fríggjadagur 22. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
24 vikuskifti
KONSERTTILTAK
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Eftir at hava fingið tað pinnastilt,
tvs. fullkomna kvirru á øllum
í lítlu kaffistovuni innleiddi
stigtakarin til tiltakið, Bret
Perkins, kvøldið við at siga frá
hvussu hetta eitt sindur øðrvísi
konserttiltakið fór at taka seg út.
Singer/songwriter var sjangran
á skránni og sangurin kom av
sonnum í miðdepilin.
Seks sangarar við sínum
løgum, sum yvir fýra umfør
sungu ein sang í part. Og so
áhoyrararnir. Løgini hjá øllum
luttakararunum komu í kvirruni
beinleiðis út til áhoyrarnar,
og hetta á ein heldur ørðvísi
hátt enn ein er vanur við. Og
tað, sum ein er vanur við, er
jú ein heldur størri pallur og
rúmligar umstøður, ein rúgva av
forsterkarum og hátalarum og
gjarna eitt slag av showið. Men
her var einki av hesum lutunum,
púra akkustiskt og sangurin
og orðið komu í miðdepilin.
Undan hvørjum sangi segði
sangskrivarin nøkur orð um
hetta lagið, t.d. hvussu tað
var vorðið til ella okkurt heilt
annað, sum hevði samband við
lagið. M.a. fekk ein at vita, at
lagið “Morning Dew” hjá Høgna
Lisberg varð skrivað tíðliga
ein summarmorgun í bili á veg
til Svøríkis, í einum vøkrum
morgunroða.
Café Kino liggur í bakgarð
inum hjá tí eitt sindur kendari
konsertstaðnum, Amager Bio.
Og umstøðurnar vóru stak
hugnaligar, ikki nakað serliga
rúmligar. Ikki var lagt upp til,
at fleiri fólk skuldu koma og
tiltakið varð heldur ikki væl lýst
í miðlum ella á heimasíðu. Har
vóru umleið 20 áhoyrarar. Og
hetta vóru 20 sera væl nøgdir
áhoyrarar, tá ið kvøldið var
av. Tað var uttan iva Lena og
Høgni Lisberg, sum skaraðu
framúr við sterkum og á ein hátt
meiri sjálvtilvitaðum úttrykki í
teirra løgum. Eisini spældu og
sungu danin Roar Amundsen
úr Horsens, Josefina Sanner úr
Svøríki og Jimmy Andersen úr
danska høvuðsstaðnum.
Konseptmakarin Bret
Perkins til Føroya
Bret Perkins eigur hugskotið
til Listening Room Retreat,
sum snýr seg um at arbeiða
við og framføra egin løg.
Hugskotið fevnir eisini
um tónleikaverkstaðir, har
sangskrivarar samstarva. T.d.
hevur Teitur verið í slíkum
sangskrivara-samstarvi og kom
sangurin Josephine burturúr.
Síðst í oktobur kemur Perkins
til Føroya har hann skipar
fyri einum tónleikaverkstaði í
Tórshavn, enn er tó ikki heilt
greitt hvør, ið verður við.
Konserttiltakið hetta kvøldið
var púra akkustiskt, eingin
elektrisitetur til at forstyrkja
tónleikin og sangin. Hetta
gjørdi framførslurnar rættiliga
persónligar hjá tí einstaka
sangaranum. So hetta hugskotið
hjá Perkins gav lurtaranum eina
heldur øðrvísi tónleikauppliving.
Afturat hesum kemur, at
lurtararnir ikki bara eru teir
vanligu áhoyrararnir, men eisini
hinir tónleikararnir.
- Ja, tað er ein partur av
hugskotinum í Listening Room
Retreat, at framførslurnar eru
akkustiskar og eisini rættiliga
persónligar. Tað ger tað meiri
áhugavert og sera persónligt.
Men hetta er eisini eitt høvi hjá
tónleikarum at møta hvør øðrum
og arbeiða saman.
Perkins ferðast til fleiri
lond við sínum hugskoti og
sangskrivara-virksemi. Um ein
hyggur inn á heimasíðuni hjá
honum sær ein, at maðurin er
væl dámdur av sangskrivarum.
Somuleiðis sær ein at
Perkins leggur eina rúgvu av
tónleikatiltøkum eftir seg, hagar
hann fer. Hann roynir at leggja
grund undir og karmar um eitt
samfelag av tónleikarum. Og
tá ið eg prátið við hann, nevnir
hann tónleikararnar, sum
systkinabørn, sum verandi í
familju. Tá ið síðstu løgini vóru
framførd gjørdu tónleikararnir
nógv burturúr at vísa takksemi
fyri at fáa loyvi at vera við
í hesum tiltakinum. Og sum
áhoyrari kann ein ikki gera annað
enn júst tað sama.
Sangurin í miðdepilin
– intimt singer/songwriter-kvøld á Amager
Intimt og hugnaligt
tónleikakvøld við
sing/songwriters á
Cafe Kino á Amager,
Keypmannahavn,
mikukvøldið 13.
Tvey føroysk nøvn
vóru ímillum tey
seks á kvøldinum.
Høgni Lisberg og
Lena, sum bæði
tvey eru virkin
tónleikanøvn í
útlandinum.
Tað var uttan iva Lena og Høgni Lisberg, sum skaraðu framúr við sterkum og á ein hátt meiri sjálvtilvitaðum úttrykki í teirra løgum.
Høgni luttekur í oktober á
íslendska tónleikafestivalinum
Iceland Airwaves í Reykjavík.
Væntandi gevur Lena út fløgu
einaferð í heyst, møguliga í
oktober.
FAKTA
Konserttiltakið hetta kvøldið var púra akkustiskt, eingin elektrisitetur til
at forstyrkja tónleikin og sangin. Hetta gjørdi framførslurnar rættiliga
persónligar hjá tí einstaka sangaranum. So hetta hugskotið hjá Perkins gav
lurtaranum eina heldur øðrvísi tónleikauppliving. Brett Perksin skipar fyri
tónleikaverkstaði í Føroyum síðst í oktober