Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 184 - 25. september 2006 Loftið á Margarin­ fabrikkini er á einum vegamóti. Fyrrverandi leiðarin, Karl Anton Klein, legði árarnar inn herfyri, og hetta merkti sjálvsagt, at onkur annar mátti taka við starvinum sum leiðari í Margarinfabrikkini Venjingarhøli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Í nógv ár hevur ovasta hædd­ in á Margarinfabrikkini verið nýtt til venjingarhølir hjá tónleikabólkum í Havnini. Margarinfabrikkin hevur havt ein ómetaligan stóran týdning fyri ungdómin í Havnini. Miðhæddin hevur verið nýtt sum ungdómshús, og ovara hæddin hevur verið nýtt til venjingarhøli til tónleikabólkar og til undirvísing í tónleiki. Vegamót Dagligi leiðarin og eldsálin Karl Anton Klein hevur staðið fyri staðnum og hevur verið ímyndin av loftinum á Margarinfabrikkini. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði fyri ungdómin sum ferðaðist í Margarinfabrikkini, og hevur verið ein hollur stuðul hjá mongum tónleikabólki. Nú er Karl Anton Farin, og nógv vóru tey, sum stúrdu fyri, at við hesum fór Margarinfabrikkin ikki longur at hýsa tón­ leikabólkum. Karl Anton Klein hevði eitt felag, sum varð rópt ART (Áhugafelag Rokk tónleika), og hetta felag leigaði loftið í Margarinfabrikkini frá Bý­ráðnum. Men tá ið Karl Anton fór, fór felagið ART eisini við honum. Tískil vóru tað nøkur, ið vóru bangin fyri, at tón­ leikabólkar ikki longur fingu innivist á loftinum í Margarinfabrikkini. Býráðið kemur aftur í myndina Men maður kemur í mans stað. Bogi Andreasen er maðurin, sum skal taka yvir í Margarinfabrikkini. Hann er frammanundan dagligur leiðari í Virkishúsinum fyri børn og ung, sum held­ur til í mið­hædd­ini í Margarin­ fabrikkini. Afturat sær hevur hann fingið Sámal Rasmussen at hjálpa sær. Sámal er ein sjónligur figurur í tónleikalívinum í Havnini. Umframt at verða umboðsmaður hjá popp/ rokkbólkinum Lama Sea, so brennir hann fyri at menna tað kreativa, tónlistarliga umhvørvi í Havnini. Men hvussu fer tað at merkjast, at Bogi Andreasen fer at hava báðar hæddirnar um hendi? - Eg fari ongantíð at undir­ meta týdningin av venj­ingar­ høl­un­um í Margarin­­fabrikk­ ini. Vit hava sæð, hvussu tónleikurin hevur blómað í Margarinfabrikkini, og vit vilja framhaldandi hava Margarinfabrikkina at vera eitt kreativt miðpunkt í Havn. Tá ið Prix Føroyar hevur verið, hava vit sæð, hvussu nógvur góður tón­ leikur hevur verið skaptur á Margarinfakrikkini, og vit vilja sjálvandi halda áfram at geva tónleikabólkunum so góðar sømdir sum til ber, sigur Bogi. Ikki kollveltandi broytingar – Vit fara at leggja okk­ um eftir at reka Margarin­ fabrikkina í tí anda, sum hon varð rikin eftir áðrenn eg kom til. Sostatt verða tað ikki tær stóru broyt­ing­ar­ nar við lívinum í Margarin­ fabrikkuni. Tónleikabólkar sum venja har, sleppa at halda áfram at venja har. - Hin vegin, so fara vit at royna at leggja alt í eina fastari legu. Vit hava gjørt sáttmálar við bólkarnar, sum greitt lýsir teirra skyld­ ur og rættindi. Eisini vilja vit royna at gera tað eitt sindur meiri hugnaligt har niðri. Vit hava sett okkum fyri at hava nakrar sofur og eitt sofaborð soleiðis at tónleikarirnir kunnu savnast um ein kaffimunn av og á. Sostatt kunnu tónleikarirnir koma hvørjum meira við. Amatør pallur Í framtíðini verður tættari samstarv millum hæddirnar báðar. Í miðhæddini er ein pallur og útgerð sum saktans kann hýsa konsertum. Hetta ætla Bogi og hansara hjálparmaður Sámal at gera sær dælt av. - Vit ætla at hava eitt tættari samband millum hædd­irnar. Og tískil er tað upplagt, at vit lata bólkarnar sleppa at spæla konsertir í miðhæddini. Tónleikarar vísa ofta á, at tørvur er á spælistøðum í Havnini. Men við hesum pallinum, kunnu vit loyva bólkum at spæla konsertir í góðum um­støðum. Sostatt kann mið­hæddin eisini nýtast sum ein amatør pallur, fyri bólkarnar sum halda til í Margarinfabrikkini. Sámal Rasmussen tekur sær av skipa fyri konsertum í Margarinfabrikkini, um­ framt at virka sum sam­skip­ ari av hølunum. Útboðið er ikki í trá við eftirspurningin Tá ið eg spyrji Boga, um útboðið av venjingarhølum er í trá við eftirspurningin, er hann skjótur at svara. - Útboðið er alt ov lítið. Vit hava slettis ikki nóg nógv hølir tøk, og hetta harmast vit um. Hetta er nakað vit mugu taka upp við Býráðið í framtíðini. Men sum nú er, so er tað eitt kø-system sum koyrir. Vit fara at gera ein lista, sum bólkar kunnu skriva seg uppá. Tá ið ein bólkur so sigur sítt venjingarhøli frá sær, kann ein annar koma inn. Tá verður tað tann bólkurin sum stend­ ur ovast á listanum sum sleppur framat. Um onk­ ur hevur spurningar hes­ um viðvíkjandi, so kann viðkomandi seta seg í sam­ band við meg á bogi@ torshavn.fo . Við tað, at bólkar venda sær til okkara, og vísa á sín tørv, kunnu vit staðfesta tann veruliga tørvin yvirfyri teimum røttu myndugleikunum, sig­ ur Bogi at enda. Tónleikurin eigur enn innivist í Margarinfabrikkini Bogi Andreasen vissar at tónleikurin enn er á breddanum í loftinum á Margarinfabrikkini Mynd: Jens Kristian Vang Maria Guttesen gav í summar út fyrstu fløguna sum einstaklingur í 12 ár, nú tykjast danskir ummælarar at hava tikið fløguna til sín Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fløguummælarin hjá Alt For Damerne hevur fingið hendur á nýggjastu fløguni hjá Mariu Guttesen, og fløgan verður nú ummæld í blaðnum. Hon fær 4 av seks stjørnum og nógvar rósur. - Tað er líka við, at tú hoyrir tað føroyska landslagi í røddini hjá Mariu Guttesen – ella kanska tað íslendska, tí eingin ivi er um, at før­ oyska songkvinnan úr År­hus hevur lurtað eftir síni íslendska starvsfelaga Bjørk, skrivar ummælarin millum annað. - Maria Guttesen: Live er nærverandi og kensluborið. Mesta nervan hevur lagið “Frá Mammu”, sum er ein­ asta lagið ,sum er á móður­ málinum, endar ummælarin við at skriva. Eisini Jydske Vestkysten hevur ummælt Maria Gutte­ sen – Live og har er sama skoðsmál, fýra av seks stjørnum. Fløgan fær fleiri rósur á vegnum, og sagt verður, at hon er full av sál og góðsku. Serliga verða løgini Luckily og Magic To Be Two tikin fram sum góð, meðan lagið I’m To Happy verður mett, í síni heilt egnu stillu tilveru at rúma tað Kierkegaardska dramaði, um hvar íblástur birtist úr gleði ella longsli. Ummælarin sigur, at hann vil ikki meta um, hvar Maria fær sín íblástur, men bara at hetta er eitt gott stað. Maria Guttesen fær jalig ummæli í Danmark