fríggjadagur 22. september 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 183 - 22. september 2006
Eitt starv sum avloysari fyri pedagog 30 tímar um
vikuna í tíðarskeiðnum 15. oktobur 2006 til 31. okto
bur 2007 er leyst at søkja.
Arbeiðstíðirnar eru dagtímar mánadag til fríggja
dag.
Verkhúsið Stíggjur er eitt vart verkstað við fram
leiðsludeildum og dagtilhaldið. Í løtuni eru tað 22
brúkarar, ið gera brúk av tilboðnum og 6 starvsfólk
eru knýtt at teimum. Tann, ið settur verður kemur
at arbeiða mest í dagtilhaldinum, har ið dentur verð
ur lagdur á at geva brúkarunum ein innihaldsríkan
dag við ymiskum mennandi og sansistimbrandi
tilboðum.
Umráðandi er at tann, ið settur verður dugir væl at
fara við fólki við serligum tørvi. Er handaliga væl fyri
og dugir at leggja uppgávur til rættis, eftir førimuni
hjá brúkarunum. Er áhugaður at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan. Haraftrat er
neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við
onnur, umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og
avgerðir í arbeiðinum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, og lønt
stigini 1118.
Um eingin pedagogur søkir, verður starvið sett
við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fìggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á tlf.
448944.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum v.m. skal sendast til:
Verkhúsið Stíggjur
Heiðavegur
FO600 Saltangará
Att.: Leiðarin
Umsóknarfreist: 6. oktobur 2006.
Pedagogur til
Verkhúsið Stíggjur
í Saltangará
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
STUBBIN Fjarðarvegur 12, Vestmanna
Tlf. 471 800 stubbin@stubbin.fo www.stubbin.fo
Ger kvettið !!!!
Leygardagin og sunnudagin 23. og 24. september
hava vit sera góð tilboð uppá bátar og húsvognar
Arvor 215 AS
Ørnvik 470 Cruiser
Askeladden 525 Excel
Ørnvik 650 Weekend
Ørnvik 500 Pilothouse
Ørnvik 500 Fish
Fleiri upplýsingar fáast á heimasíðu okkara
Opið til kl. 20 leygardagin og sunnudagin
lýsingar
Lesið
- so eru tit við