mánadagur 25. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 184 - 25. september 2006
tíðindi
Nærverkið er heitið
á nýggja felags
stovninum, sum
er samansettur av
Heimarøktini og
Serforsorgini. Í
morgun varð skipað
fyri móttøku og
nýggja búmerkið,
heimasíðan og navnið
vórðu avdúkað,
og vinnararnir av
navnakappingini
heiðraðir.
Heilsumál
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Sannur hátíðardámur var
í dag, tá nýggja navnið,
búmerkið og heimasíðan hjá
fyrrverandi Heimarøktini
og
Serforsorgini
varð
avdúkað, og vinnararnir av
kappingini um nýtt navn
til framtíðar felags stovnin
vórðu kosnir.
Stovnarnir høvdu gjørt
av at gera eitt sindur eyka
burturúr avdúkingini, og
nógv starvsfólk og brúkarar
vóru møtt upp at heiðra
vinnararnar, og sjálvsagt
eisini nýggja samleikanum
og hugtakinum, sum øll
innan økið skulu venja seg
við framyvir.
Tí nú skulu starvsfólk og
borgarar einans fyrihalda
seg til ein stovn, sum kann
veita allar tænasturnar, ið
higartil hava verið veittar
av fimm stovnum.
Ein stovnur framyvir
Aftaná
vakra
tónleika
framførslu
frá
Sólvá
Ford og Arnold Ludvig
tók Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
í
Almanna- og Heilsumálum,
orðið, og hann avdúkaði
nýggja navnið og búmerkið
hjá Heimarøktini og Ser
forsorgini.
Hann segði eitt nú, at
dagurin í dag er ein søgu
ligur dagur fyri stovnin,
sum higartil hevur itið
Heimarøktin og Serfor
sorgin. Stovnurin er nógv
tann
størsti
stovnurin
undir Almanna- og Heilsu
málaráðnum, við sínum
umleið 1.400 starvsfólk
um.
- Flest allir borgarar fáa
onkuntíð í lívinum tænastur
frá Heimarøktini og Ser
forsorgini, tað verið seg
sum barn, vaksin ella eldri,
tað verið seg í styttri ella
longri tíðarskeið. Og tey
eru ikki so heilt fá, sum fáa
tænastur frá Heimarøktini og
Serforsorgini meginpartin
av lívinum, segði lands
stýrismaðurin
millum
annað. Og hann greiddi
frá, at stovnurin framyvir
skal geva eina fatan av at
vera ein stovnur við einum
yvirskipaðum endamálið,
ið er at veita borgarum
eina góða tænastu, sum
altíð tekur støði í hvønn
tørv á hjálp ella stuðli tann
einstaki hevur.
Eitur nú Nærverkið
Jóanes N. Dalsgaard, leiðari
fyri
Trivnaðartænastuna
greiddi, vegna dómsnevnd
ina, frá um kappingina.
- Inn komu 388 uppskot,
og 189 fólk luttóku í
kappingini. Hetta boðar í
sjálvum sær frá, at kappingin
hevur verið væleydnað, tí
ein partur av endamálinum
var at fáa fólk at vera virkin
í tilgongdini at finna eitt
nýtt navn.
Dómsnevndin valdi trý
nøvn til vinnarar av kapp
ingini, 1. Nærtænastan,
2.
Heima(heilsu)verkið
og 3. Umsorg. Nøvnini
eru vald út frá tí, at tey
skulu kunna nýtast víð
ari, tá ið Heimarøktin
og
Serforsorgin
skulu
navngevast av nýggjum.
Tey, sum vunnu vóru 1.
virðisløn:
Nærtænastan
- Eydna Justinussen. 2.
virðisløn: Heimaheilsuverk
- Høgni Mohr. 3. virðisløn:
Umsorg - Marin Elisabeth
Haraldsen,
Jens Marius Hentze og
Høgni Mohr.
Grundgevingarnar
hjá
dómsnevndini
at
mæla
landsstýrismanninum
til
at navngeva stovnin NÆR
VERKIÐ vóru, at nær
verkið skilur seg frá øðrum
almennum
tænastum,
við tað, at skipanin veitir
tænastur í nærumhvørvinum
hjá borgaranum.
- Nærverkið kemur til
borgaran, har hann býr
ella livir og veitir eina
tænastu. Og navnið gevur
Nærverkinum sítt egna
pláss millum Heilsuverkið
og Almannaverkið.
Í samband við orðið
Verk, verður víst til eina
yvirskipaða
eind,
har
dómsnevndin hevur valt
endaliðin
í
navninum
at vera verk. Endingin
gongur aftur í heilsu- og
almannaverkinum.
Kenna seg aftur
Regin
Johansen,
sum
er virkandi stjóri fyri
Nærverkið, segði, at tey
leggja dent á eitt felags
heiti og búmerki, sum øll
starvsfólk kunnu kenna seg
aftur í.
- Soleiðis vil leiðslan
styrkja samskipanina av
øllum tænastunum, sum
Nærverkið bjóðar. Enda
málið er at veita borgarunum
eina enn betri tænastu. Fyri
at hetta skal eydnast, er
tað avgerandi, at øll sum
arbeiða í Nærverkið kenna
seg at arbeiða fyri ein og
sama stovn og við einum og
sama endamáli.
Lógvatak til búmerkið
Lýsingarfyritøkan Sansir
hevur gjørt búmerki og
grafiskan samleika til Nær
verkið.
Búmerkið
ímyndar
hendur, ið taka lógvatak.
Sambært Sansum, er virðið
handan myndina ”at geva og
fáa” – ein felags ímynd av
arbeiðinum og hugburðinum
hjá ymsu starvsbólkunum í
Nærverkinum. Fakbólkarnir
hava felagsnevnaran at
stuðla, menna og hava
umsorgan fyri familjum og
einstaklingum, frískum og
sjúkum, yngri og eldri.
Í yvirførdum týdningi
kann búmerki leiða tank
arnar á Yin og Yang, sum
í
kinesisku
filosofiini
ímyndar eina heild. Nær
verkið kann skapa eina
heild í lívinum hjá mong
um
menniskjum,
sum
onkursvegna tørva hjálp
ella stuðul fyri at fáa
meiningsfulla tilveru.
Formurin hjá búmerkinum
umboðar rørslu, dynamikk
og smidleika. Væl defi
neraði men samstundis
bleyti formurin ber boð
um professionalismu og
menniskjalig virði.
Litirnir á búmerkinum eru
grønt og reyðgult. Grønt er
seriøst, tað umboðar gróður
og lív. Reyðguli liturin
hóskar væl til tann grøna,
hann er sprellfrískur og
ger búmerkið lætt at kenna
aftur. Saman gera litirnir
búmerkið frískt, heitt og
eyðkent.
Skriftin nevnist NEO
SANS. Hetta er ein spild
urnýggj, modernað skrift,
sum kortini er klassisk.
Samstundis sum hon er
frísklig, so er hon varandi,
og tað er sera umráðandi
eginleiki
við
einum
búmerki. Skriftin hevur
ongar føtur og hevur rund
ar kantar. Tað stuðlar upp
undir
nærleikan,
sum
liggur í navninum. Bogi
Henriksen, hevur teknað
nýggja búmerkið hjá Nær
verkinum.
Nú stovnurin hevur skift navn til Nærverkið hava allar
deildirnar undir stovninum fingið nýggj heiti. Hetta verður
gjørt fyri at skapa eina betri fatan av stovninum sum eina
heild.
Heimarøktin eitur nú Heimatænastan
Serstovnadeildin eitur Trivnaðartænastan
Heilsufrøðiskipanin eitur Barnatænastan
Stuðulsskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik eru
lagdar saman og hava fingið heitið Stuðulstænastan.
FAKTA
Nærtænastan kemur
heim til borgaran
1. virðisløn varð latin Eydnu Justinussen, fyri navnið Nærtanastan. 2. virðisløn varð latin Høgna Mohr, fyri navnið
Heimaheilsuverk og 3. virðisløn varð latin Marin Elisabeth Haraldsen, Jens Marius Hentze og Høgna Mohr, fyri orðið umsorg.
Frá vinstri: Høgna Mohr, Marin Elisabeth Haraldsen, Eydnu Justinussen og Jens Marius Hentze.
Leiðararnir undir Nærverkinum . Frá vinstri: Jette Eirikstoft, fyrisitingarleiðari; Oda Jóhans
dóttir, virkandi leiðari fyri Stuðulstænastuna; Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri Heimatænastuna;
Bjarta Vilhelm, leiðari fyri Barnatænastuna; Regin Johansen, virkandi stjóri fyri Nærverkið;
Mary í Garði, stjóri í farloyvi; Jóanes N. Dalsgaard, leiðari fyri Trivnaðartænastuna.
Samstundis sum arbeitt
hevur verið við navni
og grafiskum samleika,
er ein heimasíða gjørd.
Heimasíðan var eisini
latin upp í sambandi
við hátíðarhaldið
mánadagin. Bústaðurin
er www.naerverk.fo
FAKTA