fríggjadagur 22. september 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
35
vikuskifti 35
fekk Lisa, tá tann nýggja Keldan
varð tikin í nýtslu fyri tveimum
árum síðani, í september
mánaðin 2004.
Hon ynskti her at geva
samkomuni ein sang í sambandi
við henda stóra dagin. Og hetta
gjørdist sostatt hennara íkast til
vígsluna av Kelduni.
- Tað ljóðar kanska eitt sindur
undarligt, men eg bað altso Gud
um at geva mær ein sang til
vígsluna av Kelduni.
- Tja, eg veit ikki, men stutt
eftir byrjaðu orðini at sjunga í
høvdinum á mær – reis teg upp,
reis teg upp.
- Eg setti meg niður við eini
diktafon, og so kom teksturin
allur sum hann var – og lagið
eisini. Tað var ein serstøk løta,
sigur Lisa.
At koma aftur
Høvuðssangurin á nýggju
fløguni varð soleiðis sungin til
vígsluna, sum útvarpsrásin Rás 2
eisini sendi beinleiðis frá.
Hann varð síðani festur á
band, og hevur síðani verið nógv
umbiðin av lurtarunum, og er nú
at kalla vorðin fólkaogn.
- Orðini eru einføld, og eg
trúgvi at nógv fólk kunnu seta
seg inn í tað sum sangurin snýr
seg um – at lívið kann vera
trupult og at Jesus kann tykjast
langt burturi.
- Í slíkum umstøðum er gott at
vita – og hoyra – at ein altíð kann
koma aftur til Hansara. Hann er
nær hjá hvørjum einstøkum!
Tá so fløgan kom uppá tal visti
hon beinanvegin, at hetta skuldi
eisini gerast heitið á fløguni:
Reis teg upp.
Til troyst
Ein annar av sangunum á fløguni
er sangurin við tí gamla og kenda
andaliga boðskapinum “Vend nú
við”. Hesin sangurin hevur eisini
sína søgu.
- Tá eg avgjørdi at geva eina
fløgu út, vildi eg fegin hava eitt
nýtt lag við á hana.
- Eg royndi at finna fram til
okkurt, men har kom barasta
einki. Ikki fyrrenn hetta eina
kvøldið í Kelduni, greiðir Lisa
frá.
Hetta kvøldið skuldi hon leiða
eitt møti í samkomuni. Fyrr um
dagin kom hon fram til orðini
og lagið til sjálvt niðurlagið ella
kórið. Men spurningurin var
kortini, um hetta var nóg mikið
til at brúka á hesum møtinum.
Hon ynskti at fáa eitt ella
fleiri ørindi til sangin, men hetta
kvøldið varð so bert niðurlagið
sungið. Seinni komu so tey trý
ørindini til henda sangin, sum nú
er at hoyra á fløguni.
- Fólk hava sagt mær, at tey
hava lurtað eftir fløguni við gleði.
Tað er sum um orðini eru góð og
løtt at syngja hjá teimum.
- Kann fløgan verða til
uppmuntran, troyst og gleði fyri
onkran, so var hon ikki givin út
til fánýtis, sigur Lisa.
”
Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt,
men eg bað altso Gud um at geva mær
ein sang til vígsluna av Kelduni.
Reis teg upp
Orð & lag: Lisa Frederiksberg
Tú so mangan hevur ynskt, at lívið meira einfalt var
Mangar gerðirnar tú gjørdi, so skeivar vóru tær.
So nógv lættari tað vildi verið, at liva honum lýðin.
Men Jesus hevur loysnina hjá tær.
Tá ið Jesus gekk á foldum, gjørdi væl og grøddi øll.
Mangan ynskti tú, hann gekk her niðri og flutti tíni fjøll.
Men eg skal heilsa tær mín vinur, at hann er ímillum okkum.
Men reisa teg, ja, tað mást sjálvur tú.
Kór:
Reis teg upp, reis teg upp.
Harrin ynskir hjálpa tær og vera tær so nær.
Reis teg upp, reis teg upp.
Lat ikki fallið verða grøvina hjá tær.
Tú skalt vita tað mín vinur, Jesus ynskir tær alt gott.
Tú skalt ganga trygt á degi, og tú hvíla skalt á nátt.
Gev nú Jesusi títt hjarta, vel at fylgja honum altíð.
Úr fallinum til sigur kemur tú.
Sølan av fløguni hevur gingið
avbera væl, helst tí at høvuðslagið
hevur verið so nógv spælt áðrenn
tað yvirhøvur kom út. Her selir
hon fløgur á Fjarðafestivalinum
herfyri. Hon hevur síðani fingið
eitt barn aftrat ”
Kann fløgan verða til uppmuntran,
troyst og gleði fyri onkran, so var hon
ikki givin út til fánýtis