fríggjadagur 22. september 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
33
vikuskifti 33
Undir heitinum The
Story Ends hava nakrir
ungdómar funnið
saman. Teirra aðalmál
er at skriva og spæla
nútímans rokktónleik,
soleiðis sum vit
m.a. kenna hann úr
Onglandi. Fyri kortum
góvu teir út EP’ina
“The Story Ends”, sum
er á tremur við góðum
frískum hugskotum,
meðan fløgan eisini ber
brá av at talan er um
ungar tónleikarar, sum
ikki eru heilt brýndir
enn
Fløguummæli
Rókur Jákupsson Jakobsen
(rokur@sosialurin.fo)
Men lat okkum staðfesta beinan
vegin, at fyrsta fløgan hjá The
Story Ends er ein djørv debut.
Teir fara óimponeraðir til verka,
og tú hómar ein frískan anda
yvir tónleikinum. Á fløguni eru
seks løg (Í veruleikanum eru sjey
løg, tí um tú ert ordiliga tolin,
kanst tú hoyra eitt goymt lag).
Tónleikurin er gittar-baseraður
rokk/punk/popptónleikur, og
røddin hjá Filip er at meta
sum eitt frískt lot í tí føroyska
tónlistarliga landslagnum.
Men har eru eisini nøkur
minus at finna. Fyri tað fyrsta
haldi eg at bólkurin skal leggja
seg eftir at spæla betri saman.
Tey einstøku ljóðførini verða
handfarin rímiliga væl, men
samanspæli í bólkinum er ikki
nóg gott Serliga tí, at tónleikurin
inniheldur nógvar markeringar
sum skulu sita “tight” og
kontant. Tá verður talan um eitt
kompromis sum ikki má gangast
á møti. Bólkurin má spæla
meiri sannførandi, fyri at geva
tónleikinum karmar at grógva í.
Eitt annað stórt minus á
fløguni er ljóðgóðskan. Á
onkrum lagið er ljóðmyndin stór
og góð, men aðrastaðni er hon
fløt og smøl. Lurtarin fær ikki
nóg nógv burturúr tónleikinum
um ljóðgóðskan ikki er í lagið,
so hetta er eitt stórt minus við
fløguni. Serliga haldi eg, at
trummurnar onkuntíð ljóða meiri
sum pappeskjur enn trummur.
Eisini skal The Story Ends
royna at halda ein reyðan trá í
løgunum. Tónleikurin er merktur
av, at hann er settur saman av
ymiskum brotum, heldur enn at
verða eitt samanhangandi lag.
Onkuntíð er tónleikurin eisini
settur saman av ov nógvum
brotum – eitt nú haldi eg, at
Dancing Around Honolulu
inniheldur ov nógv brot, sum
ikki hanga alt ov væl saman.
Mjúk Byrjan
Vakra lagið “Honey” er ein mjúk
byrjan uppá fløguna. Her hómast
ein inniligur longsul, men longu
50 sekund aftaná lagið er byrjað,
bresta hátalararnir út í hittið
“Dancing Around Honolulu”,
sum fyri nøkrum mánaðum síðan
lá á ovastu rók í 15 teimum bestu.
Hetta lagið er eisini tað sterkasta
á fløguni. Lagið inniheldur eitt
feitt gittarriff, sum ger at tú
beinanvegin spílar oyrini út. At
lagið hevur ein frekan melodi,
ger at lagið verður lyft á eitt høgt
støðið. Hetta er eisini nógv tað
besta lagið á fløguni.
Sangarin, Filip Mortensen,
syngur einfalt. Har er ikki so nógv
reyp og fjas, og denturin verður
lagdur á framførslu av melodium
- gott, meir av hasum. Filip verður
tó noyddur at arbeiða meiri við
síni úttalu. Tú hómar, at hann
ikki ger sær so nógvan ómak við
tí enska málsliga framburðinum,
og er hetta keðiligt fyri heildar
myndina á fløguni.
“The Ballad of a Four Headed
Monster” er eitt rættiliga stuttligt
lag. Niðurlagið er fangandi, men
tað sum oyðileggur lagið fyri
meg, er tann veika ljóðmyndin.
Trummurnar og gittarirnir eru so
bleytir, at ljóðmyndin bara líkist
einum fyribils mixið. Og hetta
er tíanverri gjøgnumgangandi
fyri næstan alla fløguna. Løgini
koma ikki til sín rætt, vegna
ivasomu ljóðgóðskuna.
Svingandi dygd
Eitt sum eisini merkir tónleikin á
fløguni, er tann svingandi dygdin
í lagskrivingini. Meðan trý tey
fyrstu løgini á fløguni hvør sær
innihalda góð momentum, so
er tað onki av løgunum, sum
ordiliga livur upp til vónirnar.
Serliga eru tey bæði “Birm
ingham” og “Good Intuition” tunn.
Men bólkurin skal hava tað rós,
at teir ikki leggja seg eftir einum
“føroyskum” ljóðið. Tónleikurin
hjá The Story Ends er nýggjur í
føroyskum høpi, og tí kunnu vit
ikki lata vera við at viðurkenna
týdningin av hesi fløgu.
Hon er týdningarmikil, tí at
bólkurin kann geva íblástur til
eina nýggja vend í tí føroyska
tónleikinum, sum í langa tíð
hevur verið merktur av myrkum,
hørðum og hugtungum rokki.
Sostatt kann fløgan hjá The
Story Ends vísa seg, at verða
ein loystur knútur á føroyska tón
leikapallinum.
The Story Ends
– rokktónleikurin fer nýggjar leiðir