Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 22. september 2006 39 Vikarur Vit sóknast eftir vikari, ið heitast kann á seinnapartar. Fólk við 1/2 tíðar starvi fyrrapart eru vælkomin at søkja. Hevur hetta tín áhuga? Send okkum eina skrivliga umsókn. Sankta Jósefs Barnagarður Varðagøta 12 · FO-100 Tórshavn Tlf. 312854 · Fax 316990 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Arbeiðsfólk til Tórshavnar havn Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Tórshavnar havn. Starvið umfatar upprudding á økinum hjá Tórshavnar havn og annað fyrifallandi arbeiði. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjóast til ber sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðs- mannafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir skulu verða Tórshavnar havn, Eystara Bryggja, postsmoga 103, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. oktober 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge, tlf. 311762. Tórshavnar kommuna Leys størv Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Svimjihøllin í Havn søkir eftir lívbjargarum. Umframt at vera lívbjargari, eru aðrar arbeiðsuppgávur at røkja. Arbeiðstíðin er í vikuskiftum. Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargingar- royndina, annars verður skipað fyri lívbjargingarroynd. Heilsuváttan krevst. Setanarviðurskifti Talan er um eitt tímalønt starv, ið verður sett sum skjótast. Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Olsen, svimjihallarleiðara, tlf. 302072 ella Jákup Simonsen, deildarleiðara á mentamáladeildini, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og arbeiðs- royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórs- havn í hendi í seinasta lagi 6. oktober 2006. Viðmerkið umsóknina „Lívbjargari“. Tórshavnar kommuna Lívbjargarar til vikuskiftisvakt Svimjihøllin Nógv fólk koma í svimjihøllina í Gundadali, og hevur síðani hon læt upp í 1982, vaksið áhugan munandi at svimja. Umleið 150.000 koma í høllina árliga, og hetta svarar til, at hvør borgari í kommununi svimur í miðal 8 ferðir um árið. Í Svimjihøllini arbeiða 20 fólk. Lærarastarv í Hvalvíkar skúla Søkt verður eftir einum lærara til írestandi tíðar­ skeiðið av skúlaárinum 2006/2007 vegna avlops­ tímar og serligan tørv. Starvið fevnir um 18 undir­ vísingartímar um vikuna. Søkt verður eftir lærara, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dag­ liga arbeiðnum á skúlanum • dugur at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka uppá seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum • áhaldandi vil vera við til at menna skúlan. Lønar- og setanartreytir: Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum tíðarav­ markað starv írestandi tíðarskeiðið av skúlaárinum 2006/2007. Umsóknir: Umsóknir við C.V., avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum, Aslaug Olsen, í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. septembur 2006, og sendast til: Hvalvíkar skúli Att. Aslaug Olsen, skúlaleiðari 430 Hvalvík Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran á tlf. nr. 422028, 607551 ella 222475. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo lýsingar