fríggjadagur 22. september 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
26 vikuskifti
Søgan er fylt við mynd
um. Hesar skapa á ein
hátt okkara veruleika.
Myndir av Kennedy,
napalmraktum børnum
í vietnamkrígnum,
Clinton og Levinsky,
kubakreppan, fyrsti
maðurin á mánanum,
fólk sum kastaðu seg
í deyðan út frá World
Trade Center
FILMUR
Kim Simonsen
Øll fara at minnast, hvar tey vóru
seinnapartin hin 11. september
fyri fimm árum síðani. Tá allur
heimurin kundi síggja hitt seinna
flogfarið renna inn í World Trade
Center og seinni, hvussu tey
stóru tornini skramblaðu saman.
Henda hending kom at broyta
søguna, og er beinleiðis ein
av orsøkunum til kríggini í
Afganistan og innrásina í Irak.
8.46
Klokkan 8.46 rakti American
Airlines Flight 11 norðurtornið
millum 94 og 98 hædd.
Spreingingin var so ógvuslig, og
hitin so nógvur, at øll ilt varð
sogin burtur fleiri hæddir bæði
upp og niður. Roykurin og hitin
vóru so kvalandi, at tey, ið vóru
á lívi, fóru at bróta vindeygu fyri
at fáa luft, ið helst hevur givið
eldinum meiri styrki. Helst eru
øll í hæddunum omanfyri, har
ið flogførini raktu, og niðanfyri
kódnað ella brend til deyðis.
Tað tók millum 10 og 11
sekund at detta allan vegin. 10
ella 11 sekund er ikki long tíð í
okkara verð, men hjá einum, ið
veit at hann skal doyggja er hetta
alt ov long tíð.
Tey duttu við 240 km um
tíman, ið ikki fær fólk at missa
vitið, men er nóg skjótt til at
drepa eitt fólk.
Bjargingarfólkini komu í
lívsvanda av dettandi fólkunum.
Ein sløkkiliðsmaður doyði, tá ein
persónur datt oman yvir hann.
Í einum dokumentarfilmi, ið
fylgir sløkkiliðnum, hoyra vit
í heilum ein øiligan gang, ið
stavar frá teim dettandi, ið av og
á duttu gjøgnum fleiri hæddir
av vindeygum. Serliga tey, ið
fullu á eystursíðuni rapaðu
niður í myndhøggaraurtagarðin
gjøgnum fleiri løg av tjúkkum
rútum. Hurðar og veggir vóru
reyðir av blóði.
Oliver Stone
Hetta er veruleikin í filminum
hjá Oliver Stone um 11. sep
tember 2001. Hesin filmurin
kemur at skapa nógv kjak, um
tað er etiskt at vísa hesa stóru
massakruna sum film.
Hetta er ein skakandi filmur
kann eg lova (sí ummæli).
Líkamikið hvat Stone so ger,
so er hann altíð kontroversiellur
og skapar mikið kjak. Tað er ikki
lætt at gera ein film um eina
hending, sum tók lívið av fleri
enn 3000 fólkum fyri bert fimm
árum síðani.
Stone hevur annars ikki gjørt
ein væleydnaðan film í mong
ár. Seinast hevur hann gjørt
”Alexander”, ið einki er verdur og
”Commandante” um Fidel Castro.
Neyðug er at fara allan vegin
aftur til ”JFK” frá 1991, ”Doors”
og ”Born On The Fourth of July”
fyri at finna góðar Stone filmar.
Kjakið, ið fylgdi
Eftir álopið á World Trade Center
kom nógv løgið fram. Nógv
intellektuell vóru frammi og
søgdu, at orsøkin til álopið var
at USA hevði spælt for stórir
uttanríkispolitiskt sæð, og at
hetta var ein hægri formur fyri
rættvísi. Fleiri samanbóru Osama
bin Laden við ein arábiskan Che
Guevara. Upp á hendan mátan
fekk vesturlenska sjálvhatrið og
hatrið til USA okkurt at byggja
á. Síðani komu innrásirnar í
Afganistan og Irak.
Tað sum hendir við einum
slíkum sjónarmiði er, at
islamiska fundamentalisman
verður legitimerað sum nakað, ið
er skapt av okkum sjalvum, av
einum hjálandaveldi sum USA.
Hetta ger eisini, at vit enda við
at síggja heimin sum eitt kopi
av vesturheiminum, her gloyma
vit at fundamentalisman og
islamisman millum muslimsk
lærd er eldri enn USA.
Tað hesi ikki vilja síggja í
eyguni er, at lond sum Saudi
Arábia enn sígga mannarættindi,
fólkaræði og javnstøðu millum
kynini sum reina gudsspottan.
Tað er sum um sterkt vinstra
intellektuel, ið hava mist allan
hugmyndafrøðisligan legitimitet
og trúvirði eftir 1989, bert hanga
eftir í hatrinum til USA. Hetta
hatur gevur hin vegin orku til ein
samleika bygdan á hetta hatur.
9/11 samansvørjingar
Tað eru ikki hissini samansvørj
ingar, ið eru komnar fram um
9/11. Í veruleikanum stóð USA
aftan fyri álopið á World Trade
Center er ein. Flogførini vóru
tóm og fjarstýrd til at sorla WTC
fyri at kunna loypa á Afganistan
og Irak, er ein onnur.
Ein onnur samansvørjingar
søga snýr seg um, at tað vóru
jødar, ið gjørdu hetta. Prógvið
sigst vera, at eingir jødar vóru til
arbeiðis 11. september í WTC.
Sjálvani er tað meiri um
samansvørjingarástøði hjá
USA um eitt arabiskt loynifelag
av islamistum. Felags fyri
samansvørjingarástøði, veruligar
og tær øru, er at hesar umgera
veruleikans torgreiddu saman
hangir til ein einfaldan kasualitet.
Orsøkin til terrorálopið á
World Trade Center hevði helst
nógvar orsøkir: oljumarknaður,
bardagan um Palæstina,
moderniseringsleiðina í
arabiska heiminum, ið ikki
eydnaðist, leikluturin hjá CIA í
Afghanistankríggjinum o. s. fr.
Men mest av øllum var álopið
bara dømi um ráan óndskap. Tey
yvir 3000 menniskjuni, ið lótu lív
vóru øll ósek.
Samansvørjingarástøði skerjir
allar orsøkir til eina mangan
eksotiska orsøk. Slíkir tankar er
effektiv og vandamikil kognitivt
amboð, ið kunnu grava mark
millum tey seku og óseku,
millum offur og brotsmenn
og hjálpa ávísum persónum at
navigera í einum fløktum heimi,
í einum ørkymlandi globalum
veruleika. Við hesum søgum
síggja vit, hvussu stóran týdning
narrativ og mytur hava, hetta
at kunna siga frá eini søgu, við
ávísum aktørum, stevnisskráum
og samansvørjingum.
Samansvørjingingarástøðingar
halda, at tað eru samansvørj
ingarnar, ið fáa heimin at hanga
saman. Fyri ein persón, ið trýr
upp á samansvørjingar, gevur alt
meining, og alt hevur týdning.
Hví hetta hatur?
Tað eru vit sjálvi, ið hava
skapt hatrið til vesturlenska
mentan og modernitet. Vit finna
hetta hatur í t. d. russiskari
nationalismu og í modernaðum
og postkolonialum hugsjónum,
sum menningarlond taka til sín,
sum forkláring av vandamálum
í teirra egnu londum. Avskepla
figgindamyndin av vesturheim
inum kallast ”occidentalisma”,
og hon er sum aðrar -ismur, sum
t.d. kapitalisma, modernisma
og marxisma skapt í vesturheim
inum og spjadd til øll lond í
heiminum.
Vit hava ikki bert útflutt,
hvat vit hava uppfunnið í
vesturheiminum av tøkni og
nýggjum tonkum, men eisini
okkara sjálvshatur, ið hevur
skapt eitt vandamikið ekko
í Triða Heiminum, serliga í
eysturlondum.
Flogskiparin Mohammed
Atta, ið fleyg inn í World Trade
Center, var ein væl lærdur
arkitektur, sum í Hamburg
hevði vart eina ritgerð um
modernistiska byggilist. Bin
Laden er verkfrøðingur,
hvørs hatur til modernitet og
vesturlenskt peningavald fekk
hann at sorla ein symbolskan
bygning, ið umboðar handilsskap
og verðsliga njóting. Fyri bin
Laden og milliónir av samsintum
var hetta eitt morð á eina mytu,
á mytuna um tað amerikanska,
mytan um kapitalismuna, mytan
um vesturheimin sum Bábel,
sum tóman modernitet og vald,
verðsligheit, einstaklingamentan,
ið er skapt av einum”occidentali
stiskum” tanka um vesturlenska
býin sum ein skøkja. Men hví
storknaði hetta hatur í heilunum
á Bin Laden og Mohammad
Atta?
Antimodernisma
Nógv meina, at einstaklinga
gerðing, frælsi og fólkaræði
er tað ringasta sum er til. Ein
kritikari meinti, at kríggj
móti vesturheiminum var ein
bardagi móti ”einari eitraðari
materialistiskari siðmenning,
ið var skapt av jødiskum
peningavaldi”. Hesir meintu,
at t. d. japansk mentan var
djúp og andalig, meðan
vesturlensk siðmenning var
tóm, rótleys, materialistisk og
oyðileggjandi fyri alla skapan og
at vesturheimurin, serliga USA,
bygdi á okkurt mekaniskt í mun
til organiskt og heildarkent.
Purisma og morð
Fyri bin Laden er neyðugt at
reinsa heimin, serliga fyri synd
og óreinligheit. Fyri hann hevur
álopið á New York verið neyðugt,
sum tá Gud í Gamla Testamenti
oyðilegið Sodoma og Gomorra.
Mytan um modernaða stórbýin
er knýtt saman við skøkjulevnaði,
sum tað stendur hjá Johannes,
var býurin babylon: ”móðir
at skøkjum og andstygdum á
jørðini.”
Vit finna hesa somu
fordøming av stórbýinum frá
Amishfólkunum, muslimskari
fundamentalismu, kristnum
sektum, nasistum, marxistum
og hjá øllum ”occidentalistum”,
sum t. d. flogskiparinum
Mohammed Atta, ið var doktari
í modernistiskari býarmenning.
Hann sá býin sum eina horu.
Tað er hetta hatur til vesturlond,
ið vendir aftur í dag og er okkara
marra. Tað er tíverri rætt sum
málarin Goya tók til, ið málaði
óndskap, yvirgang og morð, at
tá skinsemi svevur vakna okkara
marrur.
Hin 11. september í 2001
kom at skapa stór sár á sálina
á amerikanska fólkinum. Meiri
enn 3000 fólk vóru dripin.
Deyðsorsøkin á deyðaváttanum
hjá øllum 3000 sigur »Murder«,
morð og ikki sjálvmorð.
World Trade Center varir 2
tímar og 5 minuttir og verður
frumfamsýndur í Havnar Bio
fríggadagin 22. september. Tey
leikandi eru m. a. Nicolas
Cage, Michael Peña, Maggie
Gyllenhaal.
Vesturheimsins fíggindar:
– Oliver Stone ger film
um 11. september