fríggjadagur 22. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
29
vikuskifti 29
fara til Margrethu drotning
syfti – gamaní. Postmaðurin fór
síðan afturum við sekkinum.
Tað tók eina góða løtu, til
maðurin kom aftur.
- Tá ið postmaðurin kom aftur,
hevði pípan fingið annað ljóð.
Postmaðurin segði nú, at hann
hevði tosað við Postverk Føroya.
Boðini úr Føroyum vóru, at
teir ikki skuldu lata hann fáa
postsekkin, sum hann hevði havt
við sær á ferðini úr Føroyum,
aftur, sigur Jákup.
Men hetta vildi Ove als ikki
góðtaka – og so slett ikki, heldur.
”Hvis jeg ikke får min
postsæk tilbage, går jeg direkte
til dronning Margrethe og
fortæller hende, hvordan jeg er
blevet behandlet her. Vi kender
hinanden godt...”, legði hann
aftrat.
Jákup A. Arge sigur, at fyri
honum sá tað út, sum um donsku
postmenninir, sum vóru til steðar,
gjørdust rættiligta órógvaðir. Nú
drálaðu teir ikki, men góvu Ova
postsekkin aftur í stundini.
- Eg ivist onga løtu í, at Ove
Joensen hevði farið til Margrethu
drotning, um tað gjørdist neyðugt
fyri at fáa postsekkin aftur.
Sekkin, sum hann hevði havt
við um hav – við óstemplaðum
brøvum, vildi hann hava aftur,
sigur Jákup A. Arge.
Hetta er ein søga, sum fá hava
hoyrt um Ova, og vit hildu, at nú
20 ár eru liðin, síðan hann framdi
bragdið at rógva úr Nólsoy til
Danmarkar, var hóskandi at bera
hana fram fyri almenningin.
Jákup A. Arge hittir Ova
á Ráðhúsplássinum í
Keypmannahavn. Ove rættir
postsekkin út ígjøgnum
vindeygað á bilinum. Saman
fara teir at leita eftir einum
posthúsi
Áðrenn Ove fór úr Føroyum, vildi hann heilsa upp á ommu sína, Suffíu, sum
tá var elligomul. Ove hevði nógvar góðar eginleikar – og ikki minst var hann
familjukærur
Ove heilsar fólki, sum eru komin saman á Kongabrúnni, nú leiðin ber út
aftur til Nólsoyar eftir drúgvu ferðina, sum eisini byrjaði í Nólsoy
Lagið er gott, nú drúgva ferðin er lokin, og byrðan at rógva millum lond ikki
longur liggur á hansara herðum. Her tosar Ove við mammu sína, Olevinu