fríggjadagur 22. september 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
37
vikuskifti 37
UMMÆLI
Bergur Djurhuus Hansen
Nýggja tíðarritið eitur “Vencil”
og ber undirheitið “Tíðarrit
fyri skaldskap á føroyskum”.
Endamálið er við øðrum orðum
ikki at hýsa ummælum og
bókmentaligum viðgerðum, men
upprunaligum føroyskum og til
føroyskt umsettum skaldskapi
- og tað verður gjørt við lít.
Útgávan er eitt satt nýbrot og
framúrskarandi í dygd. Ritstjórar
eru Oddfríður Marni Rasmussen
og Arnbjørn Ó Dalsgarð, og lagt
verður fyri við einari yrking hjá
Oddfríði um sjálva útgávuna
: “Hvørja ferð lívmóðurin
hveppist/spríkir sveittin, lættur
sum angi”. Annars er innihaldið
umleið helvt um helvt týðingar
av útlendskum skaldskapi til
føroyskt og nýggjar yrkingar,
stuttsøgur og ritroyndir frá
føroyskum høvundum og
yrkjarum.
Týðingar
Fleiri av týðingunum eru í
sær sjálvum stórhendingar í
føroyskum bókmentum. Gunnar
Hoydal hevur meistarliga
týtt heimskendu yrkingina
“Howl” (1956) hjá amerikanska
beatyrkjaranum Allan Ginsberg.
Yrkingin var eina tíð í seksti-
og sjeytiárunum eitt slag
av lummabíbliu hjá øllum
uppreistrarhugaðum í USA. I
longum, tætt samandrignum
lýsingum verða tey heimleysu,
tey sinnissjúku og rúsaðu gjørd
til sannleiksvitni og hevjaði
upp til einglar. Føroyska heitið
á yrkingini er “Ýl”, og tað
hevur eydnast Gunnari Hoydal
at varðveita svingandi rútmina
og ágangandi myndamálið hjá
Ginsberg. Upprunaliga varð
yrkingin lisin upp, m.a. í San
Fransisco, við jazztónleiki undir,
og tað fer eisini at bera væl til
við føroysku týðingini.
Hanus Kamban hevur týtt
modernistiska klassikaran
hjá Franz Kafka “Vor dem
Gesetz” (1915), á føroyskum
“Framman fyri lógini”. Hetta
er stutta, gátuføra søgan um
mannin, sum vil hava atgongd
til “lógina”, men ikki rættiliga
hættar sær kortini. Søgan
er ein av mest lisnu og mest
viðgjørdu tekstunum úr farnu
øld. Kendastu viðgerðirnar eru
kanska tær hjá m.ø. Camus, sum
las søguna eksistentialistisk, t.v.s
sum eina søgu um at tora at taka
við egnum lívi, og so tulkingin
hjá Derrida, sum í søguni sá
eina greiða útlegging av tí
veruleika, at einki býr aftanfyri
tær samtyktir, vit menniskju
gera. Avbjóðingin í einari týðing
av søguni er at taka hædd fyri
tí opinleika og teimum mongu
tulkingarmøguleikum, sum
upprunaligi týski teksturin
ber í sær, og tað hevur eydnast
Hanusi Kamban framúr væl.
Týðingin endurgevur kongenialt
upprunatekstin, og bæði orðaval
og setningsbygnaður ligga so
tætt at tí týska, sum til ber.
Umleið miðskeiðis í tíðar
ritinum stendur ein røð av
yrkingum hjá finsk-svensku
Edith Södergran í týðing eftir
Ebbu Hentze. Einstakar av
hesum hava verið á prenti fyrr
(Brá nr. 17/1991 ), men eru nú
broyttar nakað. Sum øll vita, eru
yrkingar sjáldan lættar at týða.
Ein av trupulleikunum við Edith
Södergran er tað heilt serliga
myndamálið, ið glíður frá lívi til
deyða, frá tryggleika til ótta, frá
romantikki til modernismu o.s.fr.
Vøkru og klóku týðingarnar hjá
Ebbu Hentzu prógva, at hon
er ein av bestu týðarum, vit
eiga, t.d. hetta stutta brotið úr
yrkingini “Heystins seinasta
blóma” (“Höstens sista
blomma”, 1916) :
tað er so lætt at vera síðstur at
doyggja :
eg havi sæð havið so
ævintýrkent blátt
eg havi hoyrt deyða
summarsins hjarta sláa.
Aðrar týðingar eru eisini, t.d.
hjá Aleksanduri Kristiansen,
vert er m.a. at nevna frálíku
týðing hansara av yrkingini
hjá New-England skaldinum
Robert Creeley “Tey óreiðuligu
postboðini” (“The Dishonest
Mailmen”, 1962), og eisini
“Mýridrotning” (“Bog Queen”,
1975) hjá írska Seamus Heaney
– henda seinna týðingin stóð
upprunaliga í Sosialinum í
sambandi við vitjanina hjá
Heaney í Føroyum í 2005. Petur
Pálson Jensen hevur týtt “Son
of Satan” (1984), á føroyskum
“Sonur Sátans”, hjá amerikanska
Charles Bukowski. Týðingin
er sum heild væleydnað, ráa
orðavalið hjá Bukowski er
hegnisliga væl endurgivið
á føroyskum, og tað er lítil
ivi um, at evnini, sum verða
viðgjørd í søguni (happing,
harðskapur, skuldarkensla,
uppaling o.s.fr.), fara at
gera hana til ein klassikara
í føroysktundirvísingini
í framhaldsdeildini og í
miðnámsskúlunum.
Føroyskur skaldskapur
Føroysku upprunatekstirnir
eru eitt sindur ójavnari í dygd
enn týðingarnar, men eru
allir áhugaverdir. Talan er um
yrkingar hjá Heðini M. Klein
um at yrkja og fóta sær í
lívsins mongu avbjóðingum,
sonettir hjá Carl Johan Jensen,
stílvísar yrkingar hjá Tóroddi
Poulsen og Hanusi Kamban,
og yrkingar hjá yngri, meiri
óroyndum yrkjarum sum Bárða
Persson og debutantinum
Rannvá Skeel Johannesen.
Yrkingarnar hjá Bárða Persson
rúma góð hugskot, sum tó
helst høvdu egnað seg betur
til stuttsøgur enn yrkingar.
Løðingin í yrkingunum er
um at hvørva í ov nógvum
orðum. Yrkingarnar hjá Rannvá
Skeel Johannesen lata upp fyri
einari átrúnaðarligari leitan,
tær hava eina egna, sjaldsama
rødd, men eru í støðum í so
leysar og hava onkursvegna
ov greiðar niðurstøður alt ov
tíðliga. Sum debutantur er
Rannvá Skeel Johannesen tó
áhugaverd. Sólrun Michelsen
hevur skrivað eina søgu um
sálarligan ófrið og samleikaiva,
søgan er skrivað í tátíð, og tað
gevur trupulleikar við sjálvari
frásøgukonstruktiónini, men
annars er talan um góða søgu.
Sámal Kristian Jacobsen hevur
skrivað søguna “Bókabøðil”,
eisini við denti á duldu megirnar
í menniskjanum.
Ritstjórarnir báðir eru umboð
aðir við hvør sínari søgu, Arn
bjørn Ó. Dalsgarð við einari
um alkoholismu, “So hon starir
inn í veggin”, ein náðileyst
realistisk søga, har tulkingin
má taka støði í reaktiónunum
hjá barni alkoholikarans.
Frásøgutekniskt er søgan góð,
men annars minnir hon kanska
ov nógv um aðrar tílíkar søgur.
Oddfríður Marni Rasmussen
hevur skrivað eina raffineraða
stuttsøgu um sambandið millum
skaldskap og veruleika – millum
tað, sum verður hugsað, og so
tað, sum bara er. Søgan hevur
heitið “Aldurdómurin viskar seg
sjálvan burtur” og er eisini ein
viðmerking til bókmentaliga
kjakið í Føroyum.
Ritroyndir
Tvær ritroyndir eru, ein hjá
Oddvør Johansen, sum tó
var betur óskrivað. Her áttu
ritstjórarnir kanska at havt verið
strangari, tí Oddvør Johansen
hevur skrivað mangt, sum er
munandi betri enn smáprátandi,
høvuðleysa ferðafrásøgnin “Við
eygum so stórum sum tekoppar”.
“Hvørki” er hinvegin heitið
á ironiskari og provokerandi
ritroynd hjá Carl Johan Jensen
um føroyingar, sum látast
og halda seg vilja alt, men
í veruleikanum ikki vilja
nakað sum helst, bert dvølja í
einari ørligt-religiøsari hvørki-
tilveru av óvitan, við ongum
sannleikum og ongum lygnum.
Hvat umboðar “Vencil”?
Fyrsta útgávan av “Vencil”
boðar frá sera góðum, hugskotið
er gott og tykist gjøgnumhugsað.
Ein fyrimynd er kanska
danska tíðarritið “Bananasplit.
Tidsskrift for multinational
litteratur”. Men eitt føroyskt
tíðarrit, sum leggur seg eftir at
prenta skaldskap, kann gera
størri mun enn tílík tíðarrit
aðrastaðni, tí bókmentaliga
umhvørvið í Føroyum er
fáment, og góðar týðingar
mangla í ólukkumát. Ì hesari
útgávuni umboða týðingarnar
mest klassiskar modernistiskar
tekstir. Kanska av tilvild, men
helst sigur tað eisini nakað
um, hvat ritstjórarnir hava lagt
dent á. Umboðar “Vencil” eina
ávísa bókmentaliga stevnu ? Ein
oddagrein, ið stutt greiddi frá
innihaldi og endamáli, kundi
svarað tílíkum spurningum.
Men alt tað besta – “Vencil” !
Nýtt slóðbrótandi
føroyskt tíðarrit
Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan
Jensen, Sólrun Michelsen, Hanus
Kamban og Oddvør Johansen.
Harumframt debuterar Rannvá
Skeel Johannesen við trimum
yrkingum.
Perman eitt listarverk
Sum nakað serstakt beyð
Grafiski verkstaðurin við Jan
Andersson at samstarva við
Vencil. Hetta merkir, at allar
permurnar eru prentaðar á
Grafiska verkstaðnum, so hvør
perman er einstøk. Hetta er ikki
roynt áður. Komandi permur
verða eisini gjørdar á Grafiska
verkstaðnum, og verða tað
listafólk, sum vitja verkstaðin,
sum fara at prýða permurnar á
tíðarritunum, ið koma. Tóroddur
Poulsen hevur gjørt permuna á
fyrsta nummarinum av Vencili.
Leygarkvøldið
kemur Vencil
Til móttøkuna, sum verður
leygarkvøldið klokkan 20, fara
teir báðir ritstjórarnir, Arnbjørn
Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður
Marni Rasmussen, at siga eitt
sindur um arbeiðið og endamálið
við Vencili. Síðani lesur
Oddfríður Marni Rasmussen
yrkingina “Føðingin – ein kvøða
til Vencil”. Búi Dam fer eisini
at spæla og syngja nøkur løg
úr komandi fløgu sínari. Hon
verður væntandi á marknaðinum
í desember. Fyri steðgin lesur
Sólrun Michelsen stuttsøguna
“Summi renna í stuttum brókum”.
Í steðginum kunnu fólk ogna
sær fyrsta nummarið av Vencili
og fáa sær okkurt lætt til góman.
Síðani fer Carl Jóhan Jensen
at lesa. Hann gevur eisini eina
fløgu út um ein mánað ella so. Á
fløguni lesur Carl Jóhan Jensen
egnar yrkingar, og er hon tann
fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
Síðani lesur Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð egnu týðingina av
“Vælumtóktur mekanikkur” eftir
Raymond Carver. Tá ið hann
er liðugur, fer Búi Dam aftur at
spæla og syngja. At enda fara vit
á fyrsta sinni at hoyra “Ýl” lisna
á føroyskum. Tað er sjónleikarin,
leikstjórin og leikritahøvundurin
Hans Tórgarð, sum lesur.
Heimasíðan
Um onkur vil vita meira um
Vencil, ber til at fara á heima
síðuna www.vencil.fo, har
ein partur av permuna eisini
er at síggja. Tey, sum koma
leygarkvøldið, kunnu ogna sær
Vencil fyri bara 140 krónur.
Vencil kostar 160 krónur í
bókabúðunum.