fríggjadagur 22. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
23
vikuskifti 23
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Sól og turt
Veður
Snorri Brend
- Um vikuskiftið verður gott veður, sigur
veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen.
Tað verður eitt lítið lot, fyri tað mesta av
landnyrðingi og eystri, og viðførir hetta
tað góða veðrið alt vikuskiftið.
Bæði leygardagin og sunnudagin verður
turt og sól, men kortini er møguleiki fyri
mjørkaflókum.
Hitin báðar dagarnar verður millum 13
og 16 stig, og um 10 stig um náttina.
Í seinastuni hava vit hoyrt um tvær
ódnir, sum hava herjað ymsastaðni.
Spurningurin hevur verið, um tær mundu
fara at koma hendavegin.
- Nei, sigur Petur Skeel.
Ódnin Gordon kemur ikki hendaveg, tí
hon fór framvið Írlandi munandi viknað.
Ein onnur ódn Helena er stødd
hundraðtals fjórðingar í ein landssyning úr
Cape Race í New Foundlandi, og fer í ein
landnyrðing eystan.
– Tað er keðiligt
ikki at hava nakran
annan at spæla við í
fríkorterinum, sigur
einasti næmingurin í
Funnings skúla, Henny
Juul Johannesen.
Skúli
Snorri Brend
ÓSATT: Tað er mikudagur
og fríkorter í Funnings skúla.
Uttanfyri hoyrist róp og skrál frá
einum hópi av næmingum sum
fegnast um at kunna røra seg eitt
sindur í góðveðrinum.
SATT: Tað er mikudagur
og fríkorter í Funnings skúla.
Uttanfyri hoyrist hvørki róp
ella skrál frá næmingum.
Tvørturímóti. Her valdar kvirran.
Inni í teldustovuni situr
nevniliga einasti næmingurin í
skúlanum og spælir við telduna.
Jú, 11 ára gamla Henny Juul
Johannesen hevur fríkorter,
men hon hevur ongan at spæla
við. Hon er í roynd einasti
næmingurin í skúlanum.
- Tað er bæði gott og ringt, at
tað bara eri eg í skúlanum, sigur
Henny sum gongur í 5. flokki.
Tá vit vitjaðu skúlan
mikudagin vóru føroyskar
plantur ovast á breddanum í
undirvísingini.
Hetta var eitt úrslit av ferðini,
sum Henny og næmingar úr
øðrum smærri bygdarskúlum
høvdu í Skúgvi í farnu viku.
Planturnar funnu næmingarnir
ymsastaðni á oynni. Fyrst skulu
tær límast á eitt ark, síðani skal
navn teirra setast á og at enda
skulu tær setast inn í eina mappu.
- Annars dámar mær best
handarbeiði, sigur Henny.
Smærru skúlarnir
Henny nýttist ikki at vera einasti
næmingurin í skúlanum. Í roynd
og veru eru tveir aðrir næmingar
í skúlaaldri, men teir ganga í
skúla aðrastaðni.
- Tað góða við at vera einasti
næmingur er, at ein lærir meiri.
Men tað er keðiligt ikki at hava
nakran annan at spæla við í
fríkorterinum, sigur Henny.
Lærari hennara, Alis Jacobsen
ger alt fyri at hon ikki skal kenna
seg so eina.
Samstarv hevur tí verið skúlar
nar í Funningsfirði og Gjógv, har
næmingarnir hava fimleik saman
hvønn týsdag í Stranda skúla.
Seinni um dagin koyra tær báðar
til Funningsfjarðar skúla, har
tær eru saman við næmingunum
har til ymiskar lærugreinar,
m.a. náttúru og tøkni, matgerð
tilevning og annað.
Týsdagin í hesi vikuni var
ein partur av undirvísingini
uttandura, tá tey fóru á seiðaberg
í Funningsfirði. Sjálv fekk
Henny nakrar seiðir.
- Tað var ikki akkurát so
stuttligt henda dagin, tí veðrið
var ikki so gott. Eg bleiv eitt
sindur køld, sigur Henny.
Fótbóltur
Í skúlagarðinum liggur – ikki
óvæntað – ein bóltur. Men hann
verður mest brúktur eftir skúlatíð,
tá funningsbørn hittast til dyst.
Fótbóltur stendur rættiliga
ovarlaga á skránni hjá børnunum
í bygdini. Hetta er ikki minst
orsakað av góðu úrslitunum hjá
EB/Streymi í Formula-deildini.
Sjálv spælir Henny við gentum
10-12 ár hjá EB/Streymi, og
venja tær regluliga á vøllinum á
Eiði.
Annars spælir Henny ofta við
bestu vinkonu sína Elsa Mariu,
sum er eitt ár eldri enn hon.
- Hon dámar eisini væl at
sparka bólt, sigur Henny.
Ongan at spæla við
Umframt undirvísingina ger lærarin Alis
Jacobsen eitt stórt arbeiði fyri at Henny
knýtir vinabond við aðrar næmingar á
smærri bygdaskúlum kring landið
Mynd: Jens Kr. Vang
- Tað góða við at vera einasti
næmingur er, at ein lærir meiri,
sigur Henny Juul Johannesen.
Aftanfyri sæst Funnings skúli
Mynd: Jens Kr. Vang
- Turrveður alt vikuskiftið, sigur
veðurmaðurin, Petur Skeel