fríggjadagur 22. september 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
36 vikuskifti
Tíðarrit
Rigmor Dam
Sambært teimum báðum
ritstjórunum, Oddfríði Marna
Rasmussen og Arnbjørn
Ólavsson Dalsgarð, er endamálið
við tíðarritinum Vencili at birta
upp undir hugan og førleikan
hjá fólki at lesa skaldskap á
føroyskum, og samstundis at
eggja rithøvundum og týðarum
til at skriva meira og betur.
– Hetta verður gjørt við at
bjóða dygdargóðan skaldskap
innan allar skaldskapargreinir,
siga teir báðir og nevna, at í
fyrstu útgávuni eru stuttsøgur
eftir Franz Kafka, Charles
Bukowski, Sámal Kristian
Jacobsen, Raymond Carver og
onnur. Eisini eru yrkingar eftir
Allen Ginsberg, Bárð Persson,
Carl Sandburg, Rannvá Skeel
Johannesen, Edith Södergran og
nógv onnur.
Hvør er Vencil?
– Jú, Vencil er eitt nýtt tíðarrit
við 118 blaðsíðum á tremur
við skaldskapi á føroyskum
máli. Har ber til at lesa yrkingar,
skrivaðar til Vencil, og týddar
yrkingar, sum í Vencili á fyrsta
sinni standa á prenti á føroyskum.
Eisini er ein long yrking, sum
var við til at broyta eitt heilt
samfelag og 16 yrkingar eftir ein
einstakan høvund, sum stendur
sum eitt lítið savn inni í Vencili,
siga ritstjórarnir báðir.
– Og so eru stuttsøgur bæði úr
heimligum jørðildi og stuttsøgur
úr heimsbókmentunum, leggja
teir afturat og vísa á, at nógvir
av høvundunum í Vencili fyri
fyrstu ferð kunnu verða lisnir á
føroyskum.
“Ýl”
Mangt forkunnugt verður á
skránni leygarkvøldið. Eitt nú
boða teir báðir fyrireikararnir
frá, at Hans Tórgarð fer at lesa
fyrsta partin av longu yrkingini
“Ýl” (Howl) eftir Allen Ginsberg,
sum Gunnar Hoydal hevur týtt
til føroyskt. Og teir greiða frá, at
í ár eru 50 ár liðin síðani “Ýl”
stóð prentað í yrkingasavninnum
Howl and Other Poems. Í for
orðinum í hesum savni, sigur
William Carlos Williams:
Hann hevur bókstaviliga verið
gjøgnum helvitið, og á vegnum
møtti hann einum manni,
nevndur Carl Solomon. Teir býttu
um tenn og skarn úr hesum lívi,
ið ikki kann verða lýst uttan at
brúka tey orð, ið brúkt vórðu at
lýsa lívið.
Carl Solomon var vinmaður
Allen Ginsberg. Teir vóru
innlagdir samstundis á sinnis
júkrahúsinum í Rocklandi.
Ýl er ógvuliga jødisk í sínum
kenslum. Mállærulagið er
bíbilskt í sínum endurtøkum. Ýl
er eitt ógvusligt ýl eftir allari
afturhaldandi siðmenning, ið ikki
dugir at hugsa, og sum drepur
andan, ið sigur, at tess harðari
tú rópar, tess minni verður tú
hoyrdur, segði Richard Eberhart,
tá ið hann ummælti Howl and
Other Poems í New York Times
Book Rewiew 2. september í
1956.
“Ýl” varð á fyrsta sinni lisin
upp í Six Gallery í desember
mánaði í 1955. Upplesturin
skapti slíka øsing, at Allen
Ginsberg varð settur í fongsul.
Tríggjar mánaðir seinni vann
hann rættarmálið og varð latin
leysur.
Aðrir mætir rithøvundar
Við í Vencili eru eisini 16
yrkingar eftir finnlandsvenska
yrkjaran Edith Södergran. Hon
livdi eitt sera trupult lív, sum
var merkt av tuberklum, sum
hon bara 31 ára gomul doyði av.
Við sínum livandi myndamáli
gevur hon øllum tí vakra ein
heilt nýggjan og serstakan dám.
Tær 16 yrkingarnar, sum standa
í Vencili, skulu verða lisnar sum
eitt lítið úrval úr hennara fyrsta
yrkingasavni Dikte frá 1916.
Ebba Hentze hevur týtt.
Eisini eru so mætir menn
sum teir báðir amerikansku
rithøvundarnir, Raymond Carver
og Charles Bukowski, við í
Vencili. Teir hava báðir sín heilt
egna stíl, ið mangir rithøvundar
um allan heimin hava fingið
íblástur frá. Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð hevur týtt Raymond
Carver, og Petur Pólsson Jensen
hevur týtt stuttsøguna eftir
Charles Bukowski.
Føroyskir høvundar
Sambært Arnbirni og Oddfríði
eru tað sjálvandi ikki bara
útlendskir høvundar við í
Vencili. Eisini eru nakrir av bestu
rithøvundunum í Føroyum við.
Millum teirra kunnu nevnast
Tíðarrit við dygdarskaldskapi
Leygarkvøldið býður nýggja tíðrarritið Vencil
til móttøku á Tjóðpalli Føroya við upplestri og
tónleikaframførslu. Móttøkan er almenn.