Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2006 13 Jastrid Østerø andaðist á Klaksvíkar Sjúrkshúsi fríggjadagin, 64 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum heim í Christianskirkjuna í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 13.30. Tey, sum vilja minnast Jastrid kunnu lata eina gávu til KFUM og K í Klaksvík. Konto í Norðoya Sparikassa. John Hjelm, ættaður úr Vági, búsitandi í Rødovre, andaðist leygardagin 23. september, 68 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá góði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Jósup Henriksen Sørvágur andaðist og varð jarðaður. Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til Sørvágs kirkju. Tøkk til David Johannesen, prest, og Jóhann Henriksen fyri góð orð, í kirkju og kapellinum. Takk til sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum, og til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Katrin, Jóannes, Sigrið, Tummas og Bárður Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Kathrina N. Zachariassen ættað úr Streymnesi búsitandi í Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk til Bergur Debes Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til heimasjúkrasystrarnar og tykkum, ið vitjaðu hana á sjúkralegu hennara. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til í samband við jarðarferðina og við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir og til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Jákup og Grækaris v/familju Lena L. Mohr hevur tikið við sum nýggjur stjóri í sam­skiftisvirkinum Sansum. Hon verður javnsettur stjóri saman við Høgna Ras­mus­ sen. Lena L. Mohr er útbúgvin cand. negot, sum er ein máls­-lig og búskaparlig útbúgv­ing, har dentur verður lagdur á samráðingar. Lena skriv­aði høvuðsuppgávu um Danfoss og er serkøn í samskifti millum kyn og samráðingum millum starvs­ fólk og leiðslu. Tað er komið Lenu væl við í hennari starvi. Lena byrjaði á Sansum eftir lokna útbúgving í 2001 og kom longu í 2002 við í leiðslubólkin. Hon hevur verið ráðgevi í marknaðarføring og sam­skifti og hevur havt ábyrgd­ina av nøkrum av høvuðskundum felagsins. Í almenninginum er Lena L. Mohr mest kend fyri, at hon saman við øðrum á Sansum tók stig til blaðið Kvinnu, har hon hevur verið blaðstjóri, síðan fyrsta blaðið kom út í november 2004. Hon heldur fram sum blaðstjóri, nú hon verður stjóri á Sansum. Sansir varð stovnað í 1997 sum eitt reklamuvirki. Í dag fevnir virksemið um mangt annað; høvuðsuppgávan er at framleiða kunning og markn­ aðarføring, sum er grundfest í mentanini hjá virkj­um, stovn­um og fel­øg­um. Nýggja heimasíðu­skipanin Sansir. net er ein umráðandi partur av virkseminum. Lena L. Mohr hevur verið við til at ment Sans­ ir til eina altjóða fyri­tøku. Starvsfólkatalið er tví­ faldað eftir tveimum ár­um, ein deild er latin upp í Keypmannahavn, og starvs­ fólk búleikast eisini í øðrum londum. Í dag starvast um­leið 30 fólk á Sansum. Lena L. Mohr, sum er 37 ára gomul, er úr Fuglafirði og er dóttur Randi og Mein­ hardt Mohr. Sansir hava fingið nýggjan stjóra Hósdagin 21. september fingu tríggir næmingar al­tjóða­góðkent prógv sum kav­arar frá kavaraskúlanum Faroe Dive. Næmingarnir hava staðið royndir í ástøði og praktiskari kaving bæði í svimjihøll og ikki minst í sjónum. Onkur av næmingunum hava verið so hugtiknir av heiminum í sjónum, at teir hava ætlanir um at útbúgva seg enn meiri innan kaving hjá Faroe Dive. Á myndini síggja vit næm­ingarnar eftir seinasta kavið á grundskeiðnum. Næmingarnir eru frá vinstru: Leif á Lava Petersen, Klaks­ vík, Jógvan Sámal Poul­ sen, Klaksvík og Signa Jo­hannesen, Klaksvík. Altjóðagóðkent kavaraprógv Dagurin eitur Kleofas 25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum á veg til Emmaus hittu hin upprisna (Luk. 24. 13-35). Dagurin eitur Adolf 26. september. Adolf, deyður umleið 824. Sonur muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men varð klagaður og tikin av døgum. Týskt navn ið merkir aðalborin, úlvur. Lesið Sosialin