mánadagur 25. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 184 - 25. september 2006
Neyvan nakran dag á árinum er høvi at síggja so mong
andlit úr føroyska vinnulívinum savnað á einum stað
sum á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum. Hetta
afturvendandi tiltakið er komið fyri at vera og gott
tað sama, tí her er talan um eitt bæði spennandi
og gott tiltak. Vinnulívsfólk úr øllum landinum
og umboðandi allar hugsandi vinnur seta hvørjum
øðrum stevnu henda dagin í september. Umframt at
hoyra fleiri áhugaverdar fyrilestrar er hesin dagurin
eisini gott høvi at hitta starvsfelagarar – tosa um tað
farandi og tað komandi. Eingin ivi um at her verða
eisini bygdar brýr og hvør veit, kanska eisini brotið
upp úr nýggjum.
Kjarnan í vinnudegnum er kjósanin av besta virkin
um í Føroyum. Og hesaferð tók dómsnevndin
tí skilagóðu avgerð at lata stóra og fjølbroytta
reiðaríinum Thor í Hósvík henda heiður. Talan er
um eitt reiðaravirki, sum støðugt hevur brotið upp
úr nýggjum. Tað hevur lagt seg eftir ótraditionellum
fiskasløgum og fiskileiðum við góðum úrsliti, og
hevur um somu tíð við hegni differentierað sítt
virksemi til eisini at fevna um tænastur innan
oljuleiting, har tað veitir hjálpar¬skipatænastur til
frálandavinnuna í 50 londum kring allan knøttin
(Evropa, Asia, Suður- og NorðurAmerika og Afrika)
sigur dómsnevndin.
Eingin ivi um at hetta var eitt gott val. Thor hevur
víst føroyingum, at tað ber til at fáa lønandi virksemi
við øðrum enn bert fiski og tað í útlandinum eisini.
Vit vilja ynskja øllum starvsfólkinum hjá Thor
hjartaliga tillukku eins og Vinnuhúsinum góða
eydnu við framtíðar tiltøkum.
Umframt at kjósa besta virkið var aftur hesaferð
valt út fyritøka, sum fekk heiðurin “Ársins Átak, og
hesaferð fall valið á blaðið Vinnuvitan. Í niðurstøðu
síni leggur dómsnevndin dent á týdningin, at tað
finst eitt blað í Føroyum, sum burturav tekur sær
av vinnulívstilfarinum. Vit vilja eisini ynskja starvs
feløgunum á Vinnuvitan tillukku við heiðurinum,
sum vónandi eisini kann virka kveikjandi fyri
restina av pressuni, soleiðis at eisini tíðindabløðini,
sum koma út hvønn gerandisdag, fara at gera meira
burtur úr vinnulívinum. Sosialurin og Miðlahúsið
fara í framtíðini at bjóða seg fram at viðgera vinnuna
meira miðvíst við ymsum átøkum í blaðnum og í
húsinum. Karmarnir her eru góðir til bæði at menna
og byggja brýr – eitt nú millum vinnu og mentan
– t.d. við positivum upplivingum.
Sosialurin
Vinnudagur eitt gott tiltak
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tann, sum fylgir tað allar
minsta við, veit, at føroyski
borgarin verður meira og
meira rættarleysur og er víst
á hetta í nógvum greinum í
FF-blaðnum, sum finnast
á okkara heimasíðu, www.
fiskimannafelag.fo
har
eisini henda grein verður
løgd inn..
Rættartilvitanin í politisku
og almennu politisku skip
anini versnar so líðandi.
Afturat hesum kemur, at
tað finst eingin politikkur
viðvíkjandi
rættartrygd.
Tað finnast ongar skipaðar
mannagongdir fyri hvussu
mál skulu avgreiðast, og øll
sum hava makt, gera stórt
sæð, sum tey vilja, uttan
at nakar setur nakað upp
á pláss.
Tískil er borgarin á ”herr
ens mark”, sum tað eitur.
Søgan um Páll
Tað seinasta dømi um hetta
er søgan um Páll. 19. oktober
komandi kundi hann havt
25 ára starvsdag sum lær
ari á Maskinmeistaraskúl
anum, ella sum tað nú eitur
Vinnuháskúlanum.
Tá plaga menn at verða
heiðraðir fyri trúfesti í
arbeiðinum. Men hetta ætl
ar stjórin ikki skal henda.
Hann vil varpa Páll út av
skúlanum longu 1. oktober
nærum sum ein brotsmann.
Orsøkin skal vera illoyali
tetur móti arbeiðsplássi og
starvsfelaga.
Hendan
metingin
av
Páll er beint mótsett av tí
skoðsmáli, sum fyrrverandi
stjóri á Maskinmeistara
skúlanum Magnus Simon
sen gevur Páll, sum hann
hevur samstarvað við í
mong ár og eisini hevur
havt sum næming.
Magnus sigur í samband
við aktuella málið:
Loyvi mær eisini at siga,
at eg eri so skelkaður, sum
nakað menniskja kann blíva
tað, av tí viðferð, sum Páll
hevur fingið. Eg var stjóri
hjá Páll alla tíð, meðan
eg var á skúlanum. Skúlin
(skúlastjórin og lærararnir)
kendi altíð ein tryggleika
at líta Páll uppgávur upp í
hendur, tí hann hevur roynst
at vera ein álítandi trúfast
ur maður, sum er dúgligur
til altíð at gera tað, hann
verður biðin um. Hansara
partur
hevur
ongantíð
ligið eftir, tá tað hevur
verið talan um at menna
skúlan. Tá hann nú við
sínum likamliga veikleika
verður soleiðis viðfarin,
sum skjótt alt Føroya fólk
veit um, tá má eg siga,
at eg eri skelkaður inn at
sálini. Góðu tit, sum hava
ábyrgd og avgerðarrætt:
Biðið Páll um treytaleysa
umbering fyri ta viðferð, tit
hava givið honum, eftir at
hann í skjótt 25 ár í trúfesti
hevur tænt Maskinmeistara
skúlanum
Óli
Jacobsen
Søgan um Páll:
Rættartrygdin hjá borgarunum í fríum falli
Framhald á næstu síðu
Ein treytaleys umbering
til Hans Paula Samuelsen,
Ronnie Samuelsen og
felagið, EB/Streymur
Í hósdagsútgávu okkara í farnu
viku tók yvirritaði eitt mál til
viðgerðar, sum - ikki óvæntað
- vísti seg sera eldfimt. Nevn
liga rasismu innan føroyska
fótbóltsheimin.
Útgangsstøði fyri greinunum
um evnið var, at Alex José Dos
Santos úr B36 tók til orðanna
móti einum fyribrigdi, sum
hann hevur kent seg sum offur
fyri stóran part av tíðini, sum
hann hevur verið í Føroyum.
Tað vil siga tíðini, sum hann
hevur verið á fótbóltsvøllinum
í Føroyum, tí í aðrar mátar
leggur hann dent á, at hetta ikki
hevur verið ein trupulleiki.
Frá fólki í og kring felagið,
EB/Streymur, havi eg fingið
fleiri ábreiðslur fyri, at greinin
tók útgangsstøði í dystinum
á Eiði - herundir serstakliga
tveimum spælarum. Og er tað
so, at lesarin hevur uppfatað
greinina sum eitt álop móti EB/
Streymi ella tess spælarum, vil
eg staðiliga rudda allar mis
skiljingar av vegnum.
Endamálið við at seta hol
á hetta evnið var at varpa ljós
á ein trupulleika, sum eftir
øllum at døma hevur ligið
alt ov væl fjaldur í føroyska
fótbóltsheiminum. Er hetta
uppfatað so, at talan er um
serstakt fyribrigdi við vøllin á
Mølini, er hetta misskilt.
At eg sum blaðmaður
kortini valdi at seta navn á
tveir spælarar, sum sambært
Alex høvdu verið partur av
hesum, hevur víst seg sum ein
skeiv meting frá mínari síðu.
Endamálið við skrivingini
var alla tíðina at seta fokus á
trupulleikan, og ikki at heingja
nakran persón út. Í einum
somikið kenslubornum máli
er tað av alstórum týdningi,
at orðini verða rætt vigað, og
eg má ásanna, at tað havi eg
ikki megnað nóg væl í hesum
førinum.
Í greinini vóru brøðurnir
Ronnie og Hans Pauli Sam
uelsen úr EB/Streymi, nevndir
sum tveir av spælarunum, sum
Alex José Dos Santos segði
seg verða niðraðan av, í fyrra
hálvfinaludystinum á Eiði í
farnu viku.
Hetta eru sera álvarsligar
ákærur at seta fram, og tá
eg ikki havi prógv fyri at
hesar ákærur eru sannar, og
Ronnie og Hans Pauli hartil
harðliga afturvísa at teirra
ákoyringar móti Alex José Dos
Santos hevði nakað sum helst
samband við uppruna ella
húðarlit, men harafturímóti
við framferðarhátt hansara
móti einum av EB/Streyma
leikarunum, vil eg hervið
biðja teir og EB/Streym um
eina treytaleysa umbering.
Greinin var bygd á óítøki
ligar pástandir frá einum
leikara, sum kunnu verða
sera torførar at afturvísa frá
mótpartinum. Tá slík álvarslig
grein verður skrivað, eigur
útgangsstøðið at vera ítøkiligt,
har báðir partar hava javnbjóðis
møguleika at koma til orðana.
Ein annar háttur er eisini at
taka trupulleikan upp sum
ein generellan trupulleika, og
tá eigur úttalilsi frá einum
leikara um ein einstakan dyst
ikki at liggja til grundarlag
fyri greinini.
Vónandi eru EB/Streymur
og umtalaðu leikararnir ikki
settir í ringt ljós av greinini,
tí hetta var ongan tíð ætlanin.
Og eg havi heldur ongar
ábendingar um at EB/Streymur
og leikarar tess á nakran hátt
eru ørvísi enn onnur feløg og
aðrir leikarar.
Eftir er at vóna, at hond
nú verður tikið um sjálvan
trupulleikan
av
teimum,
sum onkursvegna varða av
føroyskum fótbólti. Vit eiga
øll eina medábyrgd av, at
spælið verður verandi spæl,
heldur enn ein leikpallur, har
alt er loyvt.
Um rasismu í fótbólti
Ítróttarskrivari
Jákup
Mørk