mánadagur 25. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
7
tíðindi
Frederik Harhoff sigur, at
hetta er sama úrslit, sum
hann er komin til fyrr, og at
hetta er sama niðurstøða,
sum hann legði fram í
Føroyum fyrr í summar.
– Eg havi ongantíð sagt,
at tað ikki vóru ríkisrættar
ligir trupulleikar við at
Føroyar kundu blíva limir
av Norðurlandaráðharraráð
num, sigur Frederik Har
hoff.
– Eg skilji ikki, hvussu
fólk hava kunna misskilt tað.
Tað eru ongir trupulleik
ar í, at Føroyar eru limir í
Norðurlandaráðnum. Men
sambært grundlógini grein
19 er tað danska stjórnin,
sum umboðar Danmark í
uttanríkismálum.
– Soleiðis sum grundlóg
in sær út nú, kunnu Føroyar
og Grønland ikki gerast
sjálvstøðugir limir í norð
urlendska ráðharraráðnum,
tey kunnu ikki umboða seg
sjálvi í egnum navni, sigur
Frederik Harhoff.
– Fyri at kunna tað, skulu
tey vera sjálvstøðugir statir,
ið hava fult fólkarættarligt
sjálvstýri.
Samstundis peikar Fre
derik Harhoff á heimildar
lógina.
– Føroyar og Grønland
kunnu gera avtalur við
onnur lond vegna seg sjálvi,
men Danmark kann ikki
hava fleiri sjálvstøðugar
limir í Norðurlandaráð
num. Vit eru eitt ríki, og tí
kunnu vit bert hava eina
atkvøðu yvirfyri øðrum.
Vit kunnu ikki koma í tí
støðu, har vit standa við
tveimum atkvøðum.
Halgir W. Poulsen løg
frøðingur segði við Sosial
in fríggjadagin, at um
danska stjórnin ynskti at
Føroyar skuldi gerast limur
í ráðharraráðnum, so kundi
grundlógin tulkast á tann
hátt, at hetta gjørdist møgu
ligt. Til hetta sigur Frederik
Harhoff:
– Grundlógin kann ikki
tulkast á nakran annan hátt.
Grundlógin verður ikki
tulkað leysliga, og hon
kann avgjørt ikki tulkast,
soleiðis sum stjórnin hevur
hug til.
Politikkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
- Grundlógin kann ikki tulkast
Á Norðurlandaráðs
fundinum mikudagin
kom fram, at fullur
føroyskur limaskapur
í Norðurlandaráðnum
og ráðharraráðnum
eru í stríð við donsku
grundlógina. Tað var
Frederik Harhoff,
ríkisrættarserfrøðing
ur, sum kom við nýggj
um greiningum, sum
siga, at løgfrøðiligar
forðingar eru fyri
føroyskum limaskapi
Stutt sagt
Høgni Hoydal setti saman
við Kára P. Højgaard gongd
á málið um at Føroyar
skuldu hava fullan lima
skap í Norðurlandaráðnum
og ráðharraráðnum.
– At byrja við stuðlaðu
serfrøðingar okkum. Men
Frederik Harhoff hevur
skift meining. Tað eru em
bætismenn úr danska uttan
ríkismálaráðnum, ið hava
trýst hann at broyta mein
ing, sigur Høgni Hoydal.
– Heimildarlógin verður
brúkt sum høvuðsorsøk til
at Føroyar ikki kunnu fáa
fullan limaskap, tí sambært
henni kunnu Føroyar ikki
gera avtalu við onnur lond
vegna seg sjálvi. Um Før
oyar skal gera avtalur við
onnur lond, skal tað gerast
vegna danska ríkið. Tjóð
veldisflokkurin hevur alla
tíðina ávarað ímóti heim
ildarlógini, tí vit vóru bang
in fyri, at hon fór at vera
brúkt ímóti okkum á henda
hátt.
– Samgongan segði, at
heimildarlógin skuldi virka
fyri, at vit kundu fáa lima
skap í Norðurlandaráðnum,
men tað teir søgdu var
ósatt.
Men Høgni Hoydal ætlar
at halda fram at stríðast
fyri fullum føroyskum lima
skapi.
– Til orðaskiftið um før
oyskan limaskap á árs
fundinum í Norðurlanda
ráðnum, ið verður um mán
aðarskiftið oktober – nov
ember fara vit at royna, at
fáa undirtøku frá tinglim
unum í hinum limalond
unum.
– Men um danska stjórn
in heldur fast við frágreið
ingina hjá Frederik Har
hoff, um at føroyskur lima
skapur er ímóti grundlóg
ini, so fer málið fyribils at
detta niðurfyri, sigur Høgni
Hoydal.
Føroyar hava søkt um
fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum
og ráðharraráðnum,
men Frederik Harhoff
ríkisrættarserfrøð
ingur, sigur limaskap
in vera ímóti grund
lógini. – Embætis
menn hava trýst hann
at broyta meining,
sigur Høgni Hoydal
Politikkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Rok í viku
skiftinum
Frá vakthavandi skilja
vit, at Leygarmorgunin
gjørdist nakað buldra
sligur hjá løgregluni í
Havn. Løgreglan fekk
at vita, at rok var uttan
fyri náttklubban Glitnir
í Havn, og tískil gjørdi
løgreglan av, at fara
oman har fyri at vera
sjónlig, og harvið kunna
forða fyri einum bar
daga. Men lítið hjálpti.
Menn fóru til hendurs,
og
løgreglan
mátti
leggja ímillum.
Tveir mans løgdu
gjørdi seg eisini inn á
løgregluna, og tað sum
spurdist burturúr var, at
báðir vóru handtiknir.
Teir eru skuldsettir fyri
harðskap ímóti tæn
astufólki. Frá løgregluni
skilja vit, at tílík mál
eru óvanlig í Føroyum.
Sunnumorgunin var
tað heldur friðarligari.
Onkur koyrdi ávirkaður
av rúsdrekka, men ann
ars hevði løgreglan ikki
so nógv um at vera
sunnumorgunin, skilja
vit á vakthavandi.
- Vit fara at halda fram at stríðast fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, sigur Høgni Hoydal
- Harhoff hevur skift meining