fríggjadagur 22. september 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
34 vikuskifti
Songkvinna
Snorri Brend
Keldan: Tað er møti í Kelduni.
Vit eru fyrst í september mánaði
2004, og vígslan av hesum stóra
samkomubygninginum er á
skránni hetta vikuskiftið.
Nógv arbeiðið er lagt í at
fyrireika og skipa alt so væl,
tí bæði gestir úr Føroyum og
útlondum eru komnir til vígsluna.
Talarar, kokkar og mong
onnur hava havt úr at gera hesar
dagarnar við fyrireikingini. Men
tað vóru onnur, sum eisini vóru í
sving hesa tíðina.
Úti á Strondum gekk ein ung
kvinna við einum í huga: - Eg
ynski at gera ein sang til hesa
vígsluna. Hann skal verða mítt
íkast til hátíðarhaldið.
Sangurin kom til hana,
bæði í orðum og lagi, og
á vígsluhátíðini varð hann
framførdur til stóra gleði fyri
tey hundraðtals fólkini sum
vóru í Kelduni hetta vikuskiftið.
Sangurin “Reis teg upp” var
gávan hjá Lisu Frederiksberg til
samkomu sína við hetta høvið.
Hesin sangurin hevur síðani
gingið sína sigursgongd kring
landið, tí tað er neyvan dagur
at hann ikki verður spældur
á onkrari av teimum trimum
útvarpsrásunum.
Hann er ikki vorðin minni
spældur kring landið, nú Lisa
Frederiksberg hevur givið hann
út á fløguni við sama navni.
- Kann hesin sangurin og
fløgan verða til troyst og gleði
fyri onkran, so var hon ikki
givin út til fánýtis, sigur Lisa
Frederiksberg.
Tók sín tíð
Sangur hevur altíð havt nógv
at siga í lívinum hjá Lisu. Og
hugskotið at geva út eina fløgu er
tí heldur ikki nýtt.
- Alt tað sum eg kann minnast,
so havi eg sungið. Og so líðandi
gjørdist hetta líkasum ein partur
av míni andaligu tænastu, greiðir
Lisa frá.
Hon var við á fløguni sum
Keldan gav út fyri árum síðani
við heitinum “Í Guds faðirs
hjarta”, men sjálv hevur hon ikki
givið út nakra fløgu áður.
Ikki fyrrenn í farna mánaði:
- Hetta hevur verið ein dreymur
hjá mær í langa tíð. Men um
somu tíð visti eg, at hetta var
bæði kostnaðarmikið og ikki
minst tíðarkrevjandi.
- Tí tók tað sína tíð at fáa hesa
fløguna út, sigur Lisa.
Hon hevur verið virkin sangari
í samkomuni, og hevur fleiri
ferðir fingið fyrispurningar frá
fólki um, hví hon ikki gav eina
fløgu út.
Tað hevur tikið sína tíð at
koma so langt, og hetta seinasta
árið hevur tann komandi fløgan
staðið ovarlaga í hugaheimi
hennara.
Fyrr í ár var hon so í studio
hjá JakZak í Havn, meðan
tónleikurin er framleiddur í
studio í USA.
Fann gamlan tekst
Á fløguni eru sangir, sum onnur
hava skrivað, men eisini sangir
sum Lisa sjálv hevur skrivað.
Onkrir eru skrivaðir í nýggjari
tíð, meðan onkur teirra er av
munandi eldri dato.
Ein av hesum heldur eldru
sangunum er sangurin “Ungur á
Guds vegi”, sum hon kom fram á
fyri eini tíð síðani.
- Eg havi av og á fest okkurt
á blað, men hesin sangurin og
lagið til hann, - tey er í øllum
førum rættiliga gomul.
- Ja, tey vóru í veruleikanum
so gomul, at eg ikki mintist til
lagið!, greiðir Lisa brosandi frá.
Hon kom fram á sangin ein
dagin, hon hugdi í sangmappuna,
sum hon plagar at brúka, tá hon
syngur til møtir og aðrastaðni.
- Orðini vóru har. Men lagið,
- tað var bara vekk!
Henni dámdi kortini orðini væl,
tá hon las tey ígjøgnum aftur so
mong ár seinni. Tíbetur, kom
eitt nýtt lag fram fyri hana, og
er hetta lagið sum finst á nýggju
fløguni.
Lurtar tú eftir fløguni ber til at
staðfesta, at hetta lagið er helst
ikki verri enn hitt fyrra!!
Orðini sjungaðu
Høvuðssangurin á fløguni er
kortini hann, sum fløgan eitur
eftir og sum tey flestu helst
samantvinna við navnið Lisa
Frederiksberg – Reis teg upp.
Hugskotið til henda sangin
– Orðini bara sjungaðu í høvdinum
Nýggja fløgan hjá Lisu Frederiksberg er vorðin sonn fólkaogn.
Hetta er ikki minst takkað verið høvuðssanginum “Reis teg upp”.
- Tað var ein serstøk løta, tá hesi orðini komu til mín, sigur Lisa
m.a. í hesi samrøðuni.
Lisa Ferderiksberg á palli í Kelduni á páskum í fjør. Sangurin er hennara hjarta mál
Mynd: keldan.fo