fríggjadagur 22. september 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 183 - 22. september 2006
Vit átaka okkum
alt múraraarbeiði...
Nýtt múraravirki
Frá Sunda kommunu
Avloysari
til barnagarðin við Kráir, Hvalvík
Søkt verður eftir sjúkraavloysara til barnagarðin og
vøggustovuna.
Barnagarðurin er skipaður við 3 barnagarðsstovum,
1 vøggustovu og frítíðarskúla.
Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinar
ligum umhvørvi heilt oman til tað vælkendu stóru
ánna.
Vit ynskja
• At tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag fyri børnunum
• At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum og teim vaksnu
• At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara
barnagarð
• At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða
sjálvstøðugt.
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Nancy Poulsen leiðara, á tlf. 772021 ella 422717.
Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til:
Barnagarðin við Kráir
Fo – 430 Hvalvík
Skipaeftirlitið
Faroese MaritiMe authority
Ministry of fishery and MaritiMe affairs
Skipaeftirlitsfólk og løgfrøðingur
til tess at optimera raksturin av manningareindini
á
skipaeftirlitinum, verður søkt eftir tveimum
starvsfólkum, einum skipaeftirlitsfólki og einum løg
frøðingi
Skipaeftirlitsfólk:
skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum.
starvið inniber í høvuðsheitum. hesar upppgávur:
• umsiting og málsviðgerð av lóggávu, ið knýtir seg
at manningarviðurskiftum, undir hesum:
º at fyrireika manningarskjøl til fiskiskip,
farmaskip og ferðamannaskip
º at hava umsjón við mynstringum og
viðurskiftum, sum knýta seg at mynstring
sum t.d. at føroyskir sjómenn lúka krøvini til
førleika á skipunum teir sigla við
º málsviðgerð
av
vinnubrøvum,
undir
hesum málsviðgerð av vinnubrøvum hjá
útlendskum sjómonnum, sum sigla við
føroyskum skipum
º luttaka í fyrireikingararbeiðið til lógarsmíð
º at hava eftirlit og umsita viðurskiftini,
sum eru staðfest í stCW konventiónini
og iLo konventiónum, ið knýta seg at
manningarviðurskiftum á skipum
º samstarv
við
vinnuna
og
aðrar
myndugleikar.
Førleikakrøv:
hann ið settur verður, má hava áhuga í og førleika til væl
og virðiliga at gera seg kunnugan við við løgfrøði og
tær fyriskipanir, ið knýta seg at manningarviðurskiftum
og skiparakstri annars.
til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum t.d.:
•
skipsførari
•
maskinmeistari
•
góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum
og enskum máli
•
góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
•
telduførleiki á brúkarastøði
•
at arbeiða við verkætlanum
•
góð samstarvsevni
harumframt er kunnleiki til góðskustýring (kvalitets
stýring) ein fyrimunur.
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan
viðkomandi arbeiðsøki.
Løgfrøðingur:
starvið inniber í høvuðsheitum. hesar upppgávur:
•
umsiting og lógarsmíð av lóggávu, ið knýtir seg
at manningarviðurskiftum, og tryggja at føroysk
lóggáva til eina og hvørja tíð lýkur ásetingarnar í
galdandi altjóða konventiónum
º tulking av altjóða sáttmálum
º taka sær av fyrisitingarligum og løgfrøðiligum
málum á skipaeftirlitinum
º viðgerð av kærum
º umsiting av avtalum við aðrar flaggstatir
º luttaka í fyrireikingararbeiði til Fráboðanir
frá skipaeftirlitinum
º hava eftirlit við og umsita viðurskiftini,
sum eru staðfest í stCW konventiónini, iLo
konventiónum og øðrum konventiónum,
ið knýta seg at manningarviðurskiftum á
skipum
º samstarv
við
vinnuna
og
aðrar
myndugleikar.
Førleikakrøv:
hann ið settur verður, skal hava løgfrøðiligt
embætisprógv.
harumfarmt má viðkomandi persónur hava áhuga
til væl og virðiliga at gera seg kunnugan við tær fyri
skipanir, ið knýta seg at skiparakstri undir hesum
serliga manningarviðurskiftum
•
góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum
og enskum máli
•
góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
•
telduførleiki á brúkarastøði
•
góð samstarvsevni
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan
viðkomandi arbeiðsøki
Setanartreytir:
skipaeftirlitisfólkið verður lønt í lønarflokki 8 sam
bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og starsvs
mannafelagið. aftrat lønini verða veittar kr. 3000, um
mánaðin, sum viðbót fyri 35 tímar álagda yvirtíð triðja
hvønn mánaða.
Løgfrøðingurin verður løntur sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar og Løgfrøðingafelagið
(BLF).
Fyri bæði størvini er galdandi at setanarøkið fevnir
um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini
aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. tænastustaðurin
í løtuni er skipaeftirlitið í Miðvági.
tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera skipaeftirlitinum í hendi í
seinasta lagi 29. september 2006, kl. 14.30.
umsóknir skulu sendast til:
Skipaeftirlitið
Postmoga 26, 370 Miðvágur
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at
ringja til skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla
hans hammer olsen, deildarstjóra.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
lýsingar
Lesið Sosialin - so eru tit við