Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 184 - 25. september 2006 tíðindi Leygardagin klokkan trý fór árliga fólkaheilsurenningin av bakkastokki. Ein heilur hópur av fólki luttóku í renningini. Børnini runnu styttri, og tey góvu veruliga alt. Øll orkan varð løgd í at koma fyrst um málstrikuna FOLKAHEILSU­ RENNING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tað vóru bæði eldri og yngri fólk, sum luttóku. Summi gingu, og nøkur trillaðu. Veðrið var av tí allarfagrasta, tá ið startskotið fór. Seinni legðist eitt sindur av mjørka tó yvir Gundadal. Men hug­ lagið var gott, og fólk vóru í góðum lag, tá ið tey komu yvir mállinjuna aftanfyri skýlið vestanfyri. Robert Wilhelmsen er for­maður í rennifelagnum Bragdið, sum skipaði fyri heilsurenningini í Havn. Hann er sera væl nøgdur við tiltakið: – 700 fólk høvdu teknað seg, og 550 gjøgnumførdu renningina. Tað gekk fyri­ myndarliga væl. Vit ætlaðu at byrja rættstundis, men vit fingu eina ávaring um ein ferðslupropp við rund­koyr­ ingina við høllina á Hálsi. Tí varð starturin nakrar minuttir seinkaður, sigur Robert. Nógvir vaktir støðu á teininum og gjørdu bilfør­ ar­arnar varugar við, at ein renn­ing fór fram. Eisini vísti vaktirnir rennarunum, hvønn veg teir skuldu renna. – Uttan alt tað sjálvbodna arbeiðið, kundu vit ikki skipað fyri einum slíkum tiltakið. Tað vóru limir í Bragdinum og teirra av­varandi, sum stóðu vakt. Rørsla er týdningarmikil Robert vísir á, at ætlanin við einum slíkum tiltaki er at gera fólk meira tilvitað um teirra heilsu. – Tað var stórur áhugi fyri at máta blóðtrýst og feitt­ innihald. Ein slíkur dagur skal vera til hugna. Renn­ ingin er ikki ein kapping, men kanska kann hon fáa onkrar til at umskipa lív­ ið og gerast meira sunn­ur. Heilsurenningin setir heils­ una í hásæti, og boðskapurin er, at tað er týdningarmikið at røra seg. Vónandi fer hetta at føra við sær, at fleiri lata bilin standa og í staðin røra seg meira, sigur Robert Vil­ helmsen. Í gjár var fólka­heilsu­ renning í Runavík, har ið 197 fólk luttóku. 550 luttóku í fólkaheilsurenning í Havn Løgmaður er aftur­ komin úr USA, har ið hann hevur verið við trygdarráðnum. Har hevur hann millum annað luttikið á ST-trygdarfundi og aðalfundi. Nú verður tað tingarbeiðið, sum fer at taka tíðina hjá honum UTTANLANDSFERÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard er komin heim eftir ferð við trygdarráðnum í USA. Hann letur væl at ferðini: – Ferðin var sera góð. Skráin var øgiliga pakkað, men vit upplivdu nógv og fingu nógv at skafti. Høv­uðs­uppgávurnar var undir­skriving av semju um sjómørk og undirskriving við heimsbankan um menn­ ing­ar­hjálp á Palao. – Afturat hesum vóru sjálv­ andi eisini onnur upplivilsir. Vit fingu høvi at eygleiða setanina av einum ST-aðal­ fundi. Har vóru nógvir góðir røðarar. Kofi Annan helt eina megnarrøðu. Vit fingu eisini høvi at eygleiða fundin hjá ST-trygdarráðnum, sum er tað reela valdsforumið í ST. – Vit vóru ein túr í State Department, sum er uttanríkisráðið í USA. Har hittu vit embætismannin, sum hevur Skandinavia sum arbeiðsøki. Har fingu vit innlit í, hvørjar ætlanir teir hava við okkara øki. Hetta er kanska serliga viðkomandi, nú teir fara úr Íslandi. – Annars fingu vit heilsað uppá nógv fólk. Allir teir týðandi embætismenninir vóru til staðar, og tað var stutt millum borðini, so tað var ein góður møguleiki at koma tætt at teimum, sum taka týðandi avgerðir, sigur løgmaður. Heimafturkomin er tað ting­arbeiði, sum fer at taka meginpartin av tíðini. Eisini skal løgmaður arbeiða við málinum um at søkja lima­ skap í EFTA. Nýggj talgild skipan roynd í heilsu­ renn­ ingini Heilsu­renningin gav renni­felagnum Bragdið møguleika at royna eina nýggja talgilda skipan. Skipanin varð fyrstu ferð nýtt av felagnum Treysti til renningina í Norðoya­ tunnilinum, tá ið hann opnaði HEILSU­RENNING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Robert Vilhelm­sen, for­ maður í Bragdinum, greið­ ir frá nýggju skipanini: – Vit royndu eina nýggja talgilda skipan, har ið vit skanna nummarið inn, tá ið rennarin kemur á mál, og plasering og tíð verður skrásett. Hetta riggaði sera væl, og hesa skipanina fara vit heilt vist eisini at nýta framyvir til rennikappingar. – Vit høvdu fýra skann­ ar­ar, men vit høvdu ein­ ans tvær slúsir. Nú vita vit til næstu ferð, at vit skulu hava fýra slúsir, so at vit fáa nýtt allar skann­ ar­arnar, tí at so gongur tað nógv skjótari. Hóast hetta, gjørdist røðin ongantíð nakað nevnivert lang, so sigast má at nýggja skipanin riggar væl, og hon fer at gera arbeiðið við plasering og tíðum nógv lættari, sigur Robert. Felagið Treysti hevur ment skipanina saman við Heina Justinusen.­ Løgmaður heimafturkomin eftir væleydnaða ferð