fríggjadagur 22. september 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
27
vikuskifti 27
10 prosent
fara til
ofrini
Filmurin hjá Oliver
Stone »World Trade
Center« hevur eitt
vælgerandi endamál,
tí 10 prosent av
inntøkunum, ið
filmurin fær skulu
fara til vælgerandi
endamál
FILMUR
Kim Simonsen
Tað er sum Hugo von
Hoffmannsthal tók til, at: »11
september 2001 kemur at
standa fyri nógv í søguni hjá
mannaættini, m. a. at málið
sjálvt sveik, málsins tøgn,
fyri »kríggj«, »brotsverk«,
»fíggindi«, »sigur« og
»yvirgang« – hugtøkini
upploysast í munninum sum
rotnir soppar.«
Tað er enn ófatuligt hjá
okkum at skilja teir ræðuleikar,
ið raktu tey sum arbeiddu í
World Trade Center í New
York hendan dagin.
Kanningar hava prógvað,
at meiri enn 200 fólk lupu í
deyðan hendan morgunin.
Kunnu vit fata slíkt, ið
bert minnir okkum um
konsetratiónslegurnar hjá
Hitler, har fólk ofta heldur
lupu á elhegnini og í deyðan,
enn at lata sær alt líka, og um
tey sum flýddu um markini
frá Eystureuropa og sjálvandi
vóru skotin í ryggin rennandi.
Heldur verða skotin enn at liva
í eitt nú DDR?
Filmurin verður vístur í
2000 biografum í USA.
Í USA byrjaði hann at
ganga 9. august, men hjá
okkum kemur hann í dag, 22.
september.
Tey sum fáa pening eru:
»The World Trade Center
Memorial Foundation«. Hesin
grunnur er í løtuni við at gera
eina minnilund. Hesin grunnur
hveur sum ætlan at savna
300 milliónir dollarar til hesa
verkætlan.
Ein annar stovnur er »The
Tribute WTC Visitor Center«
fyri familjurnar frá 11.
september. So eru tað »The
New York Police and Fire
Widows og Children’s Benefit
Fund«.
Kelda: UIP.
FILMSUMMÆLI
Kim Simonsen
Okkara øld var valla farin í
gongd, fyrr enn boðini frá New
York skuldu broyta okkara tíð og
okkara lív. Her við eitt fór eitt
nýtt tíðarskeið í okkara søgu í
gongd. Nú høvdu serfrøðingar
spátt, at søgan var enda aftan
á kalda kríggið, men við eitt
tørnaðu siðmenningarnar saman,
og 11. september 2001 var bert
ein byrjan.
Ikki ein politisk
konspiratiónssøga
Oliver Stone velur ikki eina
politiska konspiratiónssøgu, ið
hann plagar, men at siga søguna
frá ”gólvinum”, hjá meiniga
løgreglumanninum og frá øllum
teim sløkkiliðsmonnum og
løgreglufólkunum, ið lótu liv
hendan dagin.
Søgan er tó um tveir sum
yvirliva eftir at hava verið livandi
grivnir í 24 tímar. Tað tók 12
tímar at grava teir leysar og meiri
enn 12 tímar at finna teir.
Hetta við hesi feelgood
elementinum er sjálvandi typisk
amerikanskt, men men her eru
nógv element við, ið er ræðulig
og hørð at síggja.
Ein nervaflensandi trillari
Filmurin er sera harður fyri
nervanar, og hann flensar
kenslurnar hjá hyggjarunum
sundur, tí 9/11 var ein hin
ræðuligasta hendingin í
menniskjans søgu, og Oliver
Stone ger einki fyri at pynta upp
á hetta. Fólk vera fillað sundur,
onnur pínast, og heima sita tey
heima og eru um at svíma av ótta.
Hesin ummælarin var nærum í
ringum sálarligum standi eftir at
hava verið í hesum helviti á jørð,
ið Mr. Stone borðreiddi við. Fólk
við sartum nervum orka ikki
hendan filmin, tað er heilt vist.
Tey sum plaga at gráta til
filmar, vera nærum noydd at taka
eina karton av køksrullum við,
tí Stone gevir ikki hyggjaranum
frið eina løtu. Filmurin er á ein
hátt ein katastrofufilmur, men
inn í kjarnanum er hann ein
filmur sorg og kærleika.
Ein skelkandi filmur um
ein sorgarleik av episkum og
søguligum veldi.
Um teir sum yvirlivdu
Filmurin World Trade Center er
ikki um yvirgangsálopið sum
so. Vit eru við løgreglufólkunum
og teirra familjum. Vit síggja
hvussu hesi berjast fyri at
varðveita ein evarska lítlan glotta
av vón um at teirra elskaðu ikki
eru dripnir hendan dagin.
Vit koma langt inn í kenslurnar
hjá teimum neyðars kvinnunum,
ið sita líkbleikar heima púra
sjúkar í høvdinum av ræðslu
og bíða eftir at telefonin
ringir, ella at ein svartur bilur
kemur koyrandi inn í túni við
sorgarboðum.
Tær sita kvaldar í nervum
og halda um børnini, meðan
møguleikarnir fyri at júst teirra
maður kemur heim livandi
minkar og minkar. Hetta er
eitt dramatiskt perspektiv, ja
heldur melodramtiskt mangan,
men amerikanarar hava eina
melodramatiska mentan, og teir
elska at svølgja í kenslum, ið vit
í Evropa ikki ordeliga megna.
Tað hendi í hesum filminum
mangan, at eg ikki helt, at eg
megnaði at rúma hendan serliga
amerikanska kensludramatiska
tónan.
Og so til helvits
Vit fylgja serliga løgreglufólk
unum Will Jimeno (Michael
Peña) og John McLoughlin
(Nicolas Cage). Dagurin byrjar
heilt vanligt. John McLoughlin
eigur fýra børn og fer til
arbeiðis sera árla. Hann skal
inn á Manhattan og í gongd
við dagsins uppgávur. Við eitt
hoyra teir um eina vanlukku við
World Trade Center og fara so
við einum stórum bussi. Hesin
McLoughlin er ikki býttur, hann
var við í 1993 tá ein bumba varð
sprongd í World Trade Center.
Tá teir koma fram er hetta sum
ein sena frá Dantesa Inferno.
Bløðandi fólk, fólk sum loypa ut
av brenandi bygninginum. Hetta
er helviti ár jørð.
Teir eru seks mans, ið halda á
fram niðan í Torn 1. Teir møta
illa brendum brandmonnum, men
fara bara víðari. McLoughlin,
forhastar seg ikki, hann vil hava
iltfløskur við.
Við eitt er ein larmur, ið vit
ikki kunnu ímynda okkum.
1000vís av tonsum og stál dettur
omanyvir løgreglumennirnar.
McLoughlin biður allar loypa
niður í eina elevatorskakt.
Síðani er alt myrkt. Jimeno og
McLoughlin yvirlivdu tó, allir
hinir verða dripnir á staðnum
(ja uttan ein sum tekur lívið av
sær við tænasturevolvarinum)
men eru illa farnir og sita fastir í
jarni og betonginum. Teir liggja
undir 7-8 metrum av restunum av
World Trade Center og vóna at
onkur finnur teir.
Meðan hetta hendir sita
konurnar hjá hesum hartarbeið
andi løgreglumonnunum hjart
kiptar av ræðslu. Vónirnar fána
so við og við.
Ein rørandi filmur
Filmurin er rørandi og eg sat
og var djúpt rørdur av hesum
filminum. 11. september 2001
var eitt hitt størsta álopið á USA,
Vesturheimin og fría heimin
nakrantíð.
Eg var í New York beint áðrenn
The Twin Towers hvurvu. Eg sá
tey standa í kvøldarlotinum eina
seinastu ferð, tá eg fleyg heim
frá Newark Airport.
Heimurin kann deilast í áðrenn
11. september 2001 og aftaná. Vit
mistu øll okkurt hendan dagin.
Okkara lív er broytt eftir
hetta, tí er hetta ein ekstremt
umráðandi filmur. Ella serliga
evni er umráðandi.
Listin í dag snýr seg eisini
alt meiri um hesa hending. Vit
hava t. d. fingið bókmentir um
9/11, ið royna at arbeiða við
hesum sárinum, hesi marruni og
hesum óndskapinum. Eitt dømi
er Jonathan Safran Foer, ið hevur
skrivað um 11.september 2001
um ein drong, ið hevur mist
pápan í World Trade Center.
Hetta snúði seg ikki um list,
ikki um USA, valla um politikk,
tí her vóru yvir 3000 fólk dripin,
bara soleiðis, brend, sorlað
niður oman av 120 hæddum,
ella kroyst undir 1000da vís av
tonsum av metalli og betong.
9/11 var eitt blóðbað av
sorlaðum menniskjum, ið raktu
tøk og vegin við 290 km um
tíman frá 120indu hædd.
Heimurin og okkara
frælsi vóru fyri stórum og
oyðileggjandi álopi, ið vit kanska
ongantíð koma yvir.
Yvir 3000 fólk vóru brutalt
dripin hendan dagin. Hetta skal
ongantíð gloymast.
Filmurin hjá Stone skal fáa 5
skelkaðar stjørnur av 6.
World Trade Center
John McLoughlin
Nicolas Cage
Will Jimeno
Michael Peña
Allison Jimeno
Maggie Gyllenhaal
Donna McLoughlin Maria Bello
Scott Strauss
Stephen Dorff
Dominick Pezzulo
Jay Hernandez
Dave Karnes
Michael Shannon
Leikstjóri Oliver Stone. 2 tímar og 5
minuttir. Frumfamsýndur í Havnar Bio
fríggadagin 22. september.
World Trade Center – og so til helvits
– 11. september 2001, nú sum skakandi melodrama
Filmurin ”World Trade Center” hjá Oliver Stone
er rættuliga syrgiligur. Ein langt harmaljóð
yvir eina beistagerð, ið skakaði okkum øll í
Vesturheiminum. Hetta er ein harður filmur um
sorg, sakn og hørð odds fyri tey, sum mist teirra
kæru hendan dagin, men eisini um vón í øll tí
dapra. Filmurin er góður, hóast hann í støðum er
eitt vet for melodramatiskur