Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 22. september 2006 28 vikuskifti Ove Joensen Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jákup A. Arge Í summar vóru 20 ár liðin, síðan nólsoyingurin, Ove Joensen, róði úr Nólsoy og heilt niður til Longulinju í Keypmannahavn. Hendan ferðin, sum allir tilkomnir føroyingar minnast, tók honum meira enn 40 dagar og nætur. Í alla hesa tíð húsaðist Ove í lítla báti sínum, har hann hevði eitt trongt koyggjupláss undir dekkinum har afturi í bátinum. Hvønn dag á ferðini róði hann í nógvar tímar, og tá ið hann svav, hevði hann eitt drívsegl hangandi í sjónum, so báturin ikki rak ov langt av leið. Hevði hann viðvind ella viðrák á stuttu frívaktunum, er hugsandi, at hann læt bátin reka eftir havinum. 20 ár síðan bragdið Ove gjørdi tríggjar royndir at rógva úr Føroyum til Danmarkar, og á seinastu ferðini – á sumri 1986 - eydnaðist honum at vinna upp land í Danmark. Øll árini legði hann leiðina um Hetland, og soleiðis róði hann til Hetlands trý summur á rað. Triðju ferð fekk hann landkenni í Danmark, tá ið hann við bit og slit kom inn til Thyborøn. Nú bar leiðin umsíðir gjøgnum Limfjørðin, og haðani eysturyvir og suður móti Keypmannahavn. Treiskur og áhaldin, sum hann var, helmaði Ove ikki í, fyrr enn hann eftir meira enn fýrati samdøgur legði at við klettin, har Lítla Havfrúgvin situr við Longulinju. Kendasta myndin frá ferðini hjá Ova Joensen man vera, tá ið hann við føroyska flagginum í húnarhátt – í aðrari hondini - og einum postsekki í hinari tók um hálsin á havfrúnni og kysti hana. Tey, sum minnast myndirnar av Ova, minnast eisini, at hann legði stóran dent á at vísa føroyska flaggið fram, har hann kom. Brøv og frímerki Eitt annað, sum Ove eisini ansaði ógvuliga væl eftir alla tíðina at hava við hondina, var postsekkurin, sum man vera við á fleiri myndum úr Keypmannahavn, bæði livandi og deyðum myndum. Søgan um henda postsekk er nakað fyri seg, og tað er ein søga, sum fægstu munnu kenna. Í øllum førum eru fá, sum vita, hvat gekk fyri seg á posthúsinum í Keypmannahavn, tá ið Ove fór inn at biðja um stempul á brøv og frímerki, sum hann hevði við sær úr Føroyum. Jákup A. Arge var saman við Ova á posthúsinum hendan dagin, og tað er eisini hann, sum hevur tikið myndirnar, vit prenta saman við hesi greinini. - Í postsekkinum hjá Ova vóru eini 50-100 brøv við frímerkjum, sum hann hevði við í bátinum um hav. Jákup, sum vit eitt nú kenna frá Føroyakalendaranum, var maðurin, sum gav Ova brøvini við frímerkjunum. - Eg haldi, at Ove, sum ferðin leið, sá nakað stórt í hesum – at hava ført brøv við frímerkjum um lond í árabáti. Helst hevur hann havt í huganum, hvussu postur áður varð fluttur um sund, firðir, dalar og fjøll. Jákup veit at siga, at Ove fekk nøkur brøv stemplað, meðan hann var í Hetlandi, og har vóru tey bæði blíð og týð - og meira errin av at sleppa at gera hetta fyri hann. - Men á posthúsinum í Keyp­ mannahavn gekst honum ikki so væl. ”Er det Ove..?” Men hvussu bar tað so til, at Jákup A. Arge og Ove Joensen saman fóru á post­ hús í Keypmannahavn við post­sekkinum og óstemplaðu brøvunum? - Eg kendi Ova, og tað var eg, sum hevði givið honum brøvini við frímerkjunum, áðrenn hann fór úr Føroyum. Men tað var av tilvild, at eg var í Danmark um sama mundið, sum Ove kom til Keypmannahavnar. Á Ráðhúsplássinum møtti Jákup Ova í einum bili, sum hevði Dianu Victoriu upp á sleip á einum viðfestisvogni: - So skjótt, Ove sá meg, rópti hann á meg og rætti postsekkin út ígjøgnum bilrútin. Hann spurdi meg, hvar vit kundu finna eitt posthús, so hann kundi fáa brøvini stemplað. Eg bað hann parkera bilin og koma við mær, so vit kundu finna eitt posthús. Jákup sigur, at tað var skjótt, at teir funnu eitt posthús og fóru innar. - Meðan vit bíða eftir at sleppa framat, kemur ein eldri kona yvir til Ova og spyr, um hetta er Ove. ”Ja, det er mig”, svaraði hann. Síðan spurdi hon: ”Må jeg se dine hænder?”. Ove vísti henni nú báðar hendurnar. Hon streyk fingrarnar eftir hondum hansara og helt hugtikin fyri: ”Det må jeg nok sige. Det er utroligt”. Síðan kom túrurin á post­ húsinum til Ova. Hótti við drotningini Hann setti postsekkin á diskin og segði, at hann vildi hava brøvini, sum vóru í sekkinum, stemplað. Jú, tað var – í fyrstu Tá Ove Joensen hótti við at Ove er á veg inn á posthúsið í Keypmannahavn at fáa brøvini, hann hevur í postsekkinum, stemplað. Í fyrstu syfti er tað einki ”problem” Tað sæst á myndini, at ”stemningurin” ikki er hin besti. Fær Ove ikki postsekkin, sum hann hevur ført um hav, aftur, fer hann beina leið til drotningina