 - 7 42 31 11 42 5 KÍ 23 10 - 3 - 10 52 68 -16 33 6 HB 23 9 - 4 - 10 62 49 13 31 7 FSV04 23 10 - 1 - 12 39 31 8 31 8 SÍ 22 7 - 2 - 13 52 59 -7 23 9 VB/S 21 3 - 0 - 18 17 110 -93 9 10 Royn 22 0 - 2 - 20 15 82 -67 2 HB – B36: Stórtapið skal hevnast Hóast stríðið stendur um silvurmerkini, so vilja eir í HB fyrst og fremst hava hevnd fyri stórtapið í juli móti grannunum úr B36