fríggjadagur 22. september 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
41
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktar
frøðingar til E3/E2
2 størv á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum eru
leys at søkja til setan 1. november ella eftir avtalu.
Møguleiki eru fyri lægri brøki.
E3 er ein medisinsk deild við 9 seingjaplássum.
Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum
við apopleksia cerebri og við dis. sclerosu. Arbeitt
verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysio-
terapeutar, ergoterapeutar og talupedagog. Dentur
verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og
við primertænastuna.
E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri
búfólkum. Vit ynskja starvsfelagar við áhuga og
hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður
lagdur á positiva menniskja áskoðan og góð sam-
starvsevni.
Spennandi avbjóðingar liggja fyri framman.
Umvælingar byrjaðu í summar á seingjadeildunum
B8, B7 og B6. Hesar verða ætlandi lidnar tíðliga í
2007. Tá flytir E3 yvir á eina nýrenoveraða deild í B
bygninginum.
Harumframt er THS (Talgild Heilsu Skipan) ein
spennandi avbjóðing. Pilot projekt er farið í gongd
á med. deplinum.
Krøv til umsøkjarnar
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur
• góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfak-
ligum samstarvi
• fakligan áhuga innan sergreinirnar
Vit kunnu bjóða
• eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• fakliga menning
• innleiðslu
Upplýsingar um størvini fæst við at ringja 304500,
lokal 6012, Monicu Brickman, deildarleiðara ella til
Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal
6102, t-post asap@lsh.fo
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 9. oktober 2006 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábygd, at umsóknin er á starvs-
fólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
Skivlig umsókn við avriti av prógvum, CV, autorisa-
tión, viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.
fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktar
frøðingar til
barnadeildina B5
Á Barnadeildini B5 er eitt starv á brøk 0,9 í skiftandi
vaktum leyst at søkja frá 1. november 2006 ella
eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Barnadeildin hevur pláss fyri 7 børnum í aldrinum
0 – 14 ár.
Deildin er júst umvæld og pláss er til barna-
ambulatorium á deildini.
Spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, nú
deildin er pilotdeild til THS (Talgild Heilsu Skipan)
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til børn í aldrinum 0 - 14 ár.
Vit kunnu bjóða
• innleiðslu
• positivt tvørfakligt samstarv
• fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur við nógvum
avbjóðingum
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur
• góð samstarvsevni
• fakligan áhuga innan røkt og viðgerð av
børnum
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Tove
Thomsen, deildarleiðara, telefon 304500, lokal 6055
ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing,
lokal 6102, t-post asap@lsh.fo
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 11. oktober 2006 kl.12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini innan freistin er úti.
Skivlig umsókn við CV, avrit av prógvum, autorisa-
tión, skjølum o.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.
fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Varaleiðari til
Barnadeildina B5
Starvið sum varaleiðari til Barnadeildina B5 á brøk
1,0 er leyst at søkja til setan 1. november 2006 ella
eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Barnadeildin hevur pláss til 7 børn í aldrinum 0 –
14 ár og er júst umvæld. Deildin hevur fingið barna-
ambulatorium á deildina. Spennandi avbjóðingar
liggja fyri framman, nú deildin er pilotdeild til THS.
Vit kunnu bjóða
• góða innleiðslu
• positivt tvørfakligt samstarv
• fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur við nógvum
avbjóðingum
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar-
frøðingur
• fakligan førleika í røkt og viðgerð innan
pædiatri
• góð samstarvsevni
• áhuga í leiðslu
• áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
• sjálvstøðug/ur, kreativ og hava visiónir
• telduførleika á brúkarastøði
Starvslýsing fæst við at venda sær til Tove
Thomsen, deildarleiðara.
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Tove Thomsen, deildarleiðara, telefon 304500,
lokal 6055 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing, telefon 304500, lokal 6102, t-post
asap@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 11. oktober 2006 kl.12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skivlig umsókn við CV, autorisatión, avriti av
prógvum, skjølum o.l., skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.
fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
lýsingar
Lesið Sosialin - so eru tit við
Lesið
-so eru tit við!