mánadagur 25. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
11
tíðindi
Tað er nógv nýtt, og er
tí eisini eitt rættiliga væl
kent fyribrygdi, nevniliga
at ein flytur orðaskiftið yvir
á persónliga bógvin, tá ein
hevur tikið botn fakliga. Og
nú tað snýr seg um bútilboð
til menningartarnað, jú, so
roynir landsstýrismaðurin
enn eina ferð at seta mín
persón í ringt ljós, held
ur enn at siga sum er.
Onkuntíð tá eg havi víst
á okkurt Almannastovuni
viðvíkjandi,
gongur
HPS runt og sigur starvs
feløgum og øðrum, at
Finnur hevur trupulleikar
og undirlutakenslur í mun
til Almannastovuna. Nú
tað snýr seg um menningar
tarnað, er Finnur illsintur.
Men ynskir Hans Pauli
at verða viðgjørdur á per
sónliga bógnum, so er tað
í hvussu er ikki til hansara
fyrimuns. Eri eg illsintur,
so er Hans Pauli Strøm ein
óstýriligur beserkur. Tað er
heldur reglan enn undan
takið, at landsstýrismaðurin
situr saman bitin og starir
niður í borðið, tá hansara
mál verða viðgjørd í ting
inum. Blommureyði roðin,
sum spakuliga breiðir seg
um allan heysin, avdúkar
sinnisstøðuna hjá mann
inum. Og tá hann so trínur
pallin, sær tú eina tomat við
flúgvaraoyrum, við eygum
sum ikki duga at fanga fokus.
Tú sær, hvussu hann berjist
fyri at halda beserkinum
innanborða. Hetta kann
tykjast eitt sindur ógvusligt
viðhvørt, tá beserkurin er
so stórur í klæntrasliga
kroppinum. Alt ofta bert
tí onkur er ósamdur við
honum í onkrum. Nokk eri
eg illsintur, men eg komi
ikki Hans Paula Strøm til
knýggja tí viðvíkjandi.
Eitt er at vera illsintur,
men sigur man so eisini
ósatt omaná, tá kunnu tosa
um ein, ikki bara óhepnan,
men sanniliga eisini vanda
miklan, cocktail. Ikki minst
um vit tosa um persón, sum
situr í landsstýrismanna
sessi.
Ósannindir og
skeivleikar
Tað mest ótrúliga við
Hans Paula Strøm er, at
er hann fyrst fangaður í at
mistaka seg, so ger hann
tað bara í dupult mát næstu
ferð. Dømi um hetta er
frítíðarskúlin á Tvøroyri,
málið um miðnámsskúlan/
ellisheimið í Vági, málið
um játtanir til ellis- og røkt
arheimspláss,
hagtølini
fyri tørvi á ellis- og røktar
heimsplássum, tá hann á
skrift bar fram hóttanir
og ákærur móti løgtings
skrivstovuni og trivnað
arnevndini
í
málinum
úm
Barnaverndarlógina,
málið viðvíkjandi serdags
stovninum á Argjum og
nú hetta málið. Bert fyri
at nevna nøkur. Men tað
er kanska ikki so løgið,
at landsstýrismaðurin nýtur
slíka framferð. Hann hevur
funnið út av, at løgmaðurin
hevur givið honum ein
blankokekk soleiðis, at
hann kann gera snøgt sagt
tað, honum lystir, einki fær
avleiðingar fyri hansara
landsstýrismannastarv. Øll
oman fyri nevndu málini
skuldu sjálvsagt havt elvt
til, at løgmaður segði Hans
Paula Strøm úr starvi, men
ikki ein gang summurin av
øllum teimum fær løgmann
til so mikið sum at lyfta aðra
eygnabrúnna. Hans Pauli
veit tí, at hann er friðaður
í flokki C, og kann hann
tí fyrilitarleyst siga tað,
sum í løtuni er best at siga
ella svara tingmonnum og
øðrum. Hesin løgmaðurin
hevur eins og undanfarni,
ikki stóru trupulleikarnar av
at siga landsstýrismonnum
úr øðrum flokkum úr starvi,
men loypur ketan av, tá tað
kemur til eins egna flokk.
Og hevur hesin hugburður
bjargað Hans Paula Strøm
meira enn eina ferð.
Í tinginum mikudagin bar
Hans Pauli Strøm fram bæði
ósannindi og skeivleikar, tá
eg spurdi hann um, hví
nøkur
menningartarnað
skuldu flyta aftur á Eirar
garð. Eg vísi á hesar skeiv
leikar og ósannindi í lesara
brævi dagin eftir, men hvat
ger HPS, jú, hann leggur
eftir mær persónliga og
kallar meg illsintan lygnara
í yvirskriftini. Fólk, sum
halda seg hava óavmarkað
vald, tey kenna sjaldan
mørkini.
Prógvini fyriliggja
Eg ætli mær tó ikki enn
eina ferð at greiða Føroya
fólki frá, hvussu lands
stýrismaðurin hevur sagt
ósatt og somuleiðis vill
leitt tingið. Eg fari ein
falt at leggja prógvini á
borðið. Prógvini finni eg
í upptøkunum av øllum tí,
sum verður sagt í tinginum.
Lesarin skal her sleppa at
lesa eina beinleiðis avskrift
av teimum ósannindum og
skeivleikum, sum HPS bar
fram henda dagin.
Fyrstu ferð landsstýris
maðurin tók orðið í málin
um,
segði
hann
m.a.
soleiðis: ...Í samband við
at Serstovnadeildin tók
avgerðina um at flyta
búfólkini aftur á Eirargarð,
varð
málið
sent
til
hoyringar hjá avvarðandi,
starvsfólkum og fakfelag
teirra. Og tá freistin var úti
(ígjar) var einki hoyrings
svar innkomið. Og eingin,
sum málið snýr seg um,
hevur sett seg upp móti
avgerðini.
Her sigur landsstýris
maðurin ósatt, tí álitis
fólkið á stovninum bar
eitt hoyringssvar út á
Serstovnadeildina
og
avleveraði tað har dagin
fyri, at freistin var úti. Í
hoyringssvarinum stendur,
at langt frá øll taka undir
við avgerðini, um at flyta
búfólkini út á Eirargarð.
Aðru ferð landsstýris
maðurin
tekur
orðið,
sigur hann millum annað,
at kvaliteturin á teimum
sambýlunum, sum eru, er
ónøktandi.
Triðju ferð hann tekur
orðið, sigur hann m.a.:
...fari at biðja spyrjaran
lesa grein í onkrum fak
blaði,
sum
fyrrverandi
leiðari á Serstovnadeildini
skrivaði fáar mánaðar, eftir
at eg(HPS) bleiv lands
stýrismaður. Høvuðsákæran
hjá greinaskrivaranum var,
at man hevði fingið sam
býli, sambýli, sambýli...og
at hesi vóru lappaloysnir,
lappaloysnir, lappaloysnir...
Hans Pauli Strøm segði við
hesum, at øll sambýlini
vóru lappaloysnir, og merk
ir tað, at hann kolldømdi
øll sambýlini.. Leggja vit
so tað saman við orðini,
hann segði í øðrum umfari,
nevniliga,
at
kvalitet
urin á sambýlunum er
ónøktandi, kann nakar so
vera í iva, um hvat lands
stýrismaðurin segði. At
hann so eisini hugleiddi
um eitt meira varierað
bústaðartilboð reingir einki
við tann veruleikan, at hann
kolldømdi øll sambýlini. At
tað so var illsinnið, sum
kanska tók ræðið á honum,
og at hann tí tók nakað
rívan til, tað er so ein onnur
søga.
Hampuligt betri enn
vánaligt
Nú eru ikki øll, sum
vara av bústovninum við
Sundsvegin, samd um, at
tað er nøkur vanlukka, at
fýra búfólk verða flutt út
aftur á Eirargarð. Hetta
bæði tá tað snýr seg um
starvsfólk og avvarðandi.
Onkur teirra hevur sagt við
undirritaða, at tey halda at
Eirargarður er betri loysn
enn Sundsvegur. Grund
gevingin er hvørjaferð,
at fysisku karmarnir eru
betri. Tað sigur seg sjálvt,
at letur tú fólk búgva og
starvast undir vánaligum
og óvirðiligum umstøðum
nóg leingi, so vilja hesi
fólk, fyrr ella seinni, taka
ímóti so at siga øllum
við útrøttum ørmum, bert
talan er um onkra betring.
Hevði eg eina fyritøku,
og eg lat ein av seljarum
mínum koyra runt í einum
20 ára gomlum bili, so
hevði sami seljari við gleði
tikið ímóti einum 12 ára
gomlum, tí hesin uttan iva
var í betri standi. Men tað
er neyvan gott fyri nakað,
at ein stjóri letur seljara
koyra runt til kundarnar
í einum 12 ára gomlum
bili.
Hevur
avvarðandi
leiðsla frá byrjan verið
greið yvir, at viðurskiftini
við Sundsvegin vóru út
av lagi, er tað álvarsligt
og meira enn átaluvert, at
engin hevur gjørt nakað
við trupulleikan. Nevniliga
at syrgja fyri, at búfólkini
fingu
meira
hóskandi
bústað. Henda misgerðin
verður ikki gottgjørd, við
at fólkini nú verða flutt út
á Eirargarð. Heldur verður
misgerðin sett í perspektiv.
Tað er ikki gott nokk ella
ílagi, at landsstýrismaðurin
góðtekur, at menningar
tarnað verða flutt úr sambýli
út aftur á Eirargarð, sjálvt
um tað møguliga er talan
um fyribils loysn. Hvørki
menningartarnað
ella
sinnisjúk eiga at búgva har
úti. So er tað sagt. Loysnin
á tí trupulleikanum er at
finna ella byggja egnað hús
til endamálið. Loysnin er
IKKI at flyta búfólkini út
aftur á Eirargarð. Hampuligt
er
vanliga
betur
enn
vánaligt. Men hampuligt er
ikki gott nokk til okkara
menningartarnaðu 2006.
Ráð míni til Hans Paula
Strøm eru: Halt teg til málið
næstu ferð, tað tænir øllum,
eisini tær, betur.
Sjálvur kenni eg nógv
fólk, sum hava verið knýtt
at skúlanum, og sum geva
Páll sama ummæli.
Tað er kanska leiðsluni,
tað er galið við!
Spurningurin er so, hvussu
tað kann bera til, at ein
lærari, sum fær eitt slíkt
ummæli frá fyrrverandi
stjóra, sum hann hevur
arbeitt saman við í 16 ár,
nú skal blakast út av sínum
arbeiðsplássi í vanæru.
Tað er eingin ivi um, at
hetta hevur samband við
nýggju leiðsluni á skúl
anum, sum tók við fyri
tveimum árum síðani.
Sum tað skilst, er hon
fullkomiliga blottað fyri
samstarvs-
og
leiðslu
eginleikar, sum tað eisini
er komið fram í bløðunum.
Hetta skapar í sær sjálvum
ótryggleika á skúlanum.
Men tað mest ódámliga er, at
hjá hesi leiðslu finst eingin
feril av menniskjansligum
atliti.
Páll er komin fyri teirri
vanlagnu at vera sjúkur í
eygunum. Hetta hevur ført
til longri sjúkralegur og
fráverur.
Fyri at verja restina av
sjónini ráddi læknin honum
til at biðja um at sleppa
at arbeiða niðursetta tíð.
Einhvør leiðsla á einum
arbeiðsplássi vildi staðið
á høvdinum fyri at ging
ið einum slíkum ynski á
møti í stundini. Bæði av
menniskjansligum orsøk
um, men eisini tí, at hetta
vildi verið í samsvar við
einhvønn starvsfólkapoli
tikk. Hjá tí almenna skuldi
hetta eisini verið í samsvar
við politikk fyri fólk við
skerdum førleika. Tað er
eisini váttað frá fleiri síðum,
at henda umbøn væl hevði
kunnað verið játtað uttan
hetta skapti trupulleikar
fyri skúlan.
Men eitt slíkt menn
iskjansligt atlit avvísti leiðsl
an á Vinnuháskúlanum
at vísa. Hon royndi sum
longst at nokta fyri hesi
umbøn, og tá hon meira
ella minni varð kroyst til
tess, fekk Páll hetta aftur í
aðrari smáligheit, sum hann
annars hevði notið ríkiligt
av frammanundan.
Páll hevur tann eginleika,
at hann sigur sína hugsan,
og hetta er tað ringasta ein
kann gera í hesum landinum,
og sum tað skilst ikki minst
á Vinnuháskúlanum. Páll
heldur, at somu reglur skulu
galda fyri øll starvsfólk,
og hetta er grundin til tað
innlit, sum hann hevur
biðið um fyri at fáa greiðu
á mannagongdini við eftir
útbúgving av lærarum.
Tað tykist greitt, at tá hetta
er komið so vítt, er tað eisini
ein avleiðing av ”vi alene
vide” leiðsluhugburðinum
á skúlanum. Har fólk kenna
seg vird á sínum arbeiðs
plássi, hevði hetta neyvan
verið hent.
Jógvan hevur ábyrgdina
Sum tað skilst hevur stjórin
bert bíðað eftir einum
páskoti fyri at sleppa av við
Páll. Eitt páskot, sum tað
vísir seg nú einki at vera vert
samb. landsstýrimanninum.
Tað er kortini eingin ivi um,
at tað er Jógvan á Lakjuni,
ið sum landsstýrismaður
hevur evstu ábyrgdina av,
hvat ið hendir við Páll.
Tað er hann, sum hevur
sett stjóran við hansara
leiðsluhugburði, sum ikki
kann hava verið ókendur
fyri landsstýrismannin.
Vit eru fleiri sum fylgja
við, hvat ið fer at henda á
hesum máli, har umdømið
og autoriteturin hjá lands
stýrismanninum
stendur
upp á spæl.
Men vit sum kenna Jógv
an hava framvegis tað álit
á honum, at hetta mál ikki
kemur so vítt, sum tað ligg
ur í kortunum í løtuni.
Umdømið hjá Vinnuhá
skúlanum stendur eisini
uppá spæl.
Men hetta verður eisini
ein falliterklering fyri ta
leiðslu á Vinnuháskúlanum,
sum ikki kann takla eitt
starvsfólkamál á øðrvísi
hátt enn tað er sett út í
kortið.
Um tað eydnast stjóran
um at blaka ein av teimum
mest royndu og best um
tóktu lærarunum út á hes
um grundarlagnum, vil
hetta vera fullkomiliga oyði
leggjandi fyri umdømi skúl
ans. Tað er nóg illa farið
sum er. Men hendir hetta,
vendist ikki aftur.
Hetta skulu sovæl stjóri
sum
landsstýrismaðurin
verða greiðir yvir!
Persónlig álop fjala ikki veruleikan
løgtingsmaður
Finnur
Helmsdal
Skattakærunevndin:
Upplýsingar
frá kærara
ongan
týdning í
málsviðgerð!
Í seinasta FF-blað greiddu
vit frá, at vit ikki høvdu
fingið svar frá skattakæru
nevndini upp á okkara
umbøn, at eitt skattamál
viðvíkjandi skatting av
kosti hjá fiskimonnum varð
tikið uppaftur grundað ein
hóp av nýggjum tilfari,
sum vit høvdu útvegað í
málinum.
Svarið
kom
kortini
sama dagin, sum blaðið
varð prentað. Hetta svar
er søguligt í føroyska løg
søgu. Tað var nevniliga, at
tað ger tað sama, hvussu
eitt mál verður upplýst
fyri nevndini. Niðurstøðan
verður kortini tann sama!
Sagt verður orðarætt:
Tá tulkingin og máls
viðgerðin hjá Toll- og
Skattstovu Føroya í øllum
førum síðani miðskeiðis
í 90-unum er í samsvar
við hesa áskoðan, eru
nýggju upplýsingarnar
frá kæraranum, sum lýsa,
hvussu siðvenjan hevur
verið fyrr, ikki av týdningi
fyri avgerðina.
Tilfarið, vit hava útveg
að nevndini, er um sið
venju síðan 1953, sum
er útilokað frá málsvið
gerðini, so nevndin kundi
fáa “grundarlag” fyri at
staðfesta eina sera ivasama
lógartulking, sum Toll og
Skatt ger meira enn 40 ár
seinni.
Hetta er nýtt met í skip
aðum rættarloysi. Lesast
kann um málið á okkara
heimasíðu:
www.fiskimannafelag.fo
Óli
Jacobsen
Framhald av síðu 10