mánadagur 25. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
9
tíðindi
Løgtingslimurin
John Johannesen
fekk høvi at vera
vitni til slóðbrótandi
ST-trygdarfund.
Fundurin verður
mettur sum eitt
týðandi stig móti friði
í Miðeystri
ST-TRYGDARFUNDUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
John Johannesen, løgtings
limur fyri Javnaðarflokkin,
er í hesum døgum í New
York við trygdarráðnum.
Hann fekk fríggjadagin
møguleikan at vera við til ein
fund hjá ST-trygdarráðnum,
sum gav eitt óvæntað gott
úrslit. Fundurin var um
spentu støðuna í miðeystri
og serliga um støðuna
millum Palestina og Ísrael.
Umboð fyri londini vóru
á fundinum, og óttast varð
frammanundan fyri, at
úrslitið ikki fór at verða
gott, tí at partarnir vóru so
langt frá hvørjum øðrum.
Men John Johannesen
var fyrstahondsvitni til, at
úrslitið av fundinum var
betri enn væntað:
–
Umboðini
tosaðu
sama mál. Hetta verður nú
umtalað sum eitt stórt stig
móti friði í Miðeystri. Báðir
partar tosaðu um virðing
fyri hvørjum øðrum, og
vóru eisini samdir um eina
tvítjóðaloysn, so at friður er
í eygsjón, sigur John.
– Fundurin verður her
yviri umtalaður sum eitt
frambrot, og eg eri sera errin
av, at eg var á hesum týðandi
fundinum, sigur John.
John Johannesen hevur á
ferðini annars sæð kendar
menn sum Kofi Annan og
George W. Bush og tosað
við týðandi menn, sum taka
stórar avgerðir.
Fyri
lestur
um
kristin
dóm í
Trongis
vági
TRÚARLÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
KFS (Kristiligur Felags
skapur fyri Skúlaungdóm)
hevur í hesi vikuni fingið
vitjan úr Danmark. Tað
er danski KFS-skrivarin
og bíbliuskúlalærarin,
Frank R. Kristensen, ið
er útbúgvin gudfrøðingur,
sum vitjar. Í sambandi
við at hann í morgin
vitjar í Suðuroynni,
hevur Frank fyrilestur í
skúlahøllini í Trongisvági
týskvøldið kl. 20. Evnið
er: “Kristindómur – ein
neyðug rættleiðing til
nútíðar menniskja?”
– Kristindómurin hevur
svar upp á teir stóru spurn
ingarnar í tilveruni, sum
menniskju í dag tíverri
hava gloymt at sett. Fokus
verður á teimum stóru
spurningunum í tilveruni,
sum t.d. “Hvør er mein
ingin við lívinum?” og
“Hvussu hugsar tú um
deyðan?” – og svarunum
hjá kristindóminum. Øll
– eisini tilkomin og eldri
– eru hjartaliga vælkomin
til hendan áhugaverda
fyrilesturin.
Tiltakið
er ókeypis, stendur í
tíðindaskrivi frá KFS-
Føroyar.
Hesa vikuna vitjar Frank
R. Kristensen annars
ymsar miðnámsskúlar
um landið, har hann
undirvísir í religión,
hevur andaktir og fundir.
Í dag skal Frank undirvísa
á studentaskúlanum á
Kambsdali, í morgin
verður hann á miðnáms
skúlanum í Vági, og hós
dagin undirvísir hann
aftur á Kambsdali og í
Hoydølum. Fríggjadagin
og leygardagin undirvísir
Frank á ungdómsleiðara
skeiðnum í Nesvík,
sum Heimamissiónsung
dómur skipar fyri saman
við KFS. Sunnudagin fer
hann aftur til Danmark
ar.
John Johannesen við á
týðandi friðarfundi
Tá ið Fagraberg
fríggjadagin
landaði eina stóra
last av kongafiski
í Fiskavirking á
Tvøroyri, høvdu
teir eitt nýtt trol
umborð. Talan er
um eitt nýliga ment
kongafiskatrol, sum
p/f Vónin hevur
framleitt. Fagraberg
tók trolið við á
hendan túrin, so at
síggjast kundi, hvussu
tað roynist
TROLVEIÐA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Rógvi Joensen er sølumaður
á Vónini, og hann letur sera
væl at hesum fyrsta túr
inum:
– Úrtøkan var sera góð, og
vit eru væl nøgdir. Vit hava
roynt í fleiri ár at menna
eitt trol, sum kann brúkast
til kongafisk, men tað skal
ein serlig tøkni til. Tey eru
sera stórmeskaði, og talan
er um løtt flótitrol. Tað er
roynt at fiska kongafisk við
svartkjaftatrolið, men tað
riggaði ikki.
Vónin ætlar sær at arbeiða
víðari við trolinum, og teir
hava ætlanir um at gera
seg galdandi á altjóða
marknaðinum.
– Íslendarar eru fremst
innan tílík trol, men vit meta,
at vit hava eitt gott trol, og vit
ætla at taka kappingina upp
og koma inn á marknaðin,
sigur Rógvi, sum sjálvur var
við Fagraberg á túrinum, har
ið trolið varð ment.
Rógvi sigur, at teir hava
fingið fleiri fyrispurningar
um nýggja trolið. Tað eru
eisini útlendingar, sum hava
sýnt áhuga fyri hesum. Hann
fegnast eisini um, at nýygja
trolið kann vera við til at
geva arbeiði í Suðuroy.
Leygardagin var nósaføð
ingardagur í høllini á Hálsi.
Øll børnini, sum hava tømt
teirra Nósa í Føroya Banka,
fingu atgongumerki til
tiltakið klokkan trý í dag.
Í høllini var hoppiborg
og onnur skemtilig tilboð.
Angela og Hannibal bjóð
aðu vælkomin. Landsliðs
málmaðurin Jákup Mikk
elsen var har og skrivaði
autografar. Meyla og
Knøttur undirhildu. Eisini
var ymiskt til matna, og
ballónir vóru ríkiligt av.
Sí
myndatema
frá
nósaføðingardegnum á
portal.fo.
- heinik
Nósaføðingar-
dagur í Havn
Nógv fólk vóru til Nósaføðingardag í høllini á Hálsi
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
John Johannesen,
løgtingslimur fyri
Javnaðarflokkin, er í hesum
døgum í New York við
trygdarráðnum
Tá ið Fagraberg fríggjadagin landaði eina stóra last av kongafiski í Fiskavirking á Tvøroyri, høvdu teir eitt nýtt kongafiskatrol
umborð. Fagraberg royndi nýggja trolið, sum p/f Vónin hevur ment
Vónin ment nýtt
kongafiskatrol